Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. februar 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 27 - 7. februar 2006 Tað er eitt frálíkt hugskot at halda ungdómsting í løgtingshúsinum. Ungdómstingið, sum í hesum døgum verður hildið, gongur fyri seg mestsum á sama hátt sum, tá fólkavaldu tinglimirnir halda ting. Demokratiið ella fólkaræðið er nakað av tí mest virðismikla, ið vit eiga. Vit eiga øll at verja og menna fólkaræðið hvønn dag. Fólka­ ræðið er viðkvæmt og má at røkjast væl og virði­liga. Kanska hugsa vit ov lítið um hetta í gerandisdegnum og kanska fara vit ikki altíð nóg væl um fólkaræðið. Strevið at styrkja og menna fólkaræðið eigur at vera útinnt á øllum økjum og til allar tíðir. Ein týðandi liður er at gróðurseta fólkaræðið í tí uppvaksandi ættarliðinum. Hetta verður vónandi gjørt dagliga í skúlunum við tað, at eitt endamálið við fólkaskúlanum er at venja børnini upp til demokratiskt hugsandi menniskju. Demokrati er ikki nakað, sum bert er til staðar í politikki, eitt nú á løgtingi og í bý- og bygdaráðum. Demokrati ella fólkaræði er ein partur av okkara mentan og eigur at vera ein nátúrligur partur av okkara gerandisdegi. Demokrati er at virða hvønn annan og at virða meiningar og sjónarmið hjá hinum, hóast ósemjur og ymisk sjónarmið. Demokrati er orðaskifti og upplýsing, samhaldsfesti úti sum heima. Í hesum døgum verður samhaldsfesti okk­ ara sett undir harða roynd, nú ein stórur part­­ur av tí heimi, sum hevur brúk fyri okkara sam­ haldsfesti, vendir sær móti okkum við hóttan­um og rakstrarrópum. Tað er við hesum baksýni, ið vit skulu síggja eitt fyribrigdi sum ungdómstingið. Á ung­dóms­ tinginum kunnu nøkur ung fáa innlit í bygnað og virksemi fólkaræðisins. Tey kunnu fáa innlit í, hvussu okkara fólkaræði virkar. Tey eins og vit onnur kenna jú bert politisku skipanina gjøg­ num fjølmiðlarnar. Men hesir megna bert at vísa okkum ein part av øllum tí sera samansettu og fjøltáttaðu skipan, sum eyðkennir okkara fólka­ ræði. Vónandi fáa tey ungu bæði áhuga fyri grund­leggjandi fólkaræðisligum spurningum, virðing fyri sjálvum fólkaræðinum og fatan av teimum fortreytum, sum fólkaræðið virkar undir. Vónandi fara hesi dámligu ungufólk út til sínar vinir og skúlafelagar og greiða frá øllum, ið tey hava uppliva hesar báðar dagrnar á Føroya løgtingið. Gera tey hetta, so er mikið vunnið bæði fyri sjálvt fólkaræðið og fyri føroyskan ungdóm. DAGSINS MEINING Sosialurin Ungdómsting og fólkaræði VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Gerhard Lognberg sigur sær ikki ætla at forða andstøðuni í at føra politikk. Men hann heitir á Høgna Hoydal um at halda seg til sannleikan, tá hetta verður gjørt Í tinginum nú um dagarnar hevði Høgni Hoydal fyri­ spurning til Bárð Nielsen landsstýrismann. Einki løgið er í, at spurn­ ing­ar verða settir. Tað er jú vanligt, at andstøðu­politik­ arar seta nógvar spurningar, tí tað er teirra máti at føra politikk, hetta er vanligt. Men Høgni Hoydal, má eg siga er ekstremur. Eg nevndi undir orðaskiftinum í tinginum, tá spurningurin var svaraður, at skattalættin sum verandi samgonga hevur latið, er