Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. februar 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 28 - 8. februar 2006 Sonja Klein, prestur, og maður hennara, Holger Arnbjerg, vóru stødd í Egypta­landi, tá ófriðurin og øðin mótvegis Danmark kyknaði Miðeystur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Hóskvølið komu Sonja Klein sóknarprestur í Havn, og maður hennara Holger Arnbjerg heim aftur av ferð í Egyptalandi, har tey vitjaðu Sinaihálvoynna. Vit hava prátað við Sonju um ferðina og um hennara fatan av støðuni. Og hon leggur fyri við at greiðir frá, at tá tey fóru úr Føroyum 26. januar høvdu tey onki hoyrt um tekningarnar ella ófrið millum Danmark og arabisku londini, men, at tey so við og við á ferðini fingu alt fleiri boð um ófrið. – Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri Egyptalandi og seinastu fimm árini havi eg vitjað landið tríggjar ferðir. Hinar báðar ferðirnar vóru til ávikavist í Cairo og Luxor, greiðir Sonja Klein frá. Og hon frøist um, at hon og maðurin náddu heim aftur til Føroya, áðrenn teir veruligu bardagarnir brustu á, eitt nú í Sýria og Libanon. Danir vórðu sviar Fystu ferð eg gjørdis varug við, at eitt hvørt var á vási, var ígjøgnum sjónvarps­ rásina BBC, sum eg hugdi eftir á hotelkamarinum. Har kom ein lítil viðmerking um, at øll arabisku londini høvdu boykotta danska virkið Arla, sigur Sonja og leggur aftur­at, at so hvørt sum ferðin leið, komu fleiri ábendingar um, at luttakararnir í ferðalagn­ um skuldu ikki skelta við, at teir vóru danir. – Ein dagin fóru vit eina drúgva bussferð niðan á Sinaifjallið. Bussferðin vardi tríggjar tímar, og á vegnum vóru eini sjey checkpoints, har vit skuldu vísa pass og samleikaprógv. Vit høvdu tá fingið boð um ikki at skelta við at vit vóru danir. Á bussferðini upp­ livdu vit, at allir danirnir søgdu seg vera sviar, og vit bæði Holger søgdu okkum vera úr Faroe Island, og so var alt í lagi, sigur Sonja Klein. Spurd um tey vóru bangin, sigur hon, at tað vóru tey ikki, men at nakað av skjálvta var á ferðalagnum og at hýrurin sum heild var nakað tryktur. Muslimar út um mark Men hvat heldur prestur um at Jyllands Posten prentaði tekningar og gjørdi gjøldur av Muhammed profeti? – Vit eru so von við, at fólk gera gjøldur við religiónini. Til dømis kenna vit tað frá bretska skemtibólkinum Monty Pyton, og teir duga at skemta uttan at fara um mark, heldur prestur, sum harafturímóti metir, at muslimarnir, sum fara út á gøturnar at brenna niður ambasadur og lova heilagt kríggj, fara langt út um mark. – Hetta er eitt tekin um, at innanhýsis trupulleikanar í nógvum muslimskum londum eru so stórir, at neyðugt er at finna felags fíggindar, sum fólk kunnu argast inn á. Hetta kenna vit eisini frá okkara heimsparti. At Danmark verður synda­ bukkur er tilvild og sam­ stundis eisini so sera lætt sloppið, sigur hon. Og hon vísir á, at amerikanarar í Irak hava brent Koranir úti á gøtunum, men at USA er so stórt, at tað er lættari at senda vreiðina á eitt lítið land. Kristin verða forfylgd Sonja Klein undrast á, at muslimarnir argast, tá onnur vanvirða teirra trúgv, tí, sum hon sigur, so eru kristin í muslimskum londum mest forfylgdi trúarbólkur í heiminum. – Tey