mánadagur 6. februar 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 26 - 6. februar 2006
33
Vakra lendið leggur
upp til at skapa ein
fjálgan bygning, sum
er í samljóð við lendið
og vøkru nattúruna
á staðnum, sigur
arkitekturin
Eldrarøkt
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú fæst ein reiðiliga góð
ábending um, hvussu nýggja
ellis- og røktarheimið kemur
at síggja út.
Tá ið borgarstjórin í
Vági, Kirstin Strøm Bech,
var í almanna- og heilsu
málaráðnum í farnu viku og
læt inn umsókn um stuðul
til eitt ellis- og røktarheim í
Vági, hevði hon eisini eina
ráskitsu við sær yvir, hvussu
heimið kemur at síggja út.
Ellis- og røktarheimið
skal vera á stykkinum, sum
annars varð grivið út til mið
námsskúlan.
Tað er Albert Isfeld, arki
tektur, sum hevur teknað og
borgarstjórin sigur, at hon
er sera væl nøgd við upp
skotið.
– Sjálvsagt verða broyting
ar og tillagingar gjørdar, tá ið
komið er longri við ætlanini,
men nú sæst so ein hóming
av, hvussu bygningurin
kemur at taka seg út í lendi
num, sigur hon.
Annars hevur verið ført
fram, at tað ber illa, fyri ikki
at siga, slett ikki til at leggja
eitt ellis- og røktarheim á
stykkinum, sum er grivið út
til miðnámsskúlan.
Men arkikekturin sigur, at
vakra lendið leggur upp til at
skapa ein fjálgan bygning,
sum er í samljóð við lendið
og vøkru nattúruna á stað
num.
Hann sigur, at hann hev
ur lagt dent á at brúka
útgrivna stykkið, soleiðis at
bygningurin verður settur inn
í og á tromina á beninum og
tað mannaskapta og nattúran
skulu sanda í samljóði við
hvørt annað.
Hann hevur eisini lagt
dent á at skapa heimligar
umstøður til búfólkið og
góðar arbeiðsumstøður til
starvsfólkið.
Hann sigur eisini, at so
leiðis, sum bygningurin
verður settur á stykki, verða
góðir møguleikar fyri at
byggja út.
Hann sigur, at ellis- og
røktarheimið er ætlað til 32
búfólk í tveimum deildum.
Húsið er í tveimum hædd
um og tað verða 16 kømur
á hvørjari deild. Hvør deild
er so aftur býtt sundur í tvær
eindir við pássi fyri átta
fólkum í hvørjari eind.
Tvær av eindunum skulu
verða sjálvstøðugar eindir
rundanum eitt felagsøki við
køki, matstovu og stovu,
men starvsfólkarúm, vaskarí
og annað, er felags við hinar
deildirnar.
Í heiminum verða eisini
umstøður til ergoterapi, fysio
terapi, fótarøkt, hárfríðkan,
samstrundis sum skrivstova
skal vera til heimarøktina.
Nýggja røktarheimið
í Vági við at taka skap
Soleiðis hugsar arkitekturin sær, at ellis- og røktarheimið skal síggja út, sum ætlanin er at byggja á stykkinum í Vági, sum
upprunaliga varð grivið út til miðnámsskúlan