Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. februar 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 27 - 7. februar 2006 Landið kann ikki rinda fyri raksturin á Listasavninum og ikki hava ávirkan á tað, heldur Trónd­ ur Patursson. Hann heldur tað vera al­neyðugt, at tann politiski myndugleikin legg­ ur upp, og broytir viðtøkurnar fyri savnið. Fyrst í níti­ ár­unum varð bygn­ aðurin á savninum umskipaður, men Tróndur Patursson heldur tað ikki vera rætt, at ein sjálvs­ ognarstovnur skal umsita landsins ognir. Eisini fýlist hann á samansetingina av nevndini fyri Listasavn Føroya LIST Orð/mynd: Theodor E. D. Olsen Tann 26. januar í ár sendu tey 12 listafólkini, sum í fjør tóku seg úr felagnum Før­ oysk Myndlistafólk eitt skriv til nevndina fyri Listasavn Føroya, og tað varð eisini sent fjølmiðlunum. Har heittu tey á nevndina fyri Listasavn Føroya um ikki at seta núverandi savns­ leiðaran, Helga Fossádal, sum ikki er listfrøðingur, í fast starv, nú eitt árs roynd­ ar­tíð hansara gongur út 1. mars. Tey mótmæla eisini, at ein listfrøðingur ikki verður settur, og kalla tað eina neyð­ loysn, at ein persónur, ið ikki er listfrøðingur, er settur at røkja hesa uppgávu í bert tríggjar mánaðir um árið. Har­afturat verður funnist at, at hetta starvið ikki er lýst leyst. Tróndur Patursson er eitt av teimum tólv professionellu listafólkunum, sum í fjør tóku seg úr felagnum Før­ oysk Myndlistafólk, av tí tey sum yrkislistafólk ikki hildu seg vera nóg væl umboðað í felagnum, og sum hava mót­ mælt, at ein listfrøðingur ikki varð settur í starvið sum leiðari á Listasavni Føroya. Hann heldur, at politiski myndugleikin átti at lagt upp í og broytt lógargrundarlagið fyri Listasavnið, so at tað ikki longur var ein sjálvs­ ognarstovnur. Men spurdur um hví hesin bólkurin av yrkislistafólkum júst nú hevur tikið seg úr áðurnevnda felag og funnist at vantandi pappírunum hjá núverandi savnsleiðara, sig­ ur Tróndur Patursson, at tey fyrstu árini tók Jan­us Kamban, sum er út­búgv­in listamaður, sær av lista­savn­ inum, eftir at nøkur fólk høvdu tikið seg saman og bygt tað. – Hann gjørdi hetta arbeiði fyri lítið og einki, og hann legði sítt lív til fyri dygdina í listini, sigur Tróndur Paturs­ son. Eftir Janus Kamban tók Bárður Jákupsson við, sum umframt at hava eina akademiska útbúgving sum listamaður eisini er útbúgvin lærari og hevur námsfrøðiligt prógv. – Sjálvandi skuldi ein list­ frøð­ingur verið settur bein­ an­vegin, men eingin var tøkur. Sjálvandi var best við fleiri fólki, men hetta kostar pengar, og teir eru ikki til staðar, sigur Trónd­ ur Patursson, ið tó metir før­ leikarnar hjá teimum báðum undanfarnu vera rímilig­ar fortreytir, sum hann tekur til. Tignin týdningarmikil Tá Bárður Jákupsson síðani valdi at leggja frá sær, var tíðin tó komin at seta ein list­frøðing, metir Tróndur Patursson. Hetta hendi sum kunnugt ikki. Táverandi formaður í stýrinum fyri Listasavnið, Gunnar Hoydal, mótmælti, nú­verandi leiðaran, sum ikki er listfrøðingur, varð sett­ur, men valdi at siga seg úr formanssessinum, tá hans­ ara sjónarmið ikki vunnu frama. Tróndur Patursson leggur dent á, at hann metir tað vera sera umráðandi ikki at gera hetta til eitt persónsstríð, men heldur at hyggja eftir teimum fakligu perspektivunum og førleikunum í hesum málinum. Tí sum hann tekur til, so er tað umráðandi at tað er ein listfrøðingur, ið leggur leiðina fyri savnið, tvs. skipar fyri framsýningum, keypir list og annars avger, hvat játtanin skal brúkast til. Tróndur Patursson greiðir frá, at á stórum listasøvnum eru tað ofta tveir stjórar, har annar tekur sær av tí umsitingarliga og hin av tí listaliga. – Men tað er altíð list­frøð­ ingurin, sum myndar savnið, sigur Tróndur Patursson, ið ikki sigur seg vita um nakað annað tjóðarsavn, sum hann kallar tað, ella listasavn á okkara leiðum, ið ikki hevur ein listfrøðing í starvi, sum myndar savnið. – Størsta uppgávan hjá ein­um tjóðarsavni er at sýna fram. Næsta upp­gáv­ an er at keypa inn tað all­ arbesta, ið verður skapt í Føroyum. Triðja upp­gáv­an er at hava so gott samband við útheimin sum gjørligt, soleiðis at góðar fram­sýn­ ingar úr útlondum koma hend­anvegin. Her er tað umráðandi við tignini hjá ein­um savni. Man kann ikki selja bayerskar pylsur og Hereford-búffar á sama staði. Tað eru alt ov nógvar vánaligar framsýningar í Listaskálanum. Vár­fram­ sýn­ing, summarframsýning og ólavsøkuframsýning. Tað er ikki uppgávan hjá Lista­savninum at gera so nógvar framsýningar sum gjørligt, men heldur fram­ sýningar, har dygd er í. Vit áttu heldur at havt tríggjar- fýra framsýningar, sum hava altjóða støði. Tað eru altíð tey somu, sum sýna fram, men aðrastaðni roynir man ikki at framsýna tær somu myndirnar í sama býi, men flytir við teimum, sigur Tróndur Patursson, ið eisini ávarar ímóti, at bara at fokusera upp á tað føroyska í listini. – Føroysk list er ikki so serlig, at vit bara kunnu siga, at hetta er føroysk list. Siga vit tað, er tað húða­ skógvamentan, tí tað er altíð neyðugt at samanlíkna seg við útheimin og ikki seg sjálvan. Eg sýni ofta fram saman við listafólkum úr øðrum londum, eitt nú í Danmark. Men í Danmark til dømis er man deyðatroyttur av hesum føroysku framsýningunum, sigur Tróndur Patursson, ið sipar til framsýningar, har bara føroyingar sýna før­ oyska list saman. – Ein og hvør kann ar­beiða við list, tí tað er ein manna­rættur. Men um ein skal sýna fram alment er man noyddur at fyrihalda seg til heimslistina, sigur Tróndur Patursson, og legg­ ur afturat, hetta ikki er ein serføroyskur trupulleiki, tí eitt nú í Danmark hava tey Per Kirkeby, og har finnast 50 kopi av honum, sum hann tekur til. – Ein listaskúli má liggja, har stór søvn liggja. So sjálvandi er París tað allarbesta. Øll sum fáast við list áttu at fingið eitt spark í reyvina og farið utt­an­lands burtur frá húða­ skógvamentanini. Hví búði Mikines í Danmark? Hann fekk einki mótspæl í Føroyum, men gjørdi tó før­oyskar myndir alt lívið. Man kann siga um Ing­álv og onnur, at høvdu ferða­ møguleikarnir ikki verið so góðir, høvdu tey helst búð aðrastaðni, men hetta kundi verið øðrvísi, heldur Tróndur Patursson Listasavnið ov kommersielt Spurdur um vit eru í ferð at skapa eitt slag av nationalari list, sigur Tróndur Patursson, at t.d. Mikines og Ingálvur av Reyni ikki høvdu fyri eyga, at teirra list skuldi vera føroysk. Men hon kann tó vera vorðin føroysk, av tí at teir fyrst og fremst settu dygdi í hásæti. Tróndur Patursson sigur, at í kreppuárunum mundi listin vera tann, ið eina mest helt okkum uppi og styrkti samleikan hja okkum. – Nøkur av okkara bestu listafólkum búgva uttan­ lands. Um tey skulu tíma heim aftur og sýna fram her aftur, skulu vit taka dygdina í álvara, og ikki bara hugsa um at selja. Man ger jú fram­sýningar, ið selja, tí so fær Listasavnið prosentir, sigur Tróndur Patursson, og heldur at Listasavnið í alt ov stóran mun hevur hugsað kommersielt, heldur enn at raðfest dygdina. Spurdur, um hann ikki heldur eitt nú framsýningar við t.d. Munch og Mikines tað seinasta árið hava verið á høgum listaligum støði, svarar Tróndur Patursson tó játtandi, og leggur aftrar, Bygnaðurin á Listasavnin Listamaðurin Tróndur Patursson heldur, at tað kann ikki vera rætt, at landið rindar fyri Listasavnið, men hevur onga ávirkan á tað. Harafturat metir hann ikki samansetingina í nevndini fyri savnið vera í lagi