týsdagur 7. februar 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 27 - 7. februar 2006
Móttøka
Myndir: Jens K. Vang
Hósdagin 2. februar var opið
hús í Skótahøllini við Havnará
í samband við at Skótafylki
Sigmunds Brestissonar fylti 80
ár tann dagin. Tá vóru liðin 80 ár
síðan teir fýra havnadreingirnir,
Eskild Christiansen, Arne
Ellingsgaard, Pauli Christi
ansen og Zacharias Poulsen,
stovnaðu Skótalið Sigmunds
Brestissonar tann 2. februar
1926.
Eini trý-fýra ár seinni
keypti SSB síni fyrstu høli
á Bakkahellu. Í hesum smáu
húsunum høvdu skótarnir so
skótaarbeiði sítt til í 1956, tá
Skótahøllin við Havnará var
liðug og gjørdist karmur um
skótalívið í SSB.
Nógv fólk stukku inn á
gólvið í Skótahøllini hós
dagin, bæði núverandi og
fyrrverandi skótar. Ein fyrr
verandi skóti, Heðin Mort
ensen býráðsformaður, hand
aði SSB ein gávukekk upp á
25.000 krónur frá Tórshavnar
býráð sum viðurkenning fyri
tað arbeiði skótaliðið stendur
fyri í høvuðsstaðnum.
Í dag eru umleið 130 skótar
í fylkinum. Í nógv ár lá talið
um 250, og tá talið var av tí
mesta, høvdu meiri enn 300
úlvar, skótar og rovarar sína
gongd í Skótahøllina.
Í samband við 80 ár stovn
ingardagin var veitsla í sam
komuhøllini í Hoydølum
leygardagin 4. februar.
Hósdagin 2. februar var opið hús í Skótahøllini við Havnará í samband við at Skótafylki Sigmunds Brestissonar fylti 80 ár
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Skótalið Sigmunds Brestissonar:
80 ára føðingardagur í Skótahøllini
Hildur Arge, fylkisstjóri, og Høgni Jensen, varafylkisstjóri hjá
SSB-skótunum
Tórbjørn Mikkelsen, Jóannes Rubeksen og Dia Arge
Ása Østerø, og Ása og Kári Olsen
Gamlir skótar, f.v.: Jógvan Arge, Andreas Mouritsen, Tryggvi Sondum, Jógvan Ki Jacobsen, Poul Michelsen, Heðin Mortensen,
Andreas Lava Olsen, Heri Simonsen og Torbjørn Michelsen
Ein av ungu skótunum