mikudagur 8. februar 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 8. februar 2006
11
Fyrstu ferðina eg, júst
fyri hálvari øld síðani,
kom í fátæka, tilafturs
komna og analfabetiska
partin av heiminum,
undraðist eg yvir, at
ikki fátæka fólkið sum
flóðalda skolaði inn í ríka
partin at ræna tað, sum
har var ella hinvegin í
besta lagi har læra seg
okkurt, sum heima kundi
hækka teimum livifótin,
sigur Heini Olsen millum
annað í lesarabrævið
Um ikki í heilum árum so í
hvussu er eftir 18 árstølum
í muslimskum londum, har
blíðskapurin móti hinum
fremmanda altíð lá fremstur
í huga, harmar tað meg og
húskið almikið, at Danmark
skal hava komið sær og
stóran part av heiminum í
óføri við hesum óinntonktu
tekningunum av Mohammed,
profeti.
Siðvenja muslimanna
er nú einaferð tann, at teir
ikki vilja hava Mohammed
avmyndaðan, og styrkin
í hesi sannføring kann til
dømis sammetast við, at
maður kom til tín og segði,
at móðir tín er ein skøkja,
sum flest øll okkara helst
mundu verðið heldur enn
ikki sinnisrørd um, hóast
ikki í so ógvisligan mun
móti ósekum fólki, sum
her í løtuni víða um verður
gjørt, og sum eg á ongan hátt
kann bera í bøtuflaka fyri;
men fólk uttan kunnleika
til frælsan, demokratiskan
livihátt nýta her høvi til at
forloysa allar innistongdar
kenslur, sum annars vanliga
eru forbodnar, tá um egin
viðurskifti ræður. Flestu
teirra uttan nakran sum helst
kunnleika til, hvat tað er,
sum íbirt hevur henda teirra
vælkomna ófrið.
Hinvegin krevur okkara
talu- og skrivifrælsi ábyrgd
hins einstaka og vit og skil,
harímillum umsorgan fyri
ikki at særa næsta tín meira
enn neyðugt, eisini um hann
er jødi ella muslimur, ella
kanska hallandi til onkra av
okkara meira heimaspunnu
trúargreinum.
Her á jørð er av náttúru
ávum so ovmikið at takast
við av krevjandi hjálparar
beiði, og, hóast tað sambært
demokratisku reglunum er
loyvt móti betri vitandi
soleiðis at leggja stein
oman á byrðu, kann tað av
sonnum sigast vera tápuligt
óðamannaverk, sum her er
gjørt.
Hetta kann kanska ikki
beinleiðis samanberast; men
í tríatiárunum loyvdi Hitler
sær at nýta allar møguligar
ræðumyndir um jødiska
fólkið, og vit eldru minnast,
hvussu m.a. tær myndirnar
í miðjuni á okkara kristna
umhvørvi kostaðu sjey milli
ónum jødum lívið.
Tíbetur eru nógvir ein
staklingar, sum við næsta
kærleika liva eftir kristna
boðskapinum; men annars
hava sonevndu kristnu lond
ini tíverri ikki nógv at reypa
av, eitt nú um vit hugsa um
krossferðaræningarnar og
um hjálandapolitikkin, har
fólk í fríløtum spákaðu
sær út at skjóta til máls
eftir upprunafólkinum ella
eins og nevtoll í Harrans
navni kravdu avkappaðan
fingur ella heila hond av
upprunafólkinum fyri at lata
hermonnum nýggjar patrón
ir. Hetta er ikki bara nakað,
sum gekk fyri seg fyrr í tíðini,
men eisini í dag, har alheims
risafyritøkurnar í mongum
væl dokumenteraðum førum
brúka somu mannagongd.
Eingin veit rættiliga, hvør
eigur tær ella, hvør ábyrgdina
hevur; men kristnar siga flest
allar seg vera.
Munn av munni vita eisini
tey óskúlaðu alt ov væl um
hesi viðurskifti at siga, og
hóast hetta var áðrenn harð
liga
fundamentalisman
hevði breitt seg um allan
heimin, kann eg ikki annað
enn bera mongu muslimsku
vinfólkum og kenningum alt
tað besta frá árum mínum
teirra millum, smásyndarar
og forherðingar, sum teir
vóru, eisini við onkrum
reinum banditti inn ímillum,
har júst eins og heima hjá
okkum sjálvum.
Sitandi fjálg og væl til
passar við einum temunni
framman fyri sjónvarpinum
verða vit dag og dagliga so
mikið fóðrað við neyð og
elendigheit, at vit, sum frá
líður, antin gerast kenslukøld
ella so samvitskubitin, at vit
hvørt við annað halda, at
hetta ber ikki til í longdini,
og at okkurt má gerast. Og
so verður einki tosað meira
um tað, til vit næsta kvøldið
aftur gerast skelkað av tí, vit
tá síggja.