brenna bæði kirkjur og krossar í miðeystri, og vit minnast hvussu muslimar knústu buddastandmyndir í Afghanistan. So eg skilji ikki rættiliga, at tey eru so sár, sigur Sonja Klein, prestur. Vit vinna við viti og skili Og hon vísir á, at Danmark og kristni heimurin sum heild bert hevur eitt amboð at koma burturúr knípuni. – Vit lesa, at við góðum, vinna vit á tí ónda. Og tá vit eru gávað við viti og skili, so mugu vit brúka tað til at koma til sættis við tey, sum ynskja okkum ilt. Í gamla testamentið lósa vit, at ósemjur verða loystar við hevnd, men við Jesus lærdu vit, at vegurin er fyrigeving, og at vit skulu venda hin kjálkan til. Hetta merkir ikki, at vit skulu vera býtt ella naiv, men, sum Paulus so ofta vísir á: brúka okkara skil og samvitsku. Frælsið í hásæti Sonja Klein leggur stóran dent á, at vit í vesturheiminum hava tali- og skrivifrælsi. – Viðhvørt haldi eg at vit eru ov tolin og at tolsemið nærkast líkasælu. Vit mugu ongantíð fara niður á teirra støðið, har frælsi og tol­semi ikki verður virt, sigur Sonja Klein, og hon slær fast: – Eg góðtaki ikki, at fólk brúka harðskap. Vit hava skyldu til at brúka okkara vit og skil og diplomatisku evnir til at finna eina loysn á ósemjuni. Við góðum vinna vit á tí ónda Sonja Klein sigur, at tá vit eru gávað við viti og skili, so mugu vit brúka tað til at koma til sættis við tey, sum ynskja ilt yvir okkum Tíðindaskriv Í sambandi við, at arbeiðs­ bólkurin, sum hevur skrivað álit um ung í Tórshavnar kommunu er liðugur við ar­beiðið, verður álitið handað í Margarinfabrikkini hósdagin 9. februar kl. 18.30. Innihaldið í álitinum er grundað á: • Vitjanir og samrøður við fólk og feløg, sum hava samband við ungdómin • Workshop um ung­ dómspolitikk á ung­dóms­ ráðstevnu á Hás­kúl­an­um • Kanning av trivnaði, nýtslu og ynskjum hjá næmingum í fram­halds­ deildini “Hóast meirilutin ballast nakað nógv í vikuskiftunum, so trívist fleirtalið væl ella hampiliga væl. Tey flestu hava vinir at fylgjast við og onkran at práta við, tá tey hava trupulleikar. Tey ganga til ymisk frítíðarítriv, eru ikki misnýtarar av rúsevnum, og tey hava góðar vónir um framtíðina. Týdningarmest í lívinum eru vinirnir, familjan, tónleikur, ítróttur og fartelefonin. Toppskorarar innan mistrivnað eru dansiviðurskiftini, tørvurin á ungdómshúsum og skúlarnir, og tey ungu leggja ikki fingrarnar ímillum, tá tey verða biðin um at siga sína hugsan um hesi viðurskifti.” Úr álitinum: ÁLIT UM UNG “Vertshúsið hevði verið perfekt til eina hugnaliga og kula café fyri tey, sum eru 16 ár og eldri, har tey kunnu koma og hugna sær. Í caféini kann skipast fyri ymiskum virksemi, so sum temakvøldum, livekonsertum, dansi og jamsession. Eisini skulu nýggir bólkar sleppa framat. Caféin skal ikki vera eitt ballingarstað, og ung, sum eru sjónliga ávirkaði sleppa ikki inn. Tað skal vera ein bólkur av ungum, sum saman við einum vaksnum leggur tiltøk og virksemi til rættis. Ung skulu arbeiða á caféini, men ein vaksin skal altíð vera hjástaddur. Umráðandi er, at tað eru ung, sum eiga og standa fyri caféini” Hugskot frá ungdómspolitikarum á ungdómsráðstevn Handan av álitið um ung www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Lesið -so eru tit við!