mánadagur 6. februar 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 26 - 6. februar 2006
Fleiri túsund Sudoku-
loysnir eru komnar
inn til Sosialin. Tann
heppni vinnarin eitur
Kurt Madsen, ein
garvaður sudoku-
loysari. Hann vann
eina Samsung
fartelefon.
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
– Eg plagi at loysa tey til
morgunmatin, sigur Kurt
Madsen. Hann starvast
sum
matematikklærari
á Lærararaskúlanum og
Fróðskaparsetrinum. Enn
hevur hann ikki funnið nakra
Sudoku-gátu sum hann ikki
kann loysa, men onkutíð
eru prentvillur í, og tá ber
sjálvandi ikki til.
– Eg havi brúk fyri einari
nýggjari fartelefon eftirsum
mín er blivin so gomul, sigur
tann glaði vinnarin.
Vinningurin er ein Sam
sung E730 og eitt Tele
tíðarhald frá Føroya Tele
við einum virði av 3.295
krónum.
Loysa allar
uppgávurnar
Sum heild hava tey, sum
hava sent inn, skilt, at allar
uppgávurnar skulu loysast,
fyri at vera við í kappingini.
Men nøkur hava sent lepan
inn við einans einari loysn
og verða hesi tíanverri tikin
úr kappingini.
Ætlanin er at koyra alt árið
við Sudoku í Sosialinum.
Nýggjur vinningur verður
hvønn mánað. Í januar var
tað ein telefon frá Føroya
Tele og í februar er tað ein
telefon frá Kalli.
Aðrir vinningar verða
seinni, so sum fartelda,
reisur o.a.
Sudoko-kappingin fekk stóra undirtøku
Tann heppni vinnarin Kurt Madsen
Mynd Álvur Haraldsen
Fleiri túsund Sudoko-
loysnir eru komnar
inn til kappingina hjá
Sosialinum.
Mynd Jens Kristian Vang