Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. februar 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hóast billardkapp­ ingin enn ikki er liðug, so ber tó til at siga, at Billardfelag Kaggans liggur væl fyri at vinna í hvussu er 1. deild og møguliga eisini 2. deild Billard tíðindaskriv post@sosialurin.fo Tað ber ikki til at gera enda­ ligu støðuna upp í løtuni, tí einstøk úrslit og dystir mangla. Men taka vit 1. deild so liggur Kaggin á odda. Síðan i kemur Klaksvíkar Billardfelag. Havnar Klubbi er nr. 3 og Suðuroyarliðið aftast. Møguliga tekur Suður­ oyarliðið seg úr kappingini, so torført er í skrivandi løtu at gera stigstøðuna upp. Hóast Kaggin harvið missur síni 18 stig móti Tvør­oyri, so hevur liðið tó vunnið bæði á Havnar Klubba og Klaksvíkar Billard­felag. Kortini eru langt frá allar súðir syftar hjá kaggamonnum, tí bæði klaksvíkingar og Havnar Klubbi kunnu koma at gera kaggamenn heitar um oyrini í returkappingunum. Neyvan fara Kristian Suni úr KBF og Henrik úr HK at lata sær lynda at geva stig til Kaggan. Dystur var í vikuskiftinum millum Klaksvíkar Billard­ felag og Havnar Klubba. Klaksvíkingar vunnu 10-8. Í aðru deild liggur Billard­ felag Kaggans á odda við 56 stigum. Beint í hølunum er Havnar Klubbi við 50 stigum. Síðani kemur Vágs Billardfelag við 46 stigum, Klaksvíkar Billardfelag við 24 stigum og aftast Tvøroyrar Billardfelag við 14 stigum. Tá høvdu trý bestu liðini spælt tríggjar kappingar, með­an klaksvíkingar og tvøra­menn ávikavist 3 og 4 kapp­ingar. So tapti Dráttur Talan varð um sannan gysara, tá ÍF sum fyrsta lilðið megnaði at koppað Drátti í landskappingini Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað ber kanska ikki enn til at tosa um nakran veru­ligan spenning í FM- stríðnum. Men tað var í øllum førum eitt frískt lot í landskappingini, tá ÍF í gjár tók ímóti Drátti í meistaradeildini hjá kvinn­um. Dráttur hevði undan hes­um ikki tapt nakran dyst í landskappingini, og við trygga oddasessinum hevur kósin verið rætt­að beinleiðis móti gull­merkj­ unum. Tað er hon enn, men ÍF fekk tó prógvað, at Dráttur eisini er til at tosa við. Heimaliðið var so ruddi­liga oman á í fyrsta settinum, men eftir hetta gjørdist spenningurin øgi­ligur. ÍF tók eisini næsta settið, men so vant Dráttur seg upp. Í hørð­um dysti tóku tær bæði tey næstu settini, og so varð hálvgum lagt upp til, at oddaliðið enn einaferð skuldi ríða stormin av. Tað megnaðu tær tó ikki hesaferð, og so fekk ÍF tvey týðandi stig í silvurstríðnum. Her eru fuglafjarða­ kvinn­urnar nú ájavnar TB í stigum, meðan SÍ nú er dottið niður á fjórða plássið. Hjá monnunum var eisini dystur á Kambsdali mánakvøldið. Her var Mjølnir á vitjan hjá ÍF, og tóku gestirnir øll stigini við sær. Úrslitini Meistaradeild kvinnur ÍF-Dráttur 3-2 (25-16, 25-23, 22-25, 23-25, 26-14) Meistaradeild menn ÍF-Mjølnir 0-3 (20-25, 15-25, 22-25) Ingi Højsted er fyri fyrstu ferð tikin út til liðið hjá Birmingham, sum mikukvøldið skal spæla í FA Cup. Birmingham hevur nógvar spæl­ arar skadda og leik­bannaðar, og nú er føroyski lands­ liðsspælarin biðin um at gera seg kláran at spæla við besta