nøkurlunda tað sama sum hansara samgonga læt heilt líkt, tað síðsta árið av skeiðnum. Høgni bað meg prógva hetta eg segði um skattalætta. Nú virkar Høgni soleiðis uppá meg, at hann kann kasta allar pástandir um seg, og meinar at tað kann hann, men tá onnur opnað munnin, ja so skal tú syrgja fyri at prógva tað tú sigur. So kemur tað sum ser­liga fekk meg at skriva nak­rar reglur, har ið Høgni bein­ leiðis segði ósatt á tingsins røðarapalli. Eg segði undir orðaskifti­ num, at eg tordi ikki at siga á røðarapallinum at hann leyg, men segði um tað var frægari, at hetta var ein lodd­ røtt. Líkamikið, Høgni Hoydal skrivaði í fyrispurninginum, at skattaprosenti í Skopun og Vági er 24,5 %. Eg má hart og týðiliga afturvísa slíkum pástandi, sum eru rætt og slætt lygu­ søgur, fyri at royna at niður­ gera fólk, sum mann ikki er samdur við politiskt. Nei, Skopunar Kommuna hevur ikki eitt skattaprosent sum eitur 24,5, men 23,5 so í veruleikanum lækkaðu vit skattaprosentið og hækkaðu barnafrádráttin, um hetta skuldi havt tín áhuga. Eg má siga, at eg persónliga føldi hetta niðrandi, um so var at Høgni Hoydal brúkti røtt tøl, ja so hevði eg einki sagt. Eg eri ikki í iva, at nett­up hetta við at seta hetta skatta­ prosentið, var við beráddum huga, tí um hetta ikki bleiv afturvíst, ja so hevði Høgni klára at skatt umdømi hjá hesum kommununum. Men Høgni, eg ætli í hvør­ fall ikki at forða tær í tínum andstøðupolitikki, eri heldur ikki førur fyri tí. Men halt teg so nøkurlunda til sannleikan. Stadigvekk er forhopent­ liga ikki føroyskt! – Framvegis er vónandi føroyskt! STADIGVEKK (málspilla nummar 1!?): Stadigvekk man vera ein tann herviligasta málspillan í føroyskum máli! Eisini forhopentliga, men hon hoyrist kanska ikki so ofta! Stadigvekk, hetta marg­ hátt­liga orðið, hoyrist hvønn einasta dag, bæði í Út­vørp­ unum og í dagligari talu mill­ um manna. Næstan øll siga stadig­ vekk: Løgmaður, lands­ stýris­maður, løgtingsmaður, lærari, løgfrøðingur, løg­reglu­ maður, lækni, listarmaður, ja, leikur og lærdur! Løgið, at so nógv lata sær lynda, at okkara leik­ andi lætta móðurmál verð­ ur lamløstað við slík­um lættisoppakendum lág­ landsorðum!? STADIGVEKK: Framvegis, enn, alsamt, við sama lag! FORHOPENTLIGA: Vón­ andi, stutt og greitt! eydun.a.borg@skulin.fo Skelkaður, eg má gera Høgna'sa orð til míni Sprokspalta Løgtingsmaður Gerhard Lognberg Argir Eyðun á Borg Samgongan fór beinanvegin undir at pumpa 240 mió kr. upp úr landskassanum í skattalættum hesi fýra árini, hon situr við valdið, meðan líknandi upphædd seyrar úr sama kassa í halli á hvørjum ári. Gerhard Lognberg vil ikki kennast við tølini, ið eru frammi um skattalættar í Skopun og í Vági. Kann hann sum lógar­ smiðjur gera so væl at siga okkum, hvat inntøkur upp á 170.000 kr. í Skopun og í Vági fáa í skattalætta eftir semjuni í samgonguni? Kann hann so eisini siga okkum, hvat inntøkur upp á 600.000 kr. á somu støðum fáa í skattalætta? Heldur Gerhard Lognberg, at mannamunur verður gjørdur, nú hendan fjórðings milliardini verður lensað úr landskassanum? Løgtingsmaður Hergeir Nielsen Almennur fyrispurningur til Gerhard Lognberg