Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. februar 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 28 - 8. februar 2006 Hendan mánaðin hava fólk høvi at síggja eina aðra síðu av listini hjá Ole Wich. Ikki eitt orð afturat um fobiir – men reyði tráðurin er framvegis ein roynd at síggja/vísa heimin við øðrum eygum. Og fyri fyrstu ferð fær nú eisini Noroyatunnilin pláss í listini Listaframsýning Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo “List snýr seg ikki um, hvat listamaðurin sær, men um hvat hann megnar at fáa onnur at síggja”, hevur onkur sagt. Ein eitt sindur tugd klisjé kanska, men tað er freistandi at koma í tank­ ar um hana, tá tú hyggur at verkunum, sum nógv um­­stríddi listamaðurin Ole Wich sýnir fram í Leikalund í Klaksvík í løtuni. Fá lista­ fólk her heima munnu so ítøki­­liga hava gjørt tað til sítt eyð­kenni at vísa okkum tað væl kenda og vanta á ein hátt, so tað tykist, sum tað er fyrstu ferð vit síggja tað. Mest gjøgnumførda og eft­ ir mínum tykki eisini mest væleydnaða royndin hjá lista­manninum at fáa áskoð­ aran at “síggja” held­ur enn at “hyggja” er mynda­røðin “Stæreblind”. Tað for­vitnis­ liga við hesum seks graf­ isku prentunum er, at tað gongur ein løta, áðrenn tú fært teg at trúgva, at hetta veruliga er okkara heimligi stari. Í løtum minnir hann mest um ein stríðshugaðan gamm, á øðrum myndum er umhvarvið mest at líkna við eina hábærsliga ørn. Tú undrast, hyggur einaferð aft­ urat og byrjar at skilja lista­ mannin, tá hann sigur, at so leingi vit bara síggja, tað vit vilja síggja, eru vit syrgiliga starblind Ole Wich minnir í hesum viðfangi á, at øll okkara fat­ an av umheiminum er grund­ að á einfaldan – eitt slag av yvirlivilsisstrategi hjá heil­ anum, so vit skjótt og lætt kunnu fanga, tað vit síggja. Tí síggja vit sum oftast bert eina einfalda svart/hvíta skugga­mynd av einum lítl­ um fugli, tá vit síggja ein stara. Vit geva okkum ikki far um øll tey smáu frábrigdi í rørslum og flogi, sum vísa, nær hann er glaður, svangur, bangin, hevur hug at para seg ella hvat nú hoyrir ein­ um staralívi til. Tað eru frá­ brigdi sum hesi, Ole Wich hevur roynt at síggja og av­mynda, ein vetur hann gekk og fóðraði stararnar í havanum hjá grannanum, meðan hann tók myndir av teimum. Myndatólið hevur nevniliga tann eginleika fram um okkum menniskju, at tað ikki frammanundan hevur gjørt av, hvussu starin eigur ella plagar at síggja út. Víst kanst tú manipulera við myndatólinum, men í hesi røðini hevur listamaðurin brúkt tað sum eitt slag av triðja eyga, sum sær tað, vit annars ikki síggja. Norðoyatunnilin inn í listina Meðan “Stærblind” mest er at líkna við eina neyva skráseting av veruleiknum, sum hann sær út, er listarliga tilgongdin í verkinum “Frá nót til alnót” ein heilt onnur. Verkið er gjørt úr ymsum til­ fari og sett saman av trimum myndum sum ein kollaga, ið ímyndar Klaksvík fyrr og nú. Fyrsta myndin er dimmlitt, har ein svørt nót er spent út yvir alla myndina. Ovast í vinstra horni er límað ein fliða. Hetta er neyvan av til­vild, um tú hugsar um, at nettupp fliður eru eyðkendar við ongantíð at flyta seg Við verkinum “Frá nót til alnót” skrivar Ole Wich Norðoyatunnilin inn í føroyska listasøgu Við øðrum eygum “Modern Times”: Framtíðin kann kennast sum ein ræðandi reyð klemma, sum kroystir teg um høvdið. Men klemmir kunnu eisini brúkast til so nógv annað ....