týsdagur 7. februar 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 - 7. februar 2006
20
Á BitTingi um ílegu
gransking í farnu
viku kunngjørdi
Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður, at
tað í næstum verður
lýst eftir leiðara til
Ílegusavnið, sum skal
setast á stovn
Ílegugransking
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Ætlanirnar um ílegugransk
ing í Føroyum er ikki spild
urnýggjar. Orðaskiftið, um
Føroyar skuldu fara undir
ílegugransking, byrjaði
longu í oktober í 1998, men
av tí politiskur meiriluti
ikki tóktist verða fyri ílegu
gransking tá, steðgaði málið
eitt sindur upp.
Almanna- og Heilsumála
ráðið tók tó málið upp aftur
og sendi eitt uppskot til
løgtingslóg um ílegugransk
ing til hoyringar á sumri í
2004, og nakað seinni var
málið lagt fyri Løgtingið.
Fyribilsúrslit tikin
til eftirtektar
Ein stýrisbólkur hjá Bit
land hevur í nøkur ár gjørt
eina forkanning um ílegu
gransking í Føroyum, og tað
var úrslitið av hesi kanning,
ið var lagt fram á BitTingi á
Hotel Føroyum fríggjadagin.
Men stýrisbólkurin var eisini
longu á vári í fjør í landsstýr
inum og greiddi frá fyribils
úrslitunum av forkanningini,
og sambært endaligu forkann
ingini, vóru úrslitini tikin til
eftirtektar í viðgerðini í Løg
tinginum, áðrenn ílegulógin
var samtykt tann 17. mai í
fjør.
Ílegulógin inniber millum
annað, at eitt ílegusavn verður
sett á stovn. Savnið skal verða
ein stovnur undir Almanna-
og Heilsumálaráðnum, ið
skal skipa fyri, at ein vevn
aðarskrá, ein diagnosuskrá
og ein ættarbandsskrá verður
bygd upp í Føroyum. Hesar
skráir skal Ílegusavnið
umsita, og savnið kemur at
hava einkarætt til at fáa til
vega upplýsingar, ið verða
nýttar sum grundarlag undir
ílegugransking í Føroyum.
Ílegusavnið skal móti gjaldi
gera sáttmálar við granskarar
og granskingarfyritøkur um
gransking í upplýsingunum í
skráunum hjá savninum.
Sambært ílegulógini fær
Ílegusavnið einkarætt at gera
sáttmálar um gransking í
vevnaði hjá persónum, ið
eru skrásettir í Føroyum, og
eisini einkarætt at útvega
sær, goyma og handfara
vevnað og diagnosur til
ílegugransking.
Hesin
einkarrætturin tryggjar enda
málið við Ílegusavninum,
sigur landsstýrismaðurin.
Fyri at fáa atgongd til upp
lýsingar úr Ílegusavninum
krevur hetta, at umsøkjarin
hevur eina granskingarætlan,
ið er góðkend av Vísinda
siðsemisnevndini og Dátu
eftirlitinum.
Virkar í 2008
Sum áðurnevnt er ætlanin
hjá Almanna- og Heilsu
málaráðnum at lýsa eftir ein
um leiðara til Ílegusavnið í
næstum, og sambært Hans
Paula Strøm, landsstýris
manni, verður tað hesin,
ið skal fáa savnið upp at
standa.
Ættarbandsskráin, ið skal
gerast verður væntandi gjørd
eftir umleið hálvumøðrum
ári, meðan diagnosuskráin
longu bleiv sett í gongd í
1992 við talgildu landssjúk
lingaskránni, og sum síðani
verður dagførd so hvørt av
granskingarverkætlanum.
Vevnaðarskráin verður bygd
upp so líðandi, sum verk
ætlanir verða settar í verk.
Í lógini um gransking í
mannaílegum stendur, at
tað er landsstýrismaðurin, ið
skal áseta nærri reglur, um
hvørjar treytir skulu vera í
sáttmálum um gransking,
m.a. um menning av før
oyskari gransking, um brúk
av føroyskari arbeiðsmegi,
veitingar og tænastur frá før
oyskum fyritøkum, gjald fyri
tær veitingar og upplýsingar,
sum Ílegusavnið gevur at
gongd til, og part av møgu
ligum inntøkum, sum kann
ingarúrslit hava við sær.
Tað verða játtaðar 8,5 milli
ónir krónur til Ílegusavnið í
2007 og 2008, og Hans Pauli
Strøm segði á BitTinginum,
at savnið væntandi virkar í
2008.
Áhugi er
fyri før
oyskum
ílegum
Stýrisbólkurin hjá
Bitland, sum hevur
gjørt forkanningina
um ílegugransking
í Føroyum, hev
ur í arbeiði sín
um staðfest, at
tað framvegis
er ein ávísur
áhugi millum
heilivágsfyritøkur
at granska í før
oyskum ílegum
Ílegugransking
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í sambandi við arbeiði hjá
sær hevur Bitland verið
í sambandi við fleiri av
teimum, sum í nítiárunum
vóru við í tilgongdini
mótvegis ílegugransking
í Føroyum, sum tó varð
steðgað av politiskum
ávum. Afturmeldingarnar
frá hesum eru ymiskar,
men nakað av áhuga er
framvegis.
Ræður um at
gera skjótt av
Ein av teimum fyritøkun
um, sum á sinni sýndu
føroysku mannaílegunum
áhuga, var íslendska
heilivágsfyritøkan,
DeCODE, sum arbeiðir
við ílegugransking í
Reykjavík.
Í samskifti við Bitland
hevur DeCODE givið til
kennar, at fyritøkan fram
vegis hevur stóran áhuga í
føroyskum mannaílegum,
men at DeCODE bíðar
við at gera meira, fyrr enn
lógarkarmarnir hesum
viðvíkjandi í Føroyum eru
fastlagdir. Men tá ið hetta
er gjørt, hevur íslendska
fyritøkan avgjørt áhuga í
kanna umstøðurnar í Før
oyum nærri.
Serkøn innan ílegu
gransking greiddu á
BitTinginum frá, at tað
ræður um at gera skjótt av
í Føroyum, tí menningin á
økinum er øgilig, og um
vit bíða ov leingi, kann
áhugin fyri føroysku ílegu
num hvørva.
Nú kemur Ílegusavnið
Á BitTinginum fingu luttakararnir at vita, at Ílegusavnið væntandi kemur at virka um eini tvey ár. Peningur er játtaður til savnið í 2007 og 2008.
Mynd: Jens Kr. Vang