mikudagur 8. februar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 8. februar 2006
7
Gøta
stuðlar
Leirvík
– Landsins myndug
leikar eiga altíð at
sýna ynskjunum
hjá lokalu myndug
leikunum ans,
heldur Gøtu
kommuna
Vegaføring
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á heimasíðuni hjá Leirvíkar
kommunu liggur ein greina
stubbi, sum sigur, at Gøtu
kommuna gevur Leirvíkar
kommunu sín fulla stuð
ul í krøvunum um at fáa
eina fyri Leirvíkar bygd
nøktandi loysn á vega
føringini í sambandi við
Norðoyatunnilin.
– Landsins myndugleikar
eiga
altíð
at
sýna
ynskjunum hjá lokalu
myndugleikunum ans, tá
nýggjar farleiðir verða
stungnar út í kortið. Lokalu
myndugleikarnir hava best
skil fyri virkseminum í
gerandisdegnum, og tað eru
lokalu myndugleikarnir, ið
eru frægast at stinga út í
kortið framtíðarvirksemið
í økinum.
Og lagt verður aftrat:
– Við at ganga ynskinum
hjá Leirvíkar kommunu
á møti, kunnu landsins
myndugleikar í verki
s‡na, at teir virða ynskini
á staðnum og soleiðis eru
við til at skapa møguleikar
hjá Leirvíkar kommunu
at virka og mennast eftir
egnum fyritreytum.
– Tað liggur lítið eftir,
tá ið tú framleiðir
upsa, men við rími
liga stórum nøgdum,
hongur framleiðslan
so nøkulunda sam
an, sigur stjórin í
Tavuni, Jóan Magnus
Rasmussen
Framleiðsla
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á Tavuni í Leirvík hava tey
havt úr at gera við upsanum
í vetur.
Í summarhálvuni arbeiða
tey gulllaks, og í vetrarhálvuni
arbeiða tey upsa.
Jóan Magnus Rasmussen
sigur, at higartil í ár hava tey
arbeitt at kalla hvønn dag.
– Tað vóru einir tríggir
dagar í januar, at einki
arbeiði var á virkinum.
Síðan hevur eingin steðgur
verið í framleiðsluni.
Tvær vaktir
Hann vísir á, at tey arbeiða
við tveimum vaktum frá
mánadegi til og við hósdag,
og á báðum vaktunum eru til
samans eini 70 fólk. Fríggja
dag verður so bert arbeitt við
einari vakt.
Jóan Magnus sigur, at tað
hevur gingið rímiliga væl
at fáa fatur á upsa í hesum
árinum.
– Vit keypa óskyldan upsa
og skilja hann sjálvi. At kalla
allur upsin á marknaðinum
er óskyldur, leggur hann
aftrat.
Tavan virkar upsan til
portiónir, og hjáframleiðslan
er blokkur, men hetta er ein
lutfalsliga lítil partur.
– Vit selja framleiðsluna
sjálvi, og størsta keypara
landið av upsavørunum er
Frakland.
Jóan Magnus sigur, at tá
ið ræður um gulllaksin, er
Noreg tað landið, sum keypir
størstu nøgdirnar.
– Men vit selja eisini
nakað av upsa og gulllaksi
til onnur norðurlond, leggur
hann aftrat.
Gulllaksur
Stjórin sigur, at nú rávøru
prísurin á upsa er væl hægri,
enn hann var um hesa tíðina
í fjør, verður helst neyðugt,
at ráfiskaprísirnir á gulllaksi
eisini fara nakað upp.
– Vit vita ov lítið um
marknaðarprísin á gull
laksavørunum í løtun, men
prísirnir hava verið uppeftir
gangandi í ár.
Jóan Magnus Rasmussen
sigur seg vóna, at tey
kunnu fara undir gulllaksa
framleiðsluna longu í apríl.
– Fýra skip, Stjørnan og
Polarhav og Vesturbúgvin
og Eysturbúgvin, plaga
at royna eftir gulllaksi í tí
betru hálvuni, og eg vóni, at
soleiðis eisini verður í ár.
Skal loysa seg
Hann vísir á, at tað á hvørjum
ári er soleiðis, at teir, sum
eiga skipini, meta um, hvørt
tað loysir seg at leggja um til
gulllaks ella ikki.
– Jú, hetta er uppi og
vendir á hvørjum ári, men
vit vóna, at ráfiskaprísirnir
í ár kunnu verða á einum
slíkum støði, at skipini aftur
í ár fara at leggja seg eftir
gulllaksi, sigur Jóan Magnus
Rasmussen.
70 fólk arbeiða upsa á Tavuni
– Útbyggingar hava
verið upp á tal av og á,
men tær útbyggingar,
sum Tavan kann
gera, eru suðureftir
og omanfyri verandi
bygning. Niðanfyri
eru ikki stórir
møguleikar, sigur
felagið í skrivi til
myndugleikarnar
Leirvík
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í sambandi við borgarafund
in, sum verður í Leirvík
fríggjakvøldið um vega
føringina í sambandi við
Norðoyatunnilin, hevur lít
ið verið at frætt um, hvat
vinnulívið í Leirvík heldur
um hetta mál.
Tað er tó eingin loyna,
at leiðslan í Tavuni, sum
er gulllaksa-og upsavirkið
í Leirvík, yvirfyri myndug
leikunum hevur gjørt vart
við síni sjónarmið.
Í brævi, sum felagið hevur
sent landsstýrismanninum í
vinnumálum, Bjarna Djur
holm við avriti til Leirvíkar
bygdarráð, vísir Tavan á
fleiri viðurskifti, sum tala
ímóti fjøruloysnini.
Órógv undir bygging
Við tunnilsloysnini omanfyri
Tavuna, væntar felagið ikki,
at hendan kemur at órógva
arbeiðið, tá ið hon er framd,
men meðan verkætlanin
verður framd, stúrir felagið
fyri, at nógv órógv verður.
– Vit vænta, at ferðslan til
og frá Tavuni verður tarnað,
eins og hetta kemur at ganga
útyvir parkeringsplássið hjá
arbeiðsfólkunum. Haraftrat
kunnu vit vænta avbrot í
sambandi við umlegging av
vatnveiting, el-kaðlum og
øðrum.
Felagið væntar, at ein
vegaføring – uttan tunnil
– omanfyri Tavuna hinvegin
kemur at órógva rættiliga
nógv.
Her væntar felagið, at
ein stórur partur av økinum
sunnanfyri Tavuna verður
brúkt til veg, sum kemur
at skerja arbeiðsøkið mun
andi.
–
Tær
útbyggingar,
sum Tavan kann gera, eru
suðureftir og omanfyri
verandi bygning. Niðanfyri
eru hinvegin ikki stórir
møguleikar fyri útbygging.
Útbyggingarætlanir
Felagið vísir á, at útbyggingar
hava verið upp á tal av og
á.
– Um bygt verður oman
fyri verandi bygning, kem
ur hetta at ganga útyvir
parkeringsøkið.
Í skrivinum til lands
stýrismannin við avriti til
Leirvíkar kommunu heitir
Tavan staðiliga á partarnar
um at taka málið upp til
nýggja viðgerð og saman
finna bestu loysnina.
Vinnulívið í Leirvík:
Stúrir fyri órógvi og skerdum
møguleikum fyri útbygging
Vinnulívið í Leirvík er ikki so fegið um fjøruloysnina, og tí kann hugsast, at ávísar rembingar verða á borgarafundinum í Leirvík
fríggjakvøldið
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tavan í Leirvík