Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. februar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 7. februar 2006 11 Sum ikki einaferð, duttu tekn­isku skúlarnir burtur ímill­um. Tí ynski eg at koma við fylgjandi við­merkingum: Míni sjónarmið eru: • Hvør einstøk mið­náms­ útbúgving skal hava sín samleika (identitet). • Samskipast skal millum ymsu gymnasialu út­búgv­ ingarnar (hetta arbeiðið er ígongd). • Somuleiðis eigur sam­ skipan at verða fyri SIT á teknisku skúlunum, FHS á handilsskúlunum, SIF á Fiskivinnuskúlanum og lærlingaútbúgvingarnar. • Sera skilagott at leggja miðnámsskúlar í størri eindir – Skúladeplar: a) Lestrarumhvørvið kemur at gagna næmingunum. b) Samstarvsmøguleikarnir millum ymisku útbúgv­ ingarnar verður styrktir. c) Samstarvið millum skúl­ arnar verður styrkt. d) Tey ungu koma inn í eitt størri lestarumhvørvi, sum m.a. fyrireikar tey til altjóðagerðingina. e) Eindin við teimum trim­ um skúlunum er hósk­ andi í stødd, 1000-1200 næmingar. Til saman­ber­ ingar hava flestu teknisku skúlarnir í Danmark eitt næmingatal frá 1000- 3000 næmingar. f) Vit eiga at hugsa um, at næmingarnir á Mið­náms­ skúlunum ikki longur eru børn - og ung ynskja avbjóðingar. g) Góðir møguleikar eru fyri, saman við Tórshavnar Komm­unu, at skipa Skúla­depilin sum ein ment­­­anardepil fyri høv­ uðsstaðin, við m.a. fyri­ lestarsali, miðlasavni, frí­ tíðarskúlavirksemi o.s.fr. Spurningar, sum eg seti politiska myndugleika­ num: • Hví er tað so rætt at gera Skúladeplar runt landið, tá tað samstundis ikki er rætt at gera Skúladepil í høvuðs­ staðar­økinum? • Løgmaður sigur, viðv. Skúladepli í Suðuroy, at miðnámsskúli við ung­­um millum 16-22 ár og Heilsuskúlin, har til­ komin fólk millum 30- 60 ár, skulu verða saman í einum Skúladepli, er ein framúr góð loysn. Tað, sum undrar meg og helst eisini onnur við, er, at framsøgumaðurin hjá sama flokki sigur, at flokkurin als ikki kann taka undir við, at Føroya Studentaskúli kann húsast undir somu lon sum Før­ oya Handilsskúli og Tekn­ iski Skúlin í Tórshavn har flest allir næmingarnir eru millum 16 og 22 ár Er møguligt at fáa eina grundgeving fyri hesari støðuni hjá Løgmanni og hansara flokki? • Hvussu kann tað vera, at politiski myndugleikin ikki tekur undir við leiðsl­unum á Tekniska Skúl­anum í Tórshavn, Før­oya Handilsskúla og Føroya Studentaskúla og HF- skeiði? Leiðslurnar, sum settar eru av politiska myndugleikanum, til at hava námsfrøði- ligu ábyrgdina, fíggjarligu ábyrgdina og at menna alt skúlans virki. Leiðsl­ ur, sum taka fult undir við, og mæla til, at seta verkætlanina um Skúla­ depil við Marknagil í verk. • Hvussu kann tað vera, at politiski myndugleikin velir heldur at fylgja sjón­ar­miðunum, sum ein lærarabólkur førir fram – ein lærarabólkur, sum ikki ynskir at samstarva í einum Skúladepli. Spyrjast kann: Skulu demokratisku sjónarmiðini tambast á henda hátt og skal bíðast við at seta spakan í, til vit øll 200-250 starvsfólk, sum eru í arbeiði á hesum skúlunum, gerast samd? Til innihaldið í sending­ ini (Fimmaranum mikudagin 1. februar): • Sera hugaligt at hetta við­komandi og