týsdagur 7. februar 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 - 7. februar 2006
15
at hesar hava verið ætlaðar
leingi.
Orøkirnar finnast
í bygnaðinum
Orsøkirnar til, at Listasavnið
er blivið ov kommersielt og
at tað er endað í eini støðu,
har savnsleiðarin ikki er
listfrøðingur, hóast hetta
var kravt, tá starvið varð
lýst leyst, heldur Tróndur
Patursson er at finna í sjálv
um bygnaðinum. Hann
metir tað ikki vera eina
góða loysn, at Listasavnið
er sjálvsognarstovnur sam
stundis, sum tað er tjóð
savn.
Grundin til, at Listasavnið
er sjálvsognarstovnur er
finna afturi í nítiárunum, tá
Listasavnið varð útbygt.
Í 1948 setti Løgtingið
Alment Føroyskt Listasavn
á stovn, og seinni varð hes
in lagdur saman við sjálvs
ognarstovninum Føroya
Listasavn, sum vit fingu í
1989, og samanlagdi stovn
urin helt fram sum sjálvs
ognarstovnur.
Bygnaðurin broyttur
av peningaligum
orsøkum
Stórir grunnar sum t.d.
Veluxgrunnurin og August
inusgrunnurin stuðlaðu
byggingini. Slíkir grunnar
plaga ikki at stuðla bein
leiðis tjóðarsøvnum, og tí
vórðu viðtøkurnar broyttar.
Tróndur Patursson metir
ikki, at hesir grunnar høvdu
havt nakað ímóti í dag, um
bygnaðurin varð broyttur
á savninum og setanar- og
myndugleikaviðurskiftini
blivu øðrvísi. Hetta havði
tó kravt samráðingar við
grunnarnar.
– Kravið er, at ein list
frøðingur skal vera settur í
fast starv og skal leggja ta
listaligu linjuna. Orsøkin
hjá mentamálaráðharranum,
Jógvani á Lakjuni, til, at
hann ikki segði seg kunna
leggja seg út í, at ein leiðari
varð settur, sum ikki var
listfrøðingur og harvið ikki
uppfylti krøvini í umsóknini,
var, at talan var um sjálvs
ognarstovn, og tí avgjørdi
nevndin,
hvør
skuldi
setast. Men vit mugu ikki
gloyma, at landið letur 2,6
milliónir um árið til lønir og
rakstur. Tvs. at myndirnar á
Listasavninum eru fólksins
ogn. Landsstýrismaðurin átti
at kravt eina lógarbroyting,
tí hann kann ikki forsvara,
at ein sjálvsognarstovnur
umsitur landsins ogn. Ein
klokka átti at ringt hjá
politikarunum, tá 12 fólk
taka seg burtur úr, og teir
áttu at funnið eina loysn,
sum er virðilig fyri savnið
og fyri Føroya fólk.
Eg haldi ikki, at man kann
forsvara yvir fyri listafólki,
at verkini hjá Mikines ella
av Reyni ikki verða umsitin
av fakfólki, sum kunnu ana
lysera list, sigur Tróndur
Patursson og samanber við
eitt nú Fornminnissavnið, har
innstilling til stjórastarvið
er, og hann heldur, at Lista
savnið átti fingið ein líknandi
bygnað sum tað, tí so kundi
mentamálaráðharrin sum
politiskur
myndugleiki
lagt uppí, um hann ikki var
nøgdur við viðurskiftini á
stovninum.
Gløgt er gestsins eyga
Tróndur Patursson hevði
einki havt ímóti, um ein
útlendskur listfrøðingur
varð settur í starv sum savns
leiðari, tí ein slíkur skal hava
savnsroyndir og hevur helst
meira objektivar metingar
enn ein føroyingur vildi havt,
sigur Tróndur Patursson, ið
enn einaferð staðfestir, at
vit ikki kunnu koyra uppá,
at nakað er føroysk list.
Tí átti at verið lýst í norð
urlendskum bløðum eftir
listfrøðingi. Seinast søkt var
eftir leiðara, varð ikki lýst í
altjóða avísum.
Eisini metir Tróndur, at
ein skuldi givið sær ta tíð,
tað tekur, og um 50 søkja, og
eingin teirra er egnaður, so
eiga vit at søkja umaftur.
Listfrøðingurin, ið fær
starvið, eigur so at fáa eitt
árs royndartíð, eins og van
ligt er aðrastaðni, og síðani
átti viðkomandi at verið ára
málssettur, metir Tróndur
Patursson.
Nevndin er ov
tilvildarliga samansett
Somuleiðis átti bygnaðurin
í nevndini fyri Listasavnið
at verið umskipað, um tað
stóð til Trónd Patursson. Í
nevndini fyri situr eitt umboð
fyri Listafelag Føroya, eitt
umboð fyri Føroysk Mynd
listafólk, eitt umboð fyri
Tórshavnar kommunu, með
an Mentamálaráðið eigur
formannin, sum hevur tvær
atkvøður. Sjálvur heldur
Tróndur Patursson, at tann
einasti nevndarsessurin,
sum er rímiligur, er tann hjá
Mentamálastýrinum, tí tað er
landið, sum rindar raksturin
hjá savninum.
– Harafturímóti kundi
tú argumenterað fyri, at
vit tólv, sum ikki eru limir
í Føroyskum Myndlista
fólkum eisini í prinsippinum
áttu at havt ein lim, um
umstøðurnar ikki vórðu
broyttar, nú t.d. Listafelag
Føroya, ið er áhugafelag,
eigur lim í nevndini, sigur
Tróndur Patursson, ið ikki
heldur bygnaðin í nevndini
vera serliga listaliga trú
verdan, sum hann tekur til.
