Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. februar 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 - 8. februar 2006 9 Jákup Suni Lauritsen, umboðaði fyri Fel­ ags­kommununa í Vágum á fundinum “Fyri og eftir Norð­ oyatunnilin“. Upp­ gáv­an hjá honum var at greiða frá í hvønn mun ferðslan er broytt og háttar sær í Vágum, síðani undirsjóartunnilin har læt upp Ferðsla & tunlar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin Jákup Suni Lauritsen, borg­ar­ stjóri í Sørvági, var samdur við løgreglumonnunum Jan Fossaberg og Jan Poulsen í, at ferðslan í Vágum gongur bæði betur og trygg ari, eftir at Vágatunnilin læt upp. Nógvir vóru vandarnir og vansarnir, sum fólk sóu fyri sær fóru at koma við Vágatunlinum, men ræðslusøgurnar hava ikki hildið. Tvørturímóti hava positivar hugburðsbroytingar broytt ferðslumentanina til tað betra, heldur hann. Hann nam eisini við ferðslu­trupulleikan, sum leirvíkingar fáa at dragast við, tá Norðoyatunnilin letur upp. Í Leirvík eru tey von við at ferðslan til og frá Dúgvuni at kalla gongur uttan fyri bygt øki. Hjá teimum verður nú ein heilt nýgg j støða. Vágafólk vóru á ein hátt “giraði” til ferðsluna, sum jú hevur gingið í gjøgnum bygdirnar í so nógv ár frammanundan. Mið­vágs Kommuna hevur lagt seg eftir at gera nógv parkeringspláss fram við landsvegnum inni í bygdini. Men hóast tað parkera fólk ofta bilarnir beint uttan fyri handlarnar, tí tey tíma ikki at ganga tey fáu fótafetini, frá parkeringsøkinum til handilin. Hetta er til stóran vanda og átti at verið tikið við eini heldur harðari hond, segði hann. Sum íkast til kjakið um ferðslutrygg ar fram­tíðar­ loysnir fyri vegakervið, kom Jákup Suni Lauritsen við einum hugskoti, sum er vert at legg ja merki til. Hann segði, at tilfarið úr ein­um møguligum tunli úr Vatnsoyrum til Fútaklett er júst tað sum krevst fyri at bygg ja flogvøllin út við. Royndirnar hjá løg­regluni eru, at ferðslan gjørdist tryggari, eftir at Vága­tunnilin læt upp. Óttin fyri ikki at náa ferjuna er burt­ur og við tí eisini vandin, sum stóðst av hasardkoyringini og longu bilrøðunum Ferðsla & tunlar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo „Fyri og eftir Norðoya­tunn­ il­in“ var heitið á fundinum, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd skipaði fyri í Miðlahúsinum týskvøldið. Jan Fossaberg og Jan Poul­sen politistar vænta, at vandin fyri ferðslu­van­ lukk­um fer at minka, tá Norðoytatunnilin letur upp. Í hvussu er vóru teir báðir á einum máli um, at ferðslan gjørdist trygg ari, eftir at Vágatunnilin læt upp. Áðrenn Vágatunnilin sóust bilar ofta koyra við rúkandi ferð, fyri at náa ferjuna. Tað sígg ja vit ikki longur, og hasardkoyringin móti Oyrargjógv er nú burtur, vísti Jan Poulsen á. Jan Fossaberg var samdur við starvsfelaga sínum og segði, at fyrr tóku fólk nærmast “høvdið undir armin” í skundinum fyri at náa Sam ella Ternuna. Hetta er óneyðugt nú, og í dag hava vit eina glíðandi ferðslu. Tað hevur eisini tann fyrimun, at vit í dag sleppa undan teimum sera vandafullu yvirhálingunum, sum stóðust av longu bil­røð­ unum í sambandi við ferj­ urnar, segði hann. Jákup Suni Laurit­ sen, umboð fyri Fel­ags­ kommununa í Vág­um, var samdur við løg­reglu­monn­ unum í at ferðslan gongur bæði betur og trygg ari í dag enn fyrr. Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri: Ferðslumentanin broytt til tað betra Jákup Suni Lauritsen, borgarsjóri í Sørvági Mynd: Álvur Haraldsen Politiið: Tryggari eftir Vágatunnilin Jan Fossaberg (t.v.) og Jan Poulsen, løgreglumenn, vænta, at ferðslan verður tryggari og vandin fyri ferðsluvanlukkum fer at minka, tá Norðoytatunnilin letur upp Mynd: Álvur Haraldsen Eitt trygt og optimalt ferðslukervi krev­ur serstakar og tíðar­ hóskandi loysnir, segði Oyvindur Brim­nes, stjóri á Landsverki, á kjak­ fundinum „Fyri og eftir Norðoya­ tunn­ilin“ sum var í Miðlahúsinum týskvøldið Ferðsla & tunlar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Týskvøldið skipaði Ráðið fyri Ferðslutrygd fyri kjak­ fundi í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Evnið á fund­ in­um var „Fyri og eftir Norðoya­tunnilin“ Fyrsta framløgan var tann hjá Oyvindi Brimnes, stjóra í Landsverki. Hann vísti á vandamál og loysnir í samband við øktu ferðsluna, tá Norðoyatunnilin letur upp. Hann legð i út við at vísa á framrokningar, sum vísa, at tað fara at koyra millum 1300 og 1500 bilar gjøgnum Norðoyatunnilin um samdøgrið. Hann helt at nógva ferðsl­ an í samband við tunn­ il­in helst kemur at økja um trupulleikar, sum vit longu nú hava, og vísti hann t.d á smáu tunlarnir í Norðoygg jum, ið als ikki eru tíðarhóskandi longur. Har er einki annað at gera enn at gera ein nýgg jan tunnil og vísti hann á eitt uppskot um ein tunnil norður um Fjall, frá Strond (Klaksvíksmegin) til Norðdepil. Oyvindur vísti eisini á tey ymisku støðini, har vit longu nú hava trupulleikar við ferðsluni í Eysturoy og Streymoy sum t.d á vega­ mótinum í Gøtudali, har ein rundkoyring kundi loyst trupulleikan, og møguliga eisini ein tunnil úr Gøtudali inn í Skálabotn. Hann kom eisini inn á tey ymisku vanda­milku vegamótini, har bygdavegir koma inn á landsvegin, og vísti hann á loysnir í hesum sambandi. Eisini vísti hann á, hvussu nógva ferðslan til Havnar kann loysast. Í samband við ferðsluna í Leirvík vísti Oyvindur á hesar fýra ymisku loysnirnar: ein tunnil gjøgnum bygdina undir gamla vegnum, ein veg niðarliga í Leirvík, síð­­an vóru tvær ymiskar loysn­ir við vegi oman fyri bygdina. Í øllum hesum uppskotum verða akfør og bleyta ferðslan skild hvørt frá øðrum í mest møguligan mun. Eitt trygt og optimalt ferðslu­kervi krevur serstakar og tíðarhóskandi loysnir, segði Oyvindur Brimnes at enda. Eftir at allar framløgurnar vóru lidnar, varð kjakfundur. Í panelinum sótu Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki, Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd, Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, og pol­ it­istarnir Jan Fossaberg og Jan Poulsen. Orðstýrari á fundinum varð Hilmar Jan Hansen. Nógvir spurningar vóru settir til panelið. Serliga var tað tann nógva ferðlan í Sandavági, har ein lands­ vegur gongur beint gjøgnum bygdina, ið var samanborin við tað sum fer at henda í Leirvík, nú tunnilin letur upp. Ein av fundarluttakarunum, Jóhan Christiansen, bygda­ ráðs­limur í Leirvík , segði, at eitt samt bygdaráð ynskti ta trygg astu og bestu loysnina, sum var ein tunnil undir gamla bygdavegnum. Oyvindur Brimnes, Landsverk: Eitt trygt og optimalt ferðslukervi Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík, og Jóhan Christiansen, bygdaráðslimur, søgdu, at eitt samt bygdaráð ynskti ta tryggastu og bestu loysnina, sum var ein tunnil undir gamla bygdarvegnum Mynd: Álvur Haraldsen Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki, vísti á vandamál og loysnir í samband við øktu ferðsluna, tá Norðoyatunnilin letur upp. Mynd: Álvur Haraldsen