týdn­ing­ armikla málið verður tikið upp í almenna kjakinum – takk til Kringvarp Før­ oya. Helgi Jacobsen var tó í so grammur at stýra, og mistu vit tí fleiri góð ”points”. Sjálvur meti eg, at tekn­ isku skúlarnir vóru undir­ umboðaðir. Tó fekk skúla­stjórin á Tekniska Skúl­anum í Tórshavn 2 minuttir og 28 sekund í sendingini. Næmingur: Næmingur frá Stu­denta­ skúlanum í Hoydølum sig­ur m.a. í sendingini, at álitið, sum var lagt fyri landsstýrið 28. nov. 2003 (Skúladepilin við Markna­gil) er: 1) vána­ ligt uppá allar mátar – 2) fullkomuliga óbrúkiligt – 3) tóm orð og ein arki­ tektatekning – 4)….so skulu onnur fólk til at gera tað, enn tey, sum gera tað í dag. ad 1)2)3) Sjálvur havi eg arbeitt í skúlaskipanini í 26½ ár, har av tey sein­­astu 9 árini sum skúla­stjóri á Tekniska Skúl­anum í Tórshavn (TST). Eg havi gjøgnum árini verið við í nógvum nevnd­um, sum hava fyri­ reikað bygging, sum skuldu nøkta hølistørvin hjá TST. Seinasta álitið ”Skipanaruppskot um Skúla­depilin við Markna­ gil” er so avgjørt tað mest gjøgnumhugsaða, best gjøgnumarbeidda og tann mest framkomna verk­ ætlanin, eg higartil havi sæð. (detailtekningar, pro­ jekteringstekningar v. m. fingu vit tíverri ikki loyvi at fara undir.) ad 4) Í fyrireikingarnevnd­ ini til ”Skipanaruppskot um Skúladepil við Markna­gil” vóru: • Rektarin og stjórarnir á teimum trimum skúlunum, Føroya Studentaskúla- og HF skeiði, Føroya Hand­ ilsskúla og Tekniska Skúl­anum í Tórs­havn. Hes­ir eru, av polit­isku mynd­ug­leikunum, sett­ir at hava dagligu leiðsl­una av skúlunum og hava námsfrøðiligu og fíggj­ ar­ligu ábyrgdina av skúl­ unum. Haraftrat er upp­ gávan hjá stjórunum at menna skúlarnar á øllum økjum. • Eru hesir ikki egnaðir? - Hvør skal koma ístaðin? • Stýrisformenninir á Før­ oya Handilsskúla og Tekn­iska Skúlanum í Tórs­havn, sum eru valdir av, og umboða vinnulívið í útbúgvingarmálum á teimum báðum stóru vinnu­­skúl- unum. Eru hesir ikki egnaðir? - Hvør skal koma ístaðin? • Inspektørur á Føroya Stu­ dentaskúla- & HF skeiði. Er hesin ikki egnaður? - Hvør skal koma ístað­in? • Deildarsjórin í Menta­ mála­ráðnum, við ábyrgd fyri m.a. miðnáms- og yrkisskúlunum. Er hesin ikki egnaður? - Hvør skal koma ístaðin? • Formaðurin í byggi­ nevnd­ini er ein av okkara royndastu arkitektum í Før­oyum, sum gjøgnum tey seinastu uml. 25 árini, hevur verið við í ymiskum nevndum í sambandi við bygging av skúlum í Tórs­havn og aðrastaðni í Før­oyum. Er hesin ikki egnaður? – Hvør skal koma ístaðin? • Arkitektur frá Landsverk, hevur havt eygleiðarastøðu í bygginevndini. Er hesin ikki egnaður? - Hvør skal koma ístaðin? Eitt, av teimum stóru og viður­kendu arkitekta­virkj­ un­um í Føroyum stóð fyri arkitektaarbeiðinum. Er hetta virkið ikki egnað? Tað er hugaligt, at næm­ ingarnir gera vart við teirra sjónarmið. Tó tykir mær at rættast er, tá niðurstøðan í sjónarmiðunum eru so radi­kal, at kannast eigur, um grundgevingarnar fyri sjónarmiðunum eru rættar. Hetta kann í hesum førinum m.a. gerast við at venda sær til tey, sum hava arbeitt við verk­ætlanini. Eitt nú er við­ komandi næmingur o.o., vælkomin at venda sær til