Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. februar 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nógvir fyrimunir við gransking í Føroyum Nr. 27 - 7. februar 2006 22 Marknaðurin fyri surimi er góður og støðugur. Ein helmingur av fram­leiðsluni hjá Atlantic Navigator fer til Japans, og hin helmingurin verður seldur í Evropu Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Risatrolarin, Atlantic Naviga­ tor, er á veg til lands við fullari last, 1200 tonsum av surimi og 300 tonsum av mjøli. Teir fóru avstað, 18. januar og byrjaðu at fiska 20. januar. Hetta er ein góður túrur hjá skipi og manning – ikki minst, tá ið havt verður í huga, at skipið er umbygt og ikki fór á fyrsta túrin fyrr enn stutt fyri jól. Plattalast Atlantic Navigator tekur undir vanligum umstøðum eini 1600 tons í lastini, men nú vøran stendur á plattum, tekur lastin nøkur hundrað tons minni. At framleiðslan fer í lastina á plattum, ger tað ómakaleysari at fáa vør­ una niður, og tá ið landað verður, er eisini skjótari at fáa framleiðsluna upp úr aftur skipinum. Mánakvøldið hevði At­lantic Navigator 1158 tons av surimi í lastini, og tá var manningin ikki liðug at framleiða. So væl hevur gingið at fisk­að hendan túrin, at mann­ ingin stundum hevur brotið vakt, soleiðis at fiskurin kundi fáast undan. Tá ið mest hevur verið at gera, hevur manningin brotið vakt triðja hvønn dag. Sum skilst, hevur fisk­ur­ in verið hampiliga góður, men nú til várs gýtir svart­ kjafturin, og tá gerst hann meira rak. Góður marknaður Atlantic Navigator leggur veiðina upp í Ánunum, har hon fer í bingjur og síðan av landinum. Væntandi er, at tað fer at taka einar tveir dagar at leggja veiðina upp og gera skipið klárt aftur til nýggjan túr. Skipari hendan túrin var Lion Petersen, og nú farið verður avstað aftur seinni í vikuni, stendur Brandur Nólsoy á brúnni. Sum skilst, er marknaðurin fyri surimi góður og støðug­ ur. Ein helmingur av fram­ leiðsluni hjá Atlantic Navigator fer til Japans, og hin helmingurin verður seldur í Evropu. Surimi verður framleitt og selt í tilsamans fimm sorteringum eftir dygd. Navigator á veg heim við fullari last Millum teirra, ið løgdu fram á BitTing­i­num um ílegu­gransking, vóru danski professarin, Torben Kruse, og vágbingurin Hans Atli Dahl, ið báðir arbeiða innan ílegugransking á Odense Universitets Hospital Ílegugransking Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Torben Kruse greiddi frá, at hansara lið av granskarum heilt avgjørt hevur áhuga í at granska í føroyskum íleg­ um. Teir hava áður saman við eitt nú August G. Wang, sálarlækna, granskað í før­ oyskum ílegum, og data frá hesi kanning eru í dag tøk. Talan var um eina verk­ ætlan, sum á donskum bar heitið ”Identifikation af syg­ domsgener af betyd­ning for udviklingen af psykiatriske sygdomme i den færøske befolkning”. Talan var um eitt danskt-føroyskt sam­ starv, ið bleiv kallað Føroya- projektið. Ógvuliga kon­ sentrerað fólkaslag Hans Atli Dahl segði, at ein av stóru fyrimununum hjá føroyingum er, at føroyska fólkið er ein ógvuliga ”iso­ lera populatión”, og við teim­um ættarbandsligu upp­ lýsingum, sum finnast, er tað rættuliga lætt í mun til aðrastaðnis at finna fram til, hvagani eitt sjúkugen møgu­ liga stavar í eini familju. Eis­ini liva vit føroyingar undir ógvuliga einsháttaðum umhvørvisligum ávirkanum. Hinvegin hava vit sera av­ mark­aðan kunnleika og før­ leika innan ílegugransking í Føroyum. Royndirnar hjá gransk­un­ um við Føroya-projektinum vístu eisini, at teir í fleiri førum høvdu staðfest, nær og hvussu eitt sjúkugen var komið inn í eina familju. Hetta hava granskarar eis­ ini megnað aðrastaðnis í smáum og avsíðis liggjandi sam­feløgum, men av tí at vit í Føroyum eru vestur­lend­ ingar, hava vit ein fyrimun í mun til fleiri av hinum, tí tal­ an er um fjarskotin samfeløg við fólki av øðrum uppruna enn vesturlendskum. Sjálvur hevur Hans Atli Dahl granskað í manna­ íleg­­um, síðani hann tók prógv innan øki í 1997. Á BitTinginum segði Hans Atli eisini, at eftir hansara tykki eru tað góðir møguleikar fyri ílegugransking í Føroyum. – Um tað hevði verið møgu­leika fyri at granska í Føroyum, tá ið eg bleiv liðugur at lesa, so hevði eg flutt heim tá. Men tað vóru tað ikki og eru tað framvegis heldur ikki. Eg haldi tó, at tá ið karmarnir eru lidnir, so finnast nógvir føroyingar, ið hava áhuga í at granska. Tað eru kanska ikki so nógvir, ið her og nú kunnu fara undir at granska, men fleiri ungir føroyingar lesa innan hetta øki, segði Hans Atli Dahl. Atlantic Navigator hevur gjørt ein góðan túr, 1200 tons av surimi og 300 tons av mjøli Mynd: Dávur Winther Torben Kruse, professari, og Ólavur Gregersen, stjóri í Bitland, á BitTinginum um ílegugransking á Hotel Føroyum fríggjadagin. Mynd: Jens Kr. Vang