týsdagur 7. februar 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 - 7. februar 2006
9
UTTAN ÚR HEIMI
Norska Aker-skipasmiðjan
skal smíða eitt nýtt ferða
mannaskip til reiðaríið
Royal Caribean Cruises,
skrivar Aftenposten.
Skipið, sum skal latast
eigarunum í 2009, er mett
at kosta 7,2 milliardir norsk
ar krónur og verður sam
bært blaðnum tað dýrasta
av sínum slagi. Tað verður
360 metrar langt, 47 metrar
breitt, og tað verða 65 metrar
frá vatnganginum upp á
mastratoppin. Pláss verður
fyri 5.400 ferðafólkum.
Hetta er ikki fyrsta skip
ið, sum Aker byggir fyri
Royal Caribean Cruises.
Skipasmiðjan hevur fyrr
bygt skipið „Adventutes of
the Seas“ til sama reiðarí,
og í apríl fer „Freedom of
the Seas“ av bakkastokki.
Skipið, sum sáttmáli nú er
gjørdur um, hevur fyribils
fingið navnið´“Genesis“.
Fyri aðru ferð hava umboð
fyri felagsskapin Fathers
4 Justice gjørt seg inn
á bretska kenslumála
ráðharran, Ruth Kelly.
Herfyri royndi ein maður
í felagsskapinum at leggja
ráðharran í hondjørn. Tað
miseydnaðist, og maðurin
varð tikin og ákærdur fyri
harðskap. Mánadagin var
málið fyri í rættinum., og
Ruth Kelly var eitt av vitn
unum. Tá hon var á veg úr
rættinum, leyp ein maður
ímóti henni og langaði
eitt egg í nakkan á henni.
Eggið brotnaði, og hvítin
og blomman runnu oman
eftir nakkanum, sigur Sky
News.
Maðurin, sum tveitti
eggið í nakkan á Ruth
Kelly, segði seg umboða
felagsskapin Real Fathers
4 Justice, ið verður hildin
at vera ein víðgongdur
vongur av tí upprunaliga
felagsskapinum, ið stríðist
fyri at útvega fráskildum
pápum størri samverurætt
til børnini.
Ruth Kelly fekk ikki
skaða av tilburðinum.
Hon sigur við Sky News,
at soleiðis er tað at vera
politikari í dag.
Ráðharri fekk egg í høvdið
Danska reiðaríið A.P. Møller
– Mærsk hevur ikki havt
trupulleikar av stríðnum um
Muhammedstekningarnar
hjá Jyllandspostinum, sigur
talskvinnan, Jette Clausen.
Við Politiken sigur hon,
at felagið hevur boðað
sínum viðskiftafólkum frá,
at tað tekur frástøðu frá
tekningunum, og tað hevur
eftir øllum at døma hjálpt.
Jette Clausen vil ikki
siga, hvussu reiðaríið ann
ars hevur borið seg at fyri
at sleppa undan stríðnum.
Hini donsku reiðarí
ini hava heldur ikki havt
trupulleikar av tekning
unum, sigur formaðurin
í reiðarafelagnum, Peter
Bjerregaard. Hann leggur
tó afturat, at felagið fylgir
væl við gongdini.
Mærsk sloppiðundan stríði
Tað er sagt, at í Russlandi
eru tíðindi um morð líka
vanlig sum veðurtíðindini,
og hetta er neyvan heilt av
leið, tí í fjør vórðu næstan
31.000 russar myrdir, og
hagtølini vísa eisini, at
hvønn dag eru ímillum 80
og 90 morð. Men hagtølini
siga eisini, at russiska
løgreglan hevur sera ilt við
at avdúka drápsmenninar,
og at í meðal verða umleið
15 prosent av morðunum
ongantíð uppklárað. Tað
vil siga, at umleið 5.000 av
teimum, sum framdu morð
í fjør, ganga leysir enn.
Vladimir Putin, forseti,
krevur nú, at løgreglan tekur
sær um reiggj. Í einari røðu
seinasta fríggjadag legði
hann løgregluna undir at
hava falsað frágreiðingar og
hagtøl við tí úrsliti, at bara í
fjør vóru 140.000 brotsverk,
sum ákæruvaldið ongantíð
frætti um. Av teimum
vóru meiri enn 700 morð.
Putin vísti harafturat á, at á
hvørjum ári hvørva umleið
70.000 fólk í Russlandi, uttan
at løgreglan er før fyri at siga,
hvat varð av teimum.