mín, sum er partur í byggi­ nevndini. Næsta stigið í arbeiðinum hjá bygginevndini var at senda ”Skipanaruppskotið til hoyringar hjá øllum viðkomandi pørtum”. M.a. var ætlanin at skipa fyri nøkr­ um evnisdøgum, saman við øllum starvsfólkunum á teim­um trimum skúlunum. Sum kunnugt kom arbeiðið ongantíð so langt. – Tað var steðgað av politiskari ússa­ ligheit og mótstøðu – væl stuðlað av ávísum lær­ara­ bólki í Hoydølum. Lærari í Hoydølum: Tað er beinleiðis ósatt, tá Kári Mortensen, lærari í Hoy­­dølum, í sendingini gev­­­ur ábendingar um, at ar­­beiðs­­setn­ingurin hjá byggi­­nevndini, sum skuldi fyrireika álitið um Skúla­ depilin við Marknagil, var tengt saman við, at eitt fe­ lags støðisár fyri allar skúl­ arnar skuldi gerast, og at alt skuldi í sama pott. Hetta sjónarmiðið er tó ikki ókent, og kom rættiliga skjótt fram frá teimum sum vóru ósamd, og ikki ynsktu at samstarva í einum Skúladepli. Tey, sum hava áhuga fyri tí, kunnu við at venda sær til Mentamálaráðið, fáa alment innlit í skjalið dagf. 12. mai 2003: Máltal: 43101/011072/30-/VJ Somuleiðis er møguleiki fyri at fáa alment innlit í fundarfrágreiðingarnar frá teimum 15 byggi­nevnd­ar­ fundunum. Brot úr nevnda skjali: ”Tilnevning og ar­beiðs­ setningur fyri bygginevnd at stíla fyri bygging av skúla­ depli í Marknagili …………Byggi­nevnd­in skal umboða ráðið í øll­um lutum og tryggja áhuga­mál ráðsins. Ein byggi­ráðgevi frá Lands­verk­frøð­ings­stovn­ inum verður knýtt­ur at byggi­ nevndin. Skúladepilin í Marknagili skal byggjast á tann hátt, at verkætlanin verður tillagað og sett í verk soleiðis, at byggistig til bæði Tekniska Skúla, Studentaskúla og Hand­ilsskúla verða bygd parallelt, og at serstovur kunnu takast í nýtlsu, so hvørt eitt byggistig er lið­ ugt. Miðast skal ímóti, at skúl­arnir í skúlaárinum 2005/2006 kunnu taka fyrstu serhølini/deildirnar í nýtslu. Gerast skal ein meting av hølisumstøðunum hjá Tekniska Skúlanum í Tórshavn fyri at raðfesta, hvør deild skal byggjast fyrst. Arbeiðið skal skipast soleiðis, at verklagslóg fyri hesa bygging skal leggjast fyri tingið í heyst. Høvuðsuppgávan hjá byggi­ nevndini verður, at 1. gjøgnumganga vinn­ara­ uppskotini frá hug­skots­ kappingini í samband við skúladepilin og upp­ skotið, sum Árni Winther hevur gjørt í sambandi við bygging av Tekniska Skúlanum í Tórshavn og hølum til Føroya Hand­ ilsskúla. 2. leggja dent á eitt gott skúla­­umhvørvi og fe­lags­ trivna, og at hædd verður tikin fyri nýggjastu rákini innan námsfrøði og nýtslu av KT í undirvísingini. 3. finna fram til bestu loysn­ ina, so byggjast kann í stigum/parallelt so ser­ stovur/deildir kunnu tak­ ast í nýtslu so hvørt eitt byggistig er liðugt. 4. hava eftirlit við, at valda loysnin verður framd í verki og vegna Menta­ mála­­ráðið at tillaga verk­ ætlanina so fíggjar­liga ásetingin í eini sam­­tyktari verkslagslóg heldur. 