Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. februar 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 28 - 8. februar 2006 Í vikuni fekk 8.a. á Venjingarskúlanum í Havn at vita, at tey vóru komin í hálvfinaluna í eini norðurlendskari støddfrøðiskapping. Undan hálvfinaluni skulu tey gera eina verkætlan, sum snýr seg um støddfrøði og samskifti Skúlakapping Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Kappingin, sum 8.a. tekur lut í, eitur KappAbel, og er hon gjørd fyri at økja um áhugan fyri støddfrøði millum skúlanæmingar. Hava staðið seg væl Fyri at koma so langt, sum tey nú eru komin, hava næmingarnir í 8.a. á Venjingarskúlanum havt tvær stórar rokniuppgávur, sum tey loystu í ávíkavíst november mánað í fjør, og so í farna mánað. Uppgávurnar vóru loystar í bólkum, og so skuldu bólkarnir í felag koma ásamt um, hvussu endaligu loysnirnar skuldu verða. Møguleiki var at fáa upp til 40 stig , og í fyrru uppgávuni fekk 8.a. fult stigatal, og í seinna førinum fingu tey 38 stig, so ikki kann sigast annað, enn at tað hevur gingið væl. Á Venjingarskúlanum duga tey ikki at siga, hvussu nógvir føroyskir skúlaflokkar hava verið í kappingini, men nú er so gjørt av, at tað verður 8.a., sum síðst í apríl mánaða verða við í donsku hálvfinaluni í Lyngby. Tá fara fýra næmingar úr 8.a. til Danmarkar at umboða flokkin og leggja verkætlanina fram fyri dómarunum. Góður flokkur Lærarin hjá 8.a., Ann Mari Jensen, sigur, at talan er um ein stak góðan flokk, har næmingarnir eru javnt góðir. – Tey duga væl, og tey hava arbeitt stak væl í sambandi við hesa kappingina. Vit hava roynt at býtt bólkarnar soleiðis, at tað hava verið ein blanding av góðum roknarum, skapandi fólkum og øðrum í øllum bólkum, sigur Ann Mari Jensen. At 8.a. er ein dugnaligur flokkur er einki at taka seg aftur í, tí fýra næmingar úr flokkinum hava nýliga verið Lego League í Noregi. Tey fara í næstum undir at gera verkætlanina til hálvfinaluna. Verkætlanin skal snúgva seg um støddfrøði og samskifti, og Ann Mari Jensen dylur ikki fyri, at tað er ein ordans avbjóðing, ið nú stendur fyri framman. Um tað skuldi enda við, at 8.a. vann donsku kappingina, stendur stóra norðurlendska finalan fyri stavn. Hon verður í Trondheim í Noreg, og um so er, verða tað tá fýra aðrir næmingar úr 8.a., ið tá fer at umboða flokkin. 8.a. við í norðurlendskari støddfrøðiskapping Teir fýra næmingarnir, sum skulu umboða 8.a. í støddfrøðiskappingini í Danmark. Frá vinstru eru tað Margar Berg, Jaspur Enghamar, Helena Danielsen og Lilja Dahl. Mynd: Jens Kr. Vang Fyrrverandi høvuðskokkurin á Hotel Hafnia, Uni Gullfoss, er nú settur í starv hjá Café Natúr og Rex, og hetta fara ikki minst gestirnir á Café Natúr at merkja. Matstovuvinna Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Við setanini av Una Gullfoss halda bæði núverandi eigarin av Café Natúr, Havgrímur Johannesen, og komandi eigararnir, sum taka yvir 1. apríl, at caféin veruliga hevur møguleikan at bjóða øðrum matstovum av. Góðska fyri lítlan pening – Við Una hava vit fingið nógv fleiri møguleikar. Til dømis bjóða vit nú kundum okkara ein “frokostborðisk” við øllum møguligum góðum. Talan er um eitt nú sild, rækjur, egg, oksafilet, høsnarungabringu og annað gott, og so sjálvsagt bæði rugbreyð og franskbreyð afturvið, og góðskan er fyrstaflokks. Ein slikur frokostur kostar einans 69 krónur, so eg haldi róliga, at eg kann siga, at vit nú bjóða kundum okkara gourmetmat til skundverðaprís, sigur Havgrímur Johannesen. Dansistøðini Eclipse og Rex hoyra undir sama samtak sum Café Natúr, og í Rex er stórur køkur, ið Uni Gullfoss eisini kann n‡ta til at gera mat til størri bólkar, sum til dømis kunnu hava eina veitslu í eitt nú Rex. – Vit fara eisini at skipa fyri ymsum evniskvøldum í Café Natúr, og tað fyrsta verður nú um eini 2-3 vikur, tá ið vit fara at borðreiða við vistfrøðiligum oksakjøti úr Bø. Uni fer at gera sjey ymiskar rættir burtur úr kjøtinum. Hesi kvøld verða tó avmarkað, so at einans okkurt um 60 fólk kunnu verða við. Luttakararnir til slík kvøld fáa eisini fría atgongd til annaðhvørt Rex ella Eclipse sama kvøld, greiðir Havgrímur Johannesen, sum heldur, at nú teir hava sett Una Gullfoss í starv, er tað bert hugflogið, ið setur mark. Skjótt fyrrverandi eigarin og stjórin í Eclipse, Rex og Café Natúr, Havgrímur Johannesen, er í løtuni í ferð við at seta Poul Arna Jacobsen inn í fyritøkurnar, so at hann kann taka við sum stjóri tann 1. apríl. Mynd: Jens Kr. Vang Í sambandi við at tríggir ungir mans hava keypt tey bæði dansistøðini Eclips og Rex, umframt Café Natúr, er nýggja leiðslan farin í læru hjá gomlu leiðsluni. Teir tríggir nýggju eigararnir, Hans Jørgen Djurhuus, Eyðun Simonsen og Poul Arne Jacobsen, hava gjørt av, at tað verður Poul Arne, ið framyvir skal verða stjóri á teimum trimum støðunum. Í hesum sambandi hava teir gjørt eina avtalu við núverandi eigaran og stjóran, Havgrím Johannesen, at Poul Arne skal fylgja honum í hansara dagliga arbeiði fram til eigaraskiftið, sum verður tann 1. apríl. tn Nýggja leiðslan í læru Gourmetmatur til skundverðaprís Uni Gullfoss hevur áður kokkast í køkinum á Hotel Hafnia og Hotel Føroyum, men nú er tað so køkurin á Café Natúr, ið er arbeiðsplássið hjá honum. Mynd: Jens Kr. Vang