Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. februar 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 28 - 8. februar 2006 Krabba­meins­ sjúk børn og foreldur teirra hittast krabbamein tíðindaskriv 15. februar er altjóða dagur fyri krabbameinssjúk børn, og eisini í Føroyum verð­ur dagurin hildin. Bólk­urin við foreldrum at krabbameinssjúkum børn­um hevur opið hús frá klokkan 14.00 til 18.00 í hølunum hjá Krabba­meinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Havn. Og Foreldrabólkurin vón­ ar, at nógv nýta høvið at støkka inn á gólvið henda dagin, sum er mikudagin í komandi viku, foreldur at børnum, sum eru sjúk, sum hava verið sjúk og eisini foreldur, sum hava mist barn av krabbameini. Hugaligt hevði eisini ver­ ið, um tey, sum hava havt krabbamein sum barn ella ung, leggja leiðina fram við felagshúsinum henda dagin. Foreldrabólkurin, sum skjótt hevur fimm ár á baki, er ein virkin bólkur við eldsálum, ið duga at skapa hugna um síni børn. Hesa stuttu tíðina bólkurin hevur verið til, hava børnini saman við foreldrum og systkjum verið uttanlands og ferð­ ast, og seinasta heyst á væl­ eydnaðari ferð við Gjógv. Tey hava eisini skipað fyri minniligari konsert og øðrum tiltøkum, ið øll eru til frama fyri børnini. Á hvørjum ári fáa 1-2 børn í Føroyum staðfest krabbamein og tí legst aft­rat í bólkinum alla tíð­ina. Føroysk børn, ið fáa krabbamein, eru í ser­ støðu á tann hátt, at tey ikki kunnu fáa viðgerð og røkt fyri sína sjúku í heim­ landinum, men mugu leita av landinum – ofta í sera drúgva tíð at fáa lekidóm og røkt. Tíbetur vísa hagtølini, at nógv tey flestu vinna á sjúkuni. Øll eru hjartaliga væl­ komin at støkka inn á gólv­ið í hølunum hjá Krabba­meinsfelagnum al­tjóða dagin fyri krabba­ meins­sjúk børn. Ein pakki av Tutl fløg­um til eina ameri­ kanska útvarpsstøð, hevur vakt mikla gleði millum starvsfólki, ið nú spælir nógvan føroyskan tónleik fyri amerikansku lurtarunum Tónleikur Á útvarpsstøðini WMPG í Portland, Maine USA er før­oyskur tónleikur domi­ ner­andi á playlistanum. Á list­anum yvir mest spældu jass og fólkatónleika løgini eru ikki færri enn seks Tutl fløgur millum tíggju tær mest spældu. WMPG sendir til alt Maine, men hevur suður Maine sum málbólk. Í Maine búgva umleið 1,2 milliónir fólk, so hetta er ein rættiliga stórur marknaður. Men sambært støðini hoyrist hon um størsta partin av USA, tó er ógreitt um hvussu nógv lurtað uftan fyri Maine. Kristian Blak dagligur leið­ari av Tutl fekk beint fyri jól eitt teldubræv frá Bob Cochran, ið er leið­ari fyri jasspartin av út­varps­ støðini. Cochran hevði hoyrt sjálvnevndu fløg­una hjá Eivør Pállsdóttir og var so bergtikin av henni, at hann hevði ynskt, at hann hevði hoyrt hetta útrúliga tón­­listarliga verk fyrr. Á heima­síðuni hjá Eivør, hevði Cochran funnið heimasíðuna hjá Tutl og sá stóra úrvali av jassi. Tí spurdi hann Krist­ian, um hann kundi sent honum eintøk av føroyskum jass­ fløgum. Kristian so gjørdi. Síðan útvarpsstøðin fekk føroysku fløgurnar er føroyski part­urin av sendiskránni hjá útvarpsstøðini vorðin alt størri. Men hesa vikuna ber av, við Eivør á øðrum plássi, og nøvnum sum Loss­ ingarmenn, Yggdrasil, Tjant, Kristian Blak og Faroeesti á listanum. Í vikuni fekk Kristian aftur mail frá Cochran, ið greiddi frá, at bæði hann og hini starvsfólkini á