liðnum Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Ingi Højsted kann koma á vøllin, tá ið Birmingham í kvøld spældir dyst í FA Cup ímóti Reading. Hetta er ein umdystur, eftir at fyrri dysturin teirra millum endaði við javn­leiki, og hesaferð er tað Birm­ing­ ham, sum hevur heimavøll. Ingi Højsted hevur fingið at vita, at hann skal við til dystin í kvøld, og hetta er fyrstu ferð, at hann hevur ver­ið í nánd av 1. liði hjá Birmingham. Nógvir mangla Birmingham hevur nógvar skaðar og leikbann til dystin í kvøld, og venjarin Steve Bruce má eftir øllum at døma síggja burtur frá nógvum av sínum spælarum. Kenny Cunningham, Mart­ in Taylor, Stan Lazaridis, David Dunn, Neil Kilkenny og Mehdi Nafti eru skaddir, og haraftur fáa teir ivasomu Matthew Upson, Olivier Tebily og Muzzy Izzet neyv­ an spælt í kvøld. Chris Sutton og Nicky Butt hava fingið smærri løst­ ir, men teir spæla væntandi í kvøld. Tað kunnu tó hvørki Emile Heskey og Dam­ien Johnson, tí teir eru leik­ bannaðir. Bíða til seinastu løtu Dysturin hjá Birmingham er ímóti sterkasta liðnum í næstbestu ensku deildini, og tí er ikki talan um nakra lætta uppgávu hjá Birmingham. – Vit kunnu koma at mangla nógvar spælarar til dystin týskvøldið, men vit hyggja eftir støðuni seinna­ partin týsdagin, og tá gera vit so av, hvør kann spæla og ikki, sigur Eric Black, ein av hjálparvenjarunum, við heimasíðuna hjá Birm­ ingham City. Ingi Højsted fyrireikar seg í øllum førum til dystin, og um hann verður við í enda­ liga hópinum í kvøld, fæst ikki at vita fyrr enn í sein­ astu løtu. Nr. 27 • týsdagur • 7. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Ingi Højsted tikin út til besta liðið Kaggin á odda í báðum deildum Finalu­ dómarar settir Heri Petersen og Dánjal Samuelsen skulu fyri fyrstu ferð døma steypa­ finalu. Teir báðir skulu døma kvinnu­finaluna um eina viku. Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen døma mansfinaluna Hetta stendur greitt, nú endaligu dómara­áset­ing­ arnar eru settar til steypa­ finalurnar. Tað var kanska ikki óvænt­að, at Eyðun Sam­ uelsen og Andreas F. Han­sen verða settir at døma mansfinaluna. Teir báðir vórðu í fjør kosnir besta dómaraparið í landi­ num, eins og teir eisini vórðu útnevndir altjóða dómarar. Kvinnufinalan er so givin Hera Petersen og Dánjal Samuelsen. Teir báðir hava dømt heilt nógvar dystir higartil í ár – í flestu førum við góðum skoðsmálum. Tí er talan heilt greitt um stórt heraklapp til teir báðar. John Heri Dam til EB/Streym EB/Streymur styrkti sær fríggjadagin um hópin við havnarmanninum John Hera Dam. John Heri Dam er upp­ vaksin í HB, men hann hevur eisini spælt í ávíka­ vist B36 og B68. Á vøllinum trívst John Heri best frammalaga, men hann kann eisini spæla á t.d. vinstra bakki, so tað er ein ógvuliga fjøl­ táttaður leikari, ið sunda­ lagsmenn hava tryggjað sær í dag. Í løtuni er ein nigeriu­ maður, Joseph Odogu, og royndarvenur á Mølini. Odogu er ein bert 21 ára gamal áleypari, ið hevur roynt seg á onkrum ung­dómslandsliði hjá Nigeria. Fyri fyrstu ferð er Ingi Højsted biðin um at gera seg kláran til dyst hjá besta liðnum í Birmingham City