týsdagur 7. februar 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 - 7. februar 2006
21
Landsstýrismaðurin
í almanna- og
heilsumálum, ið
hevur ílegugransking
undir sær, segði
á BitTinginum
fríggjadagin, at
landsstýrið hevur
ógvuliga stóran áhuga
í, at tað kemur ferð
á ílegugransking í
Føroyum
Ílegugransking
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Hans Pauli Strøm segði eis
ini, at sjálvur hevði hann
ógvuliga stóran persónligan
áhuga í málinum, og tað
var einki at taka seg aftur
í, at undir framløguni hjá
landsstýrismanninum gjørd
ist tað greitt, at Hans Pauli
Strøm hevur ógvuliga gott
innlit og breiðan kunnleika
um málið.
Løgfrøðiligu karm
arnir stóran týdning
– Høvuðsendamálið hjá okk
um í Almanna- og Heilsu
málaráðnum og í landsstýr
inum sum heild við at seta á
stovn løgtingslóg um ílegu
gransking er, at vit vilja
eggja til og stimbra gransk
arum at fara undir slíka
gransking her á landi. Tað
er ógvuliga umráðandi, at
teir løgfrøðisligu karmarnir
eru upp á pláss, tí annars
fara útlendskar fyritøkur, ið
møguliga hava áhuga fyri at
granska í føroyskum ílegum,
at setast aftur, segði Hans
Pauli Strøm.
Landsstýrismaðurin vísti
í framløgu sínari eitt nú á,
at tað í Føroyum finnast álít
andi ættartalvur fyri umleið
100.000 fólk, sum liva og
hava livað í Føroyum sein
astu 200 árini, og slíkar
upplýsingar hava ómetaliga
stóran týdning í sambandi
við gransking í ílegum. Eis
ini vísti Hans Pauli Strøm á,
at vit í Føroyum hava eina
haldgóða diagnosuskrá langt
aftur í tíðina, og at vit hava ein
landssjúklingaskrá teldutøka
frá 1992, og hetta má metast
sum ein styrkur í sambandi
við ílegugransking
Eisini hevur ættarfrøðiligi
hátturin at finna ílegur stórar
fyrimunir í mun til aðrar
kanningarhættir, tí hann er
skjótari og effektivari, og
tí hesin háttur kann kanna
fólk við ávísum sjúkum í nú
tíðini, og síðani leita aftur
eftir í ættina, í hvønn mun
tey hava ein felags genet
iskan uppruna. Av tí at vit í
Føroyum hava ein ógvuliga
einsháttáðan genetiskan
uppruna, sera neyvar ættar
upplýsingar og haldgóðar
diagnosur, eru Føroyum
serliga væl egnaðar til henda
kanningarhátt, greiddi Hans
Pauli Strøm frá.
Menna granskara
umhvørvi í Føroyum
Ílegusavnið er eisini ein
partur av eini ætlan hjá
núverandi landsstýri um at
menna granskaraumhvørvi í
Føroyum. Hans Pauli Strøm
greiddi á BitTinginum frá,
at landsstýrið longu hevur
játtað nakað av peningi til
at byggja upp eina gransk
arapark, og at meiri peningur
er væntandi.
– Landsstýrið hevur eina
ætlan um, at ein triðingur
av øllum inntøkunum av
einskiljingum av almennum
ognum skulu setast í ein
sentralan granskingargrunn,
sum skal hjálpa til at seta á
stovn eina granskarapark í
Føroyum. Á fíggjarlógini í
ár eru eisini tvær milliónir
settar av til byrja upp á
granskaraparkina, og tann
13. februar verður fundur
um byggiætlan, segði Hans
Pauli Strøm.
Hann legði afturat, at lands
stýrið hevur eitt uppskot
um, at Fróðskaparsetrið
skal mennast til ein lærdan
háskúla, tí sum nú er, snýr
tað seg í ov stóran mun um
undirvísing og í ov lítlan
mun um gransking. Í hes
um sambandi skal størri
dentur leggjast á, at Phd
lestur á setrinum skal verða
í samstarvi við føroyskt
vinnulív, segði Hans Pauli
Strøm.
Stýrisbólkurin, ið arbeiðir
við ætlanunum um eina
granskarapark, hevur eisini
mælt til, at í minsta lagi
trý professorat verða seta
á stovn fyri at fáa gongd á
granskaraparkina.
– Vit skulu skipa karmar
nar soleiðis, at tað verður
lokkandi fyri granskarar
at koma hagar at arbeiða.
Vit vita jú, at tað eru fleiri
føroyingar, ið hava viðkom
andi útbúgvingar, ið ikki
venda heim aftur til Før
oyar eftir loknan lestur, tí
at teimum vanta fakligar
avbjóðingar innan sítt øki,
segði Hans Pauli Strøm.
Landsstýrismaðurin held
ur, at tað hevur stóran týdn
ing, at tá ið ein granskarapark
av álvara kemur í gongd,
skulu granskarar úr Føroyum
taka lut í norðurlendskum
og ES-verkætlanum innan
gransking.
Partur av visjón 2015
Ætlanin við at menna gransk
ingina og granskaraum
hvørvið í Føroyum, er ein
partur av visjón 2015 hjá
landsstýrinum.
Á BitTinginum segði Hans
Pauli Strøm, at landsstýrið vil
menna granskingina sum eitt
strategiskt samfelagsmenn
ingarligt amboð. Hetta skal
gerast við nýggjum gransk
ingarpolitiskum bygnaði,
við einum stórum og sterk
um granskingargrunni, ið
sum áðurnevnt skal fáa burt
urav køkuni í sambandi við
ætlaðu einskiljingarnar, og
við nýggjum granskingar
politiskum átøkum, so
sum stovnsetanini av eini
granskarapark.
Eitt av átøkunum, ið skal
seta ferð á hesa menning,
er, at ein bygnaðarbroyting
av almenna partinum, sum
umfatar vinnuna og gransk
ingarstovnar.
Sum nú er liggja viðkom
andi grunnar og granskingar
ætlanir undir fleiri ymiskum
aðalráðum, men ætlanin hjá
landsstýrinum er, at hetta
skal broytast, so at hesin part
ur allur verður savnaður í
eini felags fyrisiting, ið skal
umfata Vinnuframagrunnin,
Granskingargrunnin, gransk
ingarætlanir og fiskivinnu
royndir.
Ein granskingarnevnd
verður sett á stovn undir
Mentamálaráðnum, og henda
nevnd kemur í veruleikan
um at hava ábyrgdina av
áðurnevndu felags fyrisiting.
Somuleiðis verður eitt nýtt
ráð sett á stovn, sum fær
heitið Føroya Vísindaráð.
Á landsstýrisfundi í dag
skuldi landsstýrið taka støðu
til at seta júst áðurnevnda
Vísindaráð á stovn, og Hans
Pauli Strøm sigur seg vóna,
at tað nú fer at koma ferð
á málið um ílegugansking í
Føroyum, sum hann heldur
kann fáa stóran týdning fyri
føroyska samfelagið í fram
tíðini.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður:
– Landsstýrið vil eggja
til ílegugransking
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, á BitTingi um ílegugransking á Hotel Føroyum farna fríggjadag. Landsstýrismaðurin
greiddi millum annað frá, at innan heilt stutta tíð verður lýst eftir leiðara til nýggja Ílegusavnið
Mynd: Jens Kr. Vang