– Tað er ikki nóg gott, at
landið bara hevur ein lim,
og tí má hetta takast upp
politiskt. Øll hava nokk trúð,
at hetta var eitt tjóðsavn, og
tað trúði eg eisini, sigur
Tróndur Patursson, ið minn
ir, at listin er ung í Før
oyum.
– Vit hava stór virði, sum
eru skapt upp á stutta tíð,
men vit skulu ikki bara
hugsa um fortíðina, men
eisini um framtíðina, sigur
Tróndur Patursson, tá hann
hugsar um hvønn leiklut
Listasavnið eigur at hava í
samfelagnum.
Spurdur, hvat hann metir
avleiðingarnar vera, um ver
andi støða sleppur at halda
fram, sigur hann:
– So fellur trúvirðið. Savn
ið kann ikki liva við, um 12
listafólk halda seg burtur.
Fyrr ella seinni fer altjóða
pressan at blanda seg upp
í, og hon hevur longu víst
áhuga.
Tróndur Patursson er limur
í 12-mannabólkinum, men
leggur dent á, at sjónarmið
ini eru hansara egnu.
um broytast
Á floksleiðslufundi leygardagin
tók Javnaðarflokkurin avgerð um
ætlaða sølu av Sosialinum
Søla
Jákup Mørk
Javnaðarflokkurin hevur í dag sent út
tíðindaskriv, har flokkurin sigur seg fara
undir eina sølu av fyritøkunum, Sp/f Sosial
urin og Sp/f Húsið. Millum annað verður
sagt soleiðis í skrivinum, sum er sent
fjølmiðlunum í dag.
Høvuðsvirksemið hjá Sosialinum hevur
síðani byrjan í 1927 verið siðbundna
blaðútgávan. Við stóru broytingunum á
fjølmiðlamarknaðinum seinastu árini, eru
virkisøkini tó vorðin alt fleiri í tali.
Menningin av fyritøkuni hevur seinni
árini verið positiv. Bæði fíggjarliga og
innihaldsliga, har vørurnar hjá blaðnum eru
vorðnar eitt alt meira týðandi íkast til ein fjøl
broyttan føroyskan fjølmiðlamarknað. Men
tað er ein sannroynd í dag, at tilknýtið til
ein politiskan flokk kann vera avmarkandi
fyri virksemið hjá Sosialinum framyvir.
Tað er í tíðarinnar anda, at fjølmiðlarnir
skulu vera frælsir og óheftir. Hetta hevur
eisini eyðkent menningina av Sosialinum,
sum í fleiri ár hevur virkað óheftur av
politiskum áhugamálum hjá ánaranum.
Ein loysing frá ánaranum vil í stóran
mun vera ein fortreyt fyri, at fyritøkan kann
halda áfram við teirri positivu menning,
sum hon hevur verið fyri seinnu árini.
Ásannandi hetta hevur Javnaðarflokkurin
tikið avgerð um at selja Sp/f Sosalurin og
Sp/f Húsið.
Tætta tilknýtið millum Sp/f Sosialin og Sp/
f Húsið er orsøkin til, at Javnaðarflokkurin
hevur avgjørt at selja bæði feløgini.
Við atliti til m.a. at tryggja fjølbroytni og
óheftni á føroyska fjølmiðlamarknaðinum
tilskilar Javnaðarflokkurin sær til eina og
hvørja tíð rætt til at góðtaka ella vraka eitt
og hvørt boð..
BLAÐSØLA
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Sum smádrongur gekk hann
hús úr hús á Tvøroyri og
seldi Sosialin – og nú, sløk
fimmti ár seinni, selur hann
aftur Sosialin.
– Tað er við blandaðum
kenslum, at vit, aftaná 80
ára samstarv, selja blaðið,
sigur Jóannes Eidesgaard,
formaður Javnaðarfloksins,
og greiðir frá, at limir og
veljarar nú mugu ásanna,
at flokkurin er komin til
eitt vegamót, og at nútíðin
og menningin av blaðnum
krevja, at eigaraviðurskiftini
verða broytt.
– Um blaðið skal menna
seg frítt, er neyðugt, at vit
sleppa tí. So tað er í eins
stóran mun í kærleika til
blaðið, at vit ganga nútíðar
krøvum á miðlaøkinum á
møti, og vit eru sannførd
um, at sølan bert fer at gagna
blaðnum.
– Leiðslan og starvsfólkini
á Sosialinum hava prógvað,
at tey eru før fyri at reka
fyrrverandi vindeyga hjá
Føroya Javnaðarflokki víðari
við kærleika og virðing, sigur
formaður floksins. Og hann
staðfestir, at sølan eisini
leysgevur orku og pening
í flokkinum, sum kann
verða nýttur til at menna og
modernisera felagsarbeiðið í
flokkinum, samstundis sum
veruleikin hevur prógvað,
at tað í dag ber at reka ein
flokk, uttan at eiga eitt mál
gagn.
– Tað er ikki uppgávan hjá
Javnaðarflokkinum at eiga
og reka fyritøkur. Nú kunnu
vit savna okkum um at føra
politikk, sigur formaðurin
við sorgblíðni.
Blaðið til sølu
Sosialurin til sølu
– Tað er ikki uppgávan hjá Javnaðarflokkinum at eiga og reka
fyritøkur. Nú kunnu vit savna okkum um at føra politikk, sigur
formaðurin