Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. februar 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 7. februar 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Amalia Højsted, Langa­sandur, ættað úr Dali, andaðist á Eldra­ sambýlinum í Kollafirði leygardagin 4. februar, 85 ára gomul. Jarðarferðin verður í kirkjuni í Hald­ arsvík mikudagin kl. 14. Tey, ið vilja minn­ ast Amaliu, kunnu lata eina peningagávu til Eldrasambýlið í Kolla­ firði, konta í Føroya Sparikassa. Pauli Túgvustein Dan­ iel­sen, lítli sonur til Gunnleyg Túgvustein Dani­elsen á Nesi og Geyr Müller Johannesen í Vestmanna, andaðist á Landssjúkrahúsinum leygar­dagin 4. februar. Jarðarferðin verður úr heiminum á Gaddavegi 10 á Nesi mikudagin kl. 15. Sungið verður úr sálmabókini. Teddy Michelsen, Tvør­oyri, andaðist á Suð­uroyar Sjúkrahúsi leygardagin 4. februar, 77 ára gamal. Farið verður úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi mikudagin kl. 18. Jarð­ arferðin verður hós­ dagin kl. 13 úr Salem á Tvøroyri. Tey, ið vilja minnast Teddy, kunnu lata eina gávu til Salem Tvøroyri, konta í peningastovninum. Andlát og jarðarferðir Dagurin í morgin 8. februar. Korinta, deyð umleið ár 250. Kristin kvinna í Aleksandriu, sum ikki vildi ofra til heidnar gudar og tí varð tikin av døgum. Nú dagarnir leingjast og veðrið batnar, kyknar eisini órógvin í fingrunum á teim­ um kvinnum og monn­um, ið íðka leirdúgvuskjóting. Henda ítrótt, ið enn hevur ein avmark­ aðan luttakaraskara, má sigast at ganga einum spennandi og avbjóðandi ári í møti Skjóting Sum kunnugt hevur Sunda Byrsufelag við Norðskála verið støðugt virkið sein­astu árini, og skarin av virkn­um limum gerst al­samt størri. Felagið skipar árliga fyri tí vælumtóktu veðra­kappingini, har høv­uðs­vinningurin er ein livandi veðrur, latin av Føroya Bjór. Eftir fleiri ára oyðimarka­ gongd røkist nú fyri, at Veiði­ felagið Byrsumúli, ið heldur til í Sandvíkum í Tórshavn, endiliga fær loyvi til at byrja virksemi teirra aftur. Har hevur alt virksemið ligið stilt í mánaðir og ár, orsakað av, at almennir og kommunalir instansir ikki hava kunna funnið eina semju um, hvørs tað skuldi verða loyvt at skjóta har ella ei, men tykist tað nú, sum um at málið endaliga er loyst, skjótingini til frama. Sum nakað nýtt hava skjúttar í Nólsoy tikið stig til at stovna skjótifelag har. Teir hava útvegað økið og byrjunarútgerð, og vóna at verulig gongd kemur á felagið í 2006. So hvør veit, um ikki møguleiki verður at luttaka í Fredriks-Cupinnan stutta tíð. Eitt nýtt skjótiár fyri framman Vinnarin av veðrakappingini 2005, Marius Joensen úr Sunda Byrsufelag, ið eisini skjeyt seg til eitt heiðursmerki á Oyggjaleikunum í Hetlandi, er her avmyndaður við vinningi sínum. Tað er Marius til vinstru á myndini. Myndina: Rúni Debes Tøkk Tøkk fyri sýnda samkenslu tá okkara kæra mamma, vermamma og omma Bodil Ellendersen, Tórshavn andaðist og varð jarðað. Tøkk til øll, ið fylgdu, tøkk fyri blómur og heilsanir. Tøkk tit, ið hjálptu til við jarðarferðina og ervið og tøkk tit, ið stukku inn á gólvið. Familjurnar vegna Eyðun, Inga og Systi Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu, tá ið kæri pápi, verfaðir, abbi, langabbi og oldurabbi okkara Hans Jacob Justensen Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Tøkk til øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og gávur til Akurin. Og tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Maria, Karin, Sigrun, Eydna, Hjørdis, Gunnvør og Heidi Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið vístu samkenslu, tá ið okkara kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi Hentze Joensen andaðist og varð jarðaður. Tøkk øll tit, ið á ymiskan hátt hjálptu til. Og tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Jeanetta, Karolina, Páll, Henning og Elitha. Fríggjadagin 3. februar 2006 fingu tríggir studentar á Fróðskaparsetrinum hand­að bachelorprógv sum KT-frøðingar. Síðani út­búgvingin fór í gongd á heysti 2002 hava tilsamans 14 studentar fingið hetta KT- bachelorprógv á setrinum. Útbúgvingin er skipað sum hálvtíðarlestur og er ein framhaldsmøguleiki hjá teimum, ið hava tik­ið teldustøðingaprógv (data­ matikaraprógv) frá t.d. Føroya Handilsskúla. Stór­ ur partur av lestrinum er farin fram við verkætlanararbeiði, sjálvlestri og elektroniskum stevnum. Við hesum lestr­ ar­leisti hava studentarnir kunnað verið virknir í vinnu­lívinum, um somu tíð sum teir taka eina uni­ versitetsútbúgving. Teir nýklæktu KT-frøð­ ingarnir, Magni Brøðraberg, Dánjal S. Adlersson og Bjørn E. Thomsen, høvdu valt telduspøl sum verkevnið í bachelorverkætlanini. Á samkomuni høvdu teir stutta framløgu um teirra verkætlan, sum hevði heitið ’Tann stóra námsferðin’. Rektarin á Fróð­skap­ar­ setrinum, Jóan Pauli Joen­ sen, handaði teimum trimum bachelorprógvið. Fróðskaparsetur Føroya: Bachelorprógv sum KT-frøðingar Teir nýklæktu KT-frøðing­ arnir Magni Brøðraberg, Dánjal S. Adlersson og Bjørn E. Thomsen 60 ár Mánadagin 13. februar fyllir Edda Gaard, Vágur, 60 ár. Dag-urin verður hildin í »Framtíðini« leygardagin 18. februar kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða Eddu við at koma í føðingardag, verða vinarliga biðin um at siga frá innan 10. februar á jakgaard@kallnet.fo ella tlf. 310038 eftir kl. 19.00.