5. skunda undir verkætl­ an­­­ina samsvarandi møgu­­­ligari alternativari fígg­­­ing til sjálvsognar- stovn­­arnar, sum lands­ stýrismaðurin útvegar. Arbeiðssetningurin hjá byggi­­nevndini: • Saman við almennu byggi­ um­sitingina taka lut í fyri­­reikandi arbeiðinum, herundir • seta upp tørv, krøv og ynskir til ætlaða skúla­ depilin • gerð av byggiprogrammi • gerð av skitsuprojekti • Hava eftirlit við, at for­­ projekt og høv­uðs­pro­ jekt eru í samsvari við byggi­­program og skitsu­ projekt • Tryggja fakligu góðskuna við atliti at funktionaliteti og um neyðugt fyri­skipa hoyringar av Brúk­ara­ bólkum • Vera bindilið millum Menta­­málaráðið og lands­­verkfrøðingurin, her­­undir virka sum fak­ ligur ráðgevari við atliti at funktionaliteti. • Gera tilmælir til Menta­ málaráðið, so hvørt sum tær einstøku fasurnar í byggiprosessini eru lokn­ ar. • Kunna Mentamálaráðið, so hvørt sum arbeiðið líð­ ur. Út frá omanfyri nevndu brot­ um í arbeiðssetninginum, fari eg at afturvísa pástandin hjá ósamda lærarabólkinum í Hoydølum og øðrum um, at ”goymdur arbeiðssetningur” liggur í ætlanini um bygging av Skúladeplinum við Markna­gil. Eg vil gera greitt, vegna stýrið fyri Tekniska Skúl­an í Tórshavn, og fyri starvs­ fólkini á skúlanum, at vit fegin vilja samstarva í ein­ um Skúladepli við Før­oya Handilsskúla, Føroya Stu­ dentaskúla- og HF-skeiði og øðrum skúlum, um so skal verða. Tó, um semja ikki kann fáast um Skúladepilin, ynskir skúlin, at farið verður undir at byggja hølir til Tekniska Skúlan í Tórshavn - við tað sama. Tekniski Skúlin í Tórshavn hevur egið grundøkið við Marknagil, sum er 40.000 fermetrar, til endamálið. At enda fari eg enn einaferð at vísa á: Tað eru í ár, 35 ár síðan fyrstu tekningarnar til bygg­ ing av hølum til Tekniska Skúlan í Tórshavn við Markna­gil lógu á borðinum – hetta var í 1971, og var tað Palli Gregoriusen, arkitektur, sum teknaði (tekningarnar eru enn til skjals). Hvussu nógvar ætlanir um bygging av Tekniskum Skúla í Tórs­ havn, síðani hava verið til viðgerðar, er ilt at siga, men tíggjutals ætlanir eru tøkar í skúlans skjalasavni. Skúlin hevur í dag uml. 220 ársnæmingar, og eru tað uml. 550 næmingar, sum eru tengdir at skúlanum. Skúlin húsast undir 8 ym­iskum lonum á 3 ymiskum adressum í Tórshavn, har tríggjar lonir eru leigumál, sum skúlin betalir útvið eina mió kr. fyri, um árið. Nógvar góðar og nakrar minni góðar loysnir hava sæð dagsins ljós. Summar loysnir vóru framúr góðar, men m.a. partapolitiskt trong­skygni, politisk lokal­ áhugamál, smáligheit og lítli samstarvsviljin gjøgnum tíð­ irnar, hava køvt øllum ætl­ anunum. Vit á Tekniska Skúlanum í Tórshavn, stúra stórliga fyri, hvussu skúlin fer at standa seg í kappingini undir verandi umstøðum? • Um vit fara at megna tey krøv, sum menningin í nú­tíðar-samfelagnum set­ ir skúlanum í hesum døg­ um? • Um vit koma at klára kapp­ ingina við aðrar skúlar í Føroyum, Danmark og øðrum londum? Eg eri vegna Tekniska Skúlan í Tórshavn sera harmur, og ómetaliga ónøgdur við, at tað eftir so mong ár, og við so miðvísum arbeiði frá skúlans síðu, allíkavæl ikki hevur eydnast føroysku skúlamyndugleikunum at út­vega Tekniska Skúlanum í Tórshavn egnaði hølis­við­ ur­skifti. Hetta er ein støða, sum er landi okkara til lítlan sóma. Er tað gott at leggja skúlar í Skúladeplar? (Fimmarin, sum var mikudagin 1. februar 2006) Skúlastjóri Egon Øregaard