Vladimir Ustinov, ríkis
ákæri, hevur heldur ikki
nógv gott at bera løgregluni,
men hann skuldsetir eisini
herleiðsluna fyri grovt
ósketni. Hann vísir á, at
á hvørjum ári verða nógv
vápn stolin úr goymslunum
hjá herinum, og at kanning
ar hava avdúkað, at bæði
generalar og admiralar hava
verið uppi í stuldrinum.
Drápsmenn ganga leysir
Byggja nýtt marglætisskip
Ósemjan um iransku
kjarnorkuna hevur
gjørt oljumarknaðin
ótryggan
Oljuprísur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Leygardagin gjørdi altjóða
kjarnorkueftirlitið av at biðja
trygdarráðið hjá ST taka
støðu til kjarnorkuætlaninar
hjá Iran, og fáar tímar seinni
var oljuprísurin hækkaður
ein hálvan dollara fyri tunn
una. Í gjár kom ein hálvur
dollari afturat oman á prísin,
soleiðis at Brent-oljan úr
Norðsjónum kostaði beint
niðan fyri 64 dollarar fyri
tunnuna.
Enn er ikki greitt, hvat
trygdarráðið fer at gera
við Iran, men marknaðar
serfrøðingar siga, at tað
fer at fáa stóra ávirkan á
marknaðin, um iranar gera
av at skerja sína framleiðslu,
ella altjóða tiltøk noyða teir
til tess.
Iran er eitt tað týdning
armesta landið í OPEC-
felagsskapinum. Landið
framleiðir umleið fýra
milliónir tunnur av olju um
dagin, og av hesum fara 2,5
milliónir tunnur til onnur
lond.
– Tað merkir, at Iran er
næststørsta oljuútflytara
landið í OPEC. Í løtuni er
lítið avlop í altjóða fram
leiðsluorkuni, og tí verður ov
lítið av olju á marknaðinum,
verður iranska framleiðslan
skerd, sigur norski markn
aðarserfrøðingurin Benny
Clausen við Aftenposten.
Hann væntar, at stríðið um
iransku kjarnorkuna fer at
órógva oljumarknaðin í
langa tíð, og at marknaðurin
tí verður ótryggur og sveiggj
andi.
Iran-kreppan órógvar
oljumarknaðin
Bløðini, sum hava
prentað Muhammeds
tekningarnar,
hava víst vantandi
virðing fyri øðrum
átrúnaði, sigur ST-
aðalskrivarin, og
evropeiska trúarráðið
heldur, at bløðini
hava misbrúkt
pressufrælsið
Pressufrælsi
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Sjálvandi virði eg pressu
frælsið, men tað gevur ikki
ein heimild til at særa onnur.
Tey, sum nýta pressufrælsið,
skulu vísa ábyrgd og duga
at døma, hvat er rætt, og
hvat er skeivt, sigur ST-
aðalskrivarin, Kofi Annan,
í sambandi við stríðið um
tekningarnar hjá danska
Jyllandspostinum.
Sjálvur heldur hann, at
tekningarnar, sum byrjaðu
í Jyllandspostinum, og sum
síðani hava staðið í fleiri
øðrum bløðum, eru tekin
um vantandi virðing fyri
fremmandum átrúnaði.
– Tey, sum umsita pressu
frælsið, eiga at vera varin og
at virða tað, sum er heilagt,
og tí eiga bløðini at biðja
muslimarnar kring heimin
um umbering, sigur Kofi
Annan. Hann ger samstundis
greitt, at hóast muslimarnir
kenna seg særdar, rættvísger
tað ikki tað, sum er hent teir
seinastu dagarnar.
Pressufrælsið
misbrúkt
Evropeiska trúattáðið held
ur, at bløðini, sum hava
prentað tekningarnar av
Muhammed profeti, hava
misbrúkt skrivifrælsið. Teir
sjey limirnir í ráðnum siga
í einari felags kunngerð,
at tað er misbrúk, tá bløð
prenta tekningarnar uttan
at taka neyðug fyrivarni
fyri, hvørjar skaðiligar
avleiðingar tað kann fáa
einstaklingar og bólkar.
Formaðurin í evropeiska
trúarráðnum, fyrrverandi
norski biskupurin Gunnar
Stålsett, segði á einum
tíðindafundi í gjár, at eftir
hansara tykki hava bløð ikki
prentað myndirnar fyri at
menna pressufrælsið, men
heldur fyri at øsa onnur.
Vantandi virðing og
misbrúkt pressufrælsi
Kofi Annan
Gunnar Stålsett