mikudagur 8. februar 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 8. februar 2006
3
langt burtur frá sínum nær
umhvørvi. Her er týðiliga
talan um eitt umhvørvi, sum
bæði mentalt og ítøkiliga er
bundið at og av fiskanótini.
Sjónarringurin er trongur, tó
ikki trengri enn at framtíðin
hómast í bláligu strálunum
kring káma tunnilsmunnan
og vantandi høgru síðu
rammu, sum leiðir inn í
næstu mynd. Her er eisini hol
komið á nótina og í staðin
lýsir tunnilsmunnin nú upp
í myndini sum ein ovurbjørt
sól. Í holinum daga upp
møguleikarnir og framtíðin,
sum á triðju myndini hava
fingið skap av einum glo
bus. Nótin er ikki longur
gjørd úr tráði, men er teknað
kámt á myndina. Hennara
leiklutur er minkaður í takt
við, at ein onnur nót hevur
tikið yvir, alnótin í skapi
av eini ørgrynnu av leidn
ingalíknandi tráðum, sum
halda heiminum saman.
Ella Klaksvík sum part av
algerðini, tí samstundis
ímyndar kollagan búmerkið
hjá Klaksvík.
Modernaðar tíðir
Verkið “Frá nót til alnót” er
gjørt til júst hesa framsýning
ina í Leikalund í Klaksvík.
Nú hann skuldi sýna fram í
Klaksvík, helt Ole Wich tað
vera eyðsæð at royna seg við
einum verki, sum á onkran
hátt imyndar tað, sum so
leingi mest sum hevur fylt
alt í hugaheiminum hjá norð
oyingum
– Tankin um fasta sam
bandið er jú bæði ræðandi og
ómetaliga spennandi, so tað
sigur seg sjálvt, at hann fyllir
nógv. Sum stemningurin er
beint nú, sært tú næstan
fyri tær, hvussu flestu norð
oyingar fara at hoppa og
dansa í ovurkæti tann dagin,
tunnilin letur upp. Men hvat
so, tá ein tíð er frá liðin, og
norðoyingar ikki longur eru
“vardir” frá umheiminum?
Fer holið tá at kennast sum
ein hóttan ella fara fólk at
duga at brúka nýggju møgu
leikarnar?, hugleiðir Ole
Wich, sum ógvuliga hósk
andi hevur hongt “Frá nót
til alnót” upp við síðuna
av lítlu kollaguni “Modern
Times”, har ein modernað
reyð plastikk klemma hevur
kroyst seg um høvdið á eini
gamaldags træklemmu. Tað
er so ein máti at ímynda sær
modernaðu tíðirnar - men
reyðar plastikk klemmir
kunnu jú, sum kunnugt, brúk
ast til so mangt. Tað veldst
um eyguni, ið síggja ...
Framsýningin hjá Ole
Wich í Leikalund verður at
síggja allan februar mánað.
– Myndatólið hevur ikki, sum vit menniskju, gjørt av frammanundan, hvussu ein stari plagar at
síggja út, sigur Ole Wich, sum við grafisku myndarøðini “Stæreblind” vísir okkum staran, sum
vit ongantíð hava sæð hann fyrr