útvarpsstøðini vóru sera glað fyri tónleikin á Tutl fløgunum. Enn eina viku ligg­ ur James Blunt ovast á 15 teimum bestu. Hjá føroysku tónleikabólkunum gongur eitt sindur misjavnt Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo James Blunt heldur fast í ovastu rók á fimtan teimum bestu. Hóast Høgni Lisberg vann planetina fyri bestu fløgu, meðan Blunt, ið var í uppskoti til planetina fyri besta útlendska navn, ikki megnaði at vinna, so er Blunt við yvirlutan á 15 teimum bestu. Aftur hesa vikuna ligg­ ur lagið “Goodbye my lover” á ovastu rók. Høgni í snoddaði eftir fyrsta plássi í seinastu viku, er dottin eitt pláss til triðja pláss, meðan nýggja lagið á øðrum plássi er Advertising Space hjá Robbie Williams. Høgni eigur einasta føroyska lagið í top fimm, Kelly Clark­ son og Black Eyed Peas liggja ávíkavist á fjórða og fimta plássi. Føroyskt danski bólkurin Amazon Air kom beinleiðis inn á níggjunda pláss á 15 teimum bestu hesa vik­una. Lagið “Beacause To­night” er fallið væl í smakkin hjá føroysku út­varps­lurtar­un­ um. Hin føroyskt danski bólk­ urin á listanum Fuzzphase er dottin enn eitt pláss hesa vikuna. Bólkurin og kom brakandi inn á fimta pláss fyri tveimum vikum síðan, men datt beint niður á ellinta pláss í síðstu sending. Annars gongur eitt sindur misjavnt hjá føroysku bólk­ unum á listanum. Poppkorn og “Droymi mitt um dagin” er kropið trý pláss uppeftir listanum á sjeynda pláss. Meðan “Grannin” hjá Páll Finnur Páll er farin heili sjey pláss aftur á trettanda pláss. Petur Pólsson og vinmenn syngja aftur hesa vikuna um Timburmenn á fjúrtanda plássi. Aftur hesa vikuna er eitt føroyskt lag ímillum eyka­ løgini, talan er um 17 ára gamla hip hopparan Thor Simonsen og heitislagið av fløguni Back it up. Danski bólkurin við før­ oyska gittarleikaranum Pæt­uri Sivertsen kom leyg­ ardagin inn á 9. pláss á 15 teimum bestu, hetta fegnast tónleikararnir um og arbeiða nú við at sleppa til Føroyar at framføra, hetta skrivar bólkurin á heimasíðu síni. Teir eru sera glaðir fyri, at teirra tónleikur nú er at hoyra í føroyskum útvarpi, og geva enntá fjeppar­um sín­ um vegleiðing í hvussu tey kunnu atkvøða á 15 teimum bestu. Meðan føroyingar í spenn­ingi kunnu bíða eft­ ir, at Amazonair kemur til Føroyar, kunnu útisetar í Keypmannahavn uppliva bólk­in í Krudttønden á Eyst­ aru brúgv. nud Tá Aalborg Folk & Song­ writer Festival 06 fer av bakkastokki 15. – 18. febr­ uar verður tað við luttøku av tveimum før­oyskum ein­ staklingum. Festivalurin verð­ur partur av Danmarks ferð­ini hjá Eivør, men eis­ ini útisetin Messell fer at spæla. Eivør fer nú hósdagin undir sína Danmarksferð, luttøkan í Aalborg verður fríggjakvøldið 17. februar á Skraaen. Fyrrverandi Mað­ur: Glotti mðaruin, Mess­el spælir hóskvøldið 16. februar somuleiðis á Skraaen nud. Tutl fløgur hitta í USA Mest spældu jassfløgur hesa vikuna á WMPG 1. Chick Corea – The Ultimate 2. Eivør Pállsdóttir – Eivør Pállsdóttir 3. Lossingarmenn – Lossingarmenn 4. Larry Goldings – Quartet 5. Yggdrasil – Yggdrasil 6. Deanna Witkows – Length of Days 7. Tjant – Tjant 8. Kristian Blak - Addeq 9. Faroeesti – Faroeesti 10. Thomas R. Einarsson – Let Jazz Be Bestowed OnThe Huts James Blunt heldur støðið Amazonair vil til Føroyar at spæla Kristian Blak setur enn einaferð Føroyar á heimskortið James Blunt Eivør og Messell í Aalborg