Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. februar 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

At umskipa Lista- savnið til landsstovn er ikki nøkur einføld uppgáva, og ein sjálv- sognarstovnarstovnur má niðurleggja seg sjálvan, um hetta er ætlanin. Tað er støð- an, Jógvan á Lakjuni hevur til atfinningar- nar hjá Tróndi Pat- ursson ímóti bygn- aðinum á Listasavni- num LIST Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Í Sosialinum í gjár var sam- røða við listamannin Trónd Patursson, sum er við í 12- mannabólkinum, ið hevur tikið seg úr felagnum Før- oysk Myndlistafólk. Tróndur Patursson fýltist á sjálvan bygnaðin á Lista- savni Føroya, og heitti á politiska myndugleikan um at broyta viðtøkurnar fyri Listasavnið. Hann helt tað ikki vera rímiligt, at ein sjálvsognar- stovnur umsitur ogn Føroya fólks, sum hann tók til, og sipaði til alla ta listina, ið savnið eigur og keypir. Tí skeyt hann upp at skipa Listasavnið eftir sama leisti sum t.d. Forn- minnissavnið, har leiðarin ella stjórin verður settur beinleiðis av landsstýris- manninum og ikki av eini nevnd í einum sjálvsognar- stovni. Heldur ikki metti hann samansetingina av nevndini vera listaliga trú- verda. Ikki aktuelt Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina samrøðu við mentamálaráðharran, Jógv- an á Lakjuni, í dag, men í skrivi til Sosialin, hevur hann hesa viðmerking: "Fyri nøkrum árum síðan varð byrjað at endurskoða viðtøkurnar fyri Listasavn- ið. Hetta arbeiðið er tíverri steðgað upp, men eg fari at taka spurningin um endur- skoðan upp við nevndina í næstum. Spurningurin um at um- skipa Listasavnið til ein landsstovn er ikki so ein- faldur. Orsøkin er tann, at Listasavnið er ein sjálvs- ognarstovnur. Ein sjálvs- ognarstovnur má í givnum føri sjálvur taka avgerð um at niðurleggja seg sjálvan. Hetta er ikki nakað eg sum landsstýrismaður kann taka avgerð um. Spurningurin um at gera Listasavn Føroya til lands- stovn er tí ikki aktuellur í løtuni." Í dag fekk Jóhanna Reginsdóttir av Steinum 60.000 krón- ur í gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Jóhanna hevur fingist við ull og binding, síðani hon var smágenta og hevur seinastu árini nomið sær útbúgving innan sniðgeving í London LEGAT Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Í morgun varð landsins størsti gávustyrkur, Gávu- góðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum, latið tí 25 ára gomlu listakvinnuni Jóhonnu Reginsdóttur av Steinum. Jóhanna er snið- gevi og nemur sær útbúgv- ing á Central Saint Martins College of Art and Design. Í nevndini fyri grunnin sita rektarin á Fróðskapar- setrinum, Jóan Pauli Joen- sen, sum er formaður, for- maðurin í Føroya Lærara- felag, Magnus Tausen, og forkvinnan í LISA, Jenny C. Petersen. Av tí at tað barst for- manninum frá at vera til staðar til sjálva handanina, las setursskrivarin, Annika Sølvará, heiðursrøðu, sum formaðurin hevði skrivað. Í røðuni varð m.a. sagt, at "Jóhanna Reginsdóttir av Steinum er ríkt gávað við skapandi evnum - bæði til hendurs og hugflog. Frá heilt ungum árum hevur hon havt áhuga í og fingist við ull, binding og at snið- geva pløgg. Við studentsprógvi úr Hoydølum og góðum um- mæli av verkætlan um ull, binding og sniðgeving á lista/evnisbreytini, var leiðin løgd til mótamekkaið London. Har valdi hon at útbúgva seg innan sniðgev- ing í binding, fyrst á á London College of Fashion og síðani á Saint Martins College of Art and Design, har hon er nú. Jóhanna er ein dugnalig- ur handverkari og ein evna- ríkur sniðgevi. Hon er ný- skapandi og original í sín- um úttrykki. Við rótfesti í føroysku mentanini innan binding og ullararbeiði megnar hon á listarligan hátt at sambinda tað sið- bundna við tað modernaða - og úr hesum skapa nakað nýtt og sermerkt. Hon arbeiðir á einum dynamiskum øki, sum ligg- ur á markinum millum list og handverk. Tað er fyri at Jóhanna skal fáa umstøður at menna seg hesum listar- liga øki, at Grunnur Thor- valds Poulsen av Steinum letur henni hesa gávu". Møguliga aftur hendanvegin Í røðuni varð eisini nevnt, at nógv verður tosað um at menna tað føroyska sam- felagið, og at tey, sum í dag í nógvum førum vinna mestan pening til sítt land, eru tey, sum duga at skapa, tað veri seg við orðum, tón- leiki, litum ella tekstilum og ull. Sjálv sigur Jóhanna ikki vísa aftur, at hon ætlar sær at koma aftur hendanvegin eftir lokna útbúgving. Í september í fjør tók hon lut á ráðstevnu í Norðurlanda- húsinum í sambandi við til- takið Gluggaglæma, har hon á ein sera livandi hátt hugleiddi og greiddi frá um mótasniðgeving í binding. Hetta er sættu ferð, at gávugóðs verður handað úr grunninum síðani 2001, og hava ung listafólk innan fleiri listagreinir fingið styrk haðani. Summi ár hava fleiri fingið styrk, men í ár var tað bert ein, og fall valið á ein sniðgeva. Thorvald Poulsen var annars garðyrkismaður í Havn. Hann stovnaði gávu- grunnin, tí hann vildi geva ungum við listaligum gáv- um møguleika at menna seg, tó uttan at greina út í æsir og áseta treytir, hvussu hetta skuldi fara fram. Thorvald var føddur í 1912, og hevði verið 94 ár í dag. Nr. 28 - 8. februar 2006 5 Mentamálaráðharrin fær ikki umskipað Listasavnið - Ein sjálvsognarstovnur má í givnum føri sjálvur taka avgerð um at niðurleggja seg sjálvan. Hetta er ikki nakað eg sum landsstýrismaður kann taka avgerð um, sigur Jógvan á Lakjuni Jóhanna fekk landsins størsta gávustyrk – Jóhanna er ein dugnaligur handverkari og ein evnaríkur sniðgevi. Hon er nýskapandi og original í sínum úttrykki. Við rótfesti í føroysku mentanini innan binding og ullararbeiði megnar hon á listarligan hátt at sambinda tað siðbundna við tað modernaða - og úr hesum skapa nakað nýtt og sermerkt, varð m.a. sagt í grundgevingini Mynd: Álvur Haraldsen Jóhanna Reginsdóttir av Steinum við heiðursbrævi- num, hon fekk á sjálvum føð- ingardegi Thorvalds Poulsen av Steinum Mynd: Álvur Haraldsen