Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. februar 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 27 - 7. februar 2006 Røktarheimið á Mørkini er nýggjur bygningur sum væntandi verður tikin í brúk í mars mánaða 2006. Á heiminum er pláss fyri 32 búfólkum, sum koma at búleikast í fýra eindum við átta búfólkum á hvørjari eind. Heimið er partur av Heimarøktini øki 2 við tilvísing til økisleiðaran. Heimið er bygt út frá einum grundleggjandi tanka um eitt so heimligt og aktivt umhvørvi sum møguligt. Arbeiðsuppgávur eru m.a.: • Vanligt viðlíkahald av bygninginum, útbúnaði og økinum uttanum • Tryggja at el, vatn, hiti og sanitetsviðurskiftini eru í lagi • Tryggja at eldsløkkiskipanin er í lagi • Portørtænasta inni í heiminum • Køkshjálpitænasta Vit vænta av tær, at tú: • hevur handverkaraútbúgving • dugir at arbeiða sjálvstøðugt • dugir væl at samstarva og samskifta við onnur • ert røkin • hevur koyrikort Vit kunnu bjóða: • Góðan møguleika til at brúka tíni skapandi evni • Góða innleiðslu og neyðug skeið til at røkja teknisku útbúnaðin • Eitt heimligt og hugnaligt umhvørvi, har hvør einstakur kennir seg væl Setanarviðurskifti: Starvið er fulltíðarstarv og verður at seta 01. mars 2006 ella skjótast til ber. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Heimarøktina og Ser- forsorgina við setanarstaði í Heimarøktini. Tæn- astustaðurin er fyribils Heimarøktin Vágoy/Norð- streymoy. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sonju Klein, økisleiðara tlf. 333249/282249. Umsókn saman við prógvi, og møguligum við- mælum verður at senda til : Heimarøktin Vágoy/Norðstreymoy Stílað: Sonja Klein, økisleiðari 370 Miðvágur Umsóknarfreist: 21. februar 2006 Heimarøktin og Serforsorgin Heimarøktin Húsavørður Søkt verður eftir húsavørði til Røktar- heimið á Mørkini á Streymnesi at byrja 1. mars ella skjótast tilber Leiðari til Sandoyar Kunningarstovu Søkt verður eftir leiðara til Sandoyar Kunningarstovu at byrja 1. mars 2006. Arbeiðið er umleið hálv tíð á skrivstovuni, men leiðarin skal harumframt vera tøkur uttanfyri skrivstovutíð. Leiðarin er eisini skrivari hjá økisferðavinnufel- agnum. Løn sambært avtalu. Til starvið krevst góður teldukunnleiki, somuleiðis góður kunnleiki til føroyskt og enskt bæði í talu og skrift. Av tí at nógv samband er við Ferðaráð, aðrar kunningarstovur, kommunur og veitrarar, eru samstarvsevni sera týdningarmikil. Tey, ið vilja hava meira at vita um starvið, kunnu venda sær til Lauru Joensen, Skálavík, tlf. 210549. Freistin at søkja er úti 13. februar 2006. Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skal sendast: Sandoyar Kunningarstovu 210 Sandur Vikarur til Nólsoyar skúla Søkt verður eftir vikari fyri lærara í sjúkrafarloyvi, frá 15. februar og 3-4 vikur fram. Nærri fast at vita við at venda sær til skúlaleiðaran tlf. 327033 ella 527119. Gunnvør Joensen, skúlaleiðari Nólsoyar Skúli Innan Almanna- og heilsumálaráðið og stovnum undir tí, við fyribils tænastu á Sambýlunum á Mýrini 4-6 í Hoyvík, er 1 pedagogstarv leyst at søkja til setan 1. mars 2006 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og er arbeiðstíðin 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og roknast skal við morgun-, kvøld-, náttar- og vikuskfitisarbeiði. Sambýlini á Mýrini eru heim hjá 10 vaksnum menningartarnaðum búfólkum. Arbeiðið fevnir millum annað um at vegleiða búfólki í øllum tí, sum tey hava tørv á. At menna hvønn einstakan til at húsast saman í felagsskapi. At skapa trivna og á ein pedagogiskan hátt tryggja búfólkinum menningarmøguleikar og saman við teimum finna útav, hvussu innihaldið í gerandisdegnum skal virka. Dentur verður lagdur á, at tann ið sett/ur verður, hevur evni og vilja at samstarva og samskifta við okkara avvarðandi og starvsfelagar, er sjálvstøðug/ ur, likamliga og sálarliga væl fyri, fleksibul, kreativ/ ur, dámar væl avbjóðingar, er ágrýtin og opin fyri nýhugsan. Løn- og setanartreytir: Starvið er tænastumannastarv, sett sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og lønt stigini, 24, 25, 27, 28 og 30 til 33. Nærri fæst at vita um størvini frá Hans E. Fuglø, leiðara á tlf. 211478. Um eingin pedagogur søkir starvið, verður starvið sett við hjálparfólki sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsókn: Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum v.m. skal sendast til: Sambýlini á Mýrini Att.: Leiðarin Á Mýrini 4-6 188 Hoyvík Umsóknarfreist er 20. februar 2006 kl. 12.00. Heimarøktin og Serforsorgin Serstovnadeildin Pedagogur til Sambýlini á Mýrini Útróðrarbátur til sølu Um hóskandi boð fæst verður útróðrarbáturin M/B »Osla«, Norðdepli, hervið lýstur til sølu við øllum rættindum og loyvum, 106 fiskidagar. Áhugað kunnu ringja á tlf. 221489 ella 220086 Internet Sosialur www.sosialurin.fo in