Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. februar 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 28 - 8. februar 2006 Leygardagin varð skipað fyri heldur óvan­ ligum tiltaki í høvuðsstaðnum. Talan var um eina fagnaðargongu til frama fyri tolsemi, virð­ ing og fjølbroytni. Fyriskipararnir vóru fólk úr mentanarliga um­hvørvinum í býnum. Hesi høvdu tikið seg saman at skipa fyri einum jaligum tiltaki, har høvuðsboðskapurin var at fagna heldur enn móttmæla. Vart varð gjørt við tað positiva og góða, sum eyðkennir okkum øll, og at vit, hvussu ymisk vit enn eru, skulu kunna liva saman og virða hvønn annan. Nettupp fjølbroytni ger eitt samfelag livandi og spenn­ andi og mennandi. Spírin til hetta sjáldsama men ríka og góða tiltak er sprottin burtur út teimum bylting­ um, sum verið hava í seinastuni eitt nú í sam­­bandi við tey samkyndu. Heldur ógvus­ ligu útsøgnirnar um eitt nú tann part­in av før­oy­ingum hava givið fólkum og felags­ skap­um í Havn hugskotið til at skipa fyri eini fagnaðargongu og tónleikatiltøkum í tí sambandi. Gingið varð frá Sjónleikarhúsinum oman á Vaglið, har fyrrverandi løgtingskvinnan Karin Kjølbro helt eina livandi og virðiliga røðu, sum nettupp undirstrikaði týdningin av ”herrópinum” fyri hetta tiltak: ”Tolsemi, virðing og fjølbroytni”. Tað var sum á ólav­ søku tóku fleiri til orðanna. Henda stóra lut­ tøka sýnir okkum, at til ber at savna fólk til jalig tiltøk av slíkum slag sjálvt á vetrartíð bara innihaldið og endamálið er gott. Av Vaglinum var farið oman í nýggju mentanargøtuna Tórs­ gøtu, har Miðlahús og Margarin­fabrikk lótu dyrnar upp og borð­reiddu við alskyns góðum tónleiki. Eitt gott og ærligt tiltak, sum eisini kundi verið endurtikið, tá tað um aðrar sam­felags­ spurningar umræður, og har tú uttan átrúnaðar­ ligan ella politiskan lit hevur brúk fyri at sameina og byggja brýr millum ein­stak­­lingar, bólkar, felagsskapir ol. heldur enn at seta kílar í og bróta niður. Rós til fyri­reikararnar og tøkk til luttakararnar. DAGSINS MEINING Sosialurin Gott og ærligt tiltak VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Tann føroyski búskap­ urin hevur tað gott, vóru boðini hjá Búskaparráðnum eftir árslok, og víst varð á, at samgongan hevði sett tað røttu búskaparligu kósina, sum er at økja um inntøkurnar, gera íløgur og tálma rakstrarútreiðslunum. Hvussu eru so útlitini fyri inntøkum í 2006? Ríkisveitingin verður á sama støði sum seinasta ár, og inn­tøkurnar í fiskivinnuni síggja út til at koma at vera á sama støði sum í 2005, meðan alivinnan og aðrar vinnur síggja út til at kvinka uppeftir. Føroyar hava gjørt brúki­ ligar fiskivinnuavtalur við Norra, EU, Rusland, Ís­land umframt eina fyri okk­um nøktandi avtalu um svart­ kjaftin. Harumframt koma vit at hava nakrar spennandi royndarboringar eftir olju í summar, sum kunnu koma at hava stóran týdning fyri framtíðar oljuvinnu við Før­ oyar. Eisini arbeiðir samgongan við at vit fáa betri handils­ sáttmálar við Ísland, EU, Rus­land og onnur lond, sum koma at betra um hjá virkjunum á landi, so út frá hesum, síggja tey fíggjarligu útlitini fyri 2006, ikki so døp­ur út, men vit vita øll, at trupult er at spáa um fram­ tíðina. Nótaskipini Verður nógvur svartkjaftur at fáa og við teimum makrel- og sildakvotum av­tal­að er gjørd um, sær út til, at hesin skipabólkur kemur at klára seg, serliga um fiskaprísurin verður á sama støði sum í 2005 og um oljuprísurin lækkar, og tað tryggjar manningunum eina hampuliga góða ársinn­ tøku. Flakatrolararnir Avtalurnar við Norra og Rusland skapa fortreytir fyri, at okkara flakatrolarar kunnu fiska tosk í Barentshavinum, umframt kongafisk í Irm­ ingarhavinum og svartkalva í Eysturgrønlandi, sum alt annað líka kann vera eitt nøktandi fíggjarligt grund­ arlag undir rakstrinum av skipunum og inntøkuni hjá manningini. Rækjubátarnir Hesi seinastu árini hevur rækjuvinnan veri ein undir­ skots­vinna, sum hevur kostað eigarunum nógvar milliónir, og sum hevur viðført, at skip eru farin á tvang ella eru seld, við tí úrsliti, at vit bert hava 2 rækjuskip sum fiska rækjur í dag. Eg vóni, at tað eina skipið sum liggur svínabundið í dag, kann koma í vinnu aftur, soleiðis at vit koma at hava 3 rækjuskip til fiskiskap í ár, tí kvoturnar í Eysturgrønlandi, á Grand Bank (L3 økið) og á Flemmich Cap, kunnu um væl veit við, vera tað neyðuga fíggjarliga grundarlagið fyri rasktrinum, nú rækjuprísurin kvinkar uppeftir og olju­prís­ urin fellur nakað. Skip sum royna við Føroyar Tað eru ávís tekin í sól og mána, sum benda á, at fiski­skap­urin hjá djúp­vatns­ trolarum, garna­bát­um, línu­ bátum, landleiðstrolbátum, útróðrarbátunum v.m., kem­ur at vera brúkiligur í ár og higartil sær út til, at fiskaprísurin kemur at halda sær, og tað talar fyri, at okkara burðardygga fiski­ vinna kemur at vera tað fíggj­arliga grundarlagið fyri heimaflotan og mann­ ing­arnar. Virkir á landi Flakavirkini á landi koma uttan iva at hava ein fíggjar­ ligan tungan rakstur í ár, eins og í 2005, og her er upp­skriftin til broyting, fram­burð og dynamik, pri­ vati­sering umframt betri markn­aðaratgongd. Meðan virkir inn­an byggi­ vinnuna, handils­vinnuna og líknandi, síggja út til at koma at hava nøktandi ordrar og sølu, bæði fyri virkið sjálvt og arbeiðsfólkið. Alivinnan Tað sær út til, at alivinnan er í menning og meira av smolti verður útsett og sjúka ger ikki so nógv um seg, so vónandi kemur uppsvingið í alingini at halda fram í ár, umframt at nýggjar royndir innan aling við kalva og toski vera gjørdar. Skapa búskaparvøkstur Ein fyritreyt fyri inntøku­ vøkstri er, at vit síggja møgu­leikarnar sum eru í fiski­vinnuni, oljuvinnuni, vinn­uni á landi, gransking v.m. og at vit útnýtta allar møguleikarnar, og tað skulu vit gera, tí harvið skapa vit ein búskaparvøkstur úr teim­ um møguleikum sum vit fáa í ár. Útreiðslurnar Vit eiga at gera neyð­ug­ar íløgur innan undir­støðu­verk­ ið, heilsuverkið, skúlaverkið, gransking, v.m., samstundis sum vit tálma vøkstrinum í rakstrarútreiðslunum, og harvið nærkast javnvág á fíggjarlógini í 2007. Løgtingsmaður Alfred Olsen Útlit eru fyri búskaparvøkstri Lesið - so eru tit við