Meira enn hálva øld hava
vit til dømis haft gordiska
knútin Ísrael/Palæstina,
sum í hesum føri ikki kann
loysast við svørði Alexandur
Miklasar - jødar/muslimar
og kristin og muslimar - um
ikki øll runnin av sama blóði
so kortini í upprunaligu
trúnni við áliti á sama Gud
og Skapara.
Nú skal eg ikki gera meg
klókan uppá gudfrøði og
tílíkt liggjandi á væl hægri
støði, enn mær er tillutað at
skilja; men mongum brest
ir ætlan, og tað eg havi
roynt at lisið mær til, hugsi
eg ikki nakar av teimum
stóru trúbótarunum høvdu
ætlað ella ímyndað sær ta
ótrúligu oyðan og syndran
av menniskjalívum, sum mis
fatan av teirra væl meintu
broytingum førdu við sær,
hetta kanska í ólukku máta
styrkt av gyrnd hins einstaka
at nýta hvørt einasta høvi at
vinna sær verðsligt og anda
ligt vald, háls og hondsrætt
yvir øllum, ið minni for
máddu sær.
Afturat hesum hava vit
djúpu gjónna millum ríka
og fátæka partin av verðini.
Fyrstu ferðina eg, júst fyri
hálvari øld síðani, kom í
fátæka, tilafturskomna og
analfabetiska partin av heim
inum, undraðist eg yvir, at
ikki fátæka fólkið sum flóð
alda skolaði inn í ríka partin
at ræna tað, sum har var ella
hinvegin í besta lagi har læra
seg okkurt, sum heima kundi
hækka teimum livifótin.
Tað, sum tá helt teimum
aftur, var ókunnleiki um, at
onnur fólk høvdu tað betur
enn tey sjálvi, hvar hesi vóru
at finna, og hvar ríka Kánans
landið á okkara ungu døgum
mundi liggja.
Kringvarp var teimum
ókent fyribrygdi eins og, tá
vit á mínum aldri vóru børn,
har telefonin kanska bert var
í hendinga býlingi..
Hetta er alt við tøknini
broytt og fólkaríka flóðaldan
er nú fyri langt síðani úr
øllum heraðshornum farin at
skola inn yvir okkum, sum
einki annað er at siga til,
enn at vit mugu minnast til,
hví tey eru komin og royna
sum best at hjálpa teimum
til sættis. At kanna, hvønn
dugnaskap tey hava í viðføri,
at skúla og læra tey tað, sum
í restar at fáa sum frægast
burtur úr, hetta bæði í útlegd
og heima í teirra egna landi -
stutt sagt: okkurt má gerast,
men hvat? Flest øll hugsa
vit; men hvør ger nakað?
Herfyri lætti tí rættiliga um
hjartað, tá vit í útvarpinum
hoyrdu eina abbadóttir
Grækaris uppi í Trøð í Kví
vík, Elinborg Hvidtfeldt,
greiða frá, at eisini hon
sum fólk flest hevði gingið
og hugsa, um hon ikki við
onkrum smávegis kundi
lætt sær um egnu samvitsku
í hesum avskeplaða heimi,
og tá hon av útbúgving er
gullsmiður, fann hon uppá
at gera eina brosju sum, alt
í einum, avmyndar kristna
krossin, jødisku stjørnuna og
friðarhonds Khadidju, konu
Mohammeds.
Hóast lítil í vavi, sanniliga
ein friðarhugmynd av teim
um heilt stóru, sum øll
kunnu bera, og sum átti at
hingið á hvørjari sendistovu,
brend ella ikki, sama hvar
hon er stødd, og hvørja tjóð
ella átrúna, hon umboðar.
Brosjan kostar rættiliga
nógv; men ágóðin fer allur
til Peres Center For Peace’s
Childrens Programme til at
bjarga børnum úr Palestina,
sum eru komin illa fyri,
og sum verða viðgjørd á
ísraelskum sjúkrahúsi í
Bethlehem.
Brosjan fæst í Føroyum í
fyrrverandi handlinum hjá
Hans Iversen, sála,v/Hanne
mi Hamrá í Kvívík.
Nú var hetta ikki ætlað sum
reklamu; men tjóðskaparliga
haldi eg tað fjálga, at hug
skotið um friðarbrosjuna
er av føroyskari ætt, og
um onkur kanska hevur
hug at hitta Elinborg, sum
býr í Danmark, liggur ein
lepi við brosjuna, har teldu
postadressan er:
info@elinborg.dk og
www.peres-center.org
Hví skjýtur Tjóð
veldisflokkurin upp
í alternativa fíggjar
lógaruppskotinum, at
blokkstuðulin ikki skal
minka við so mikið sum
einari krónu í 2006,
tá flokkurin annars
vil vera við, at hesin
stuðul hevur ongan
týdning fyri sosialu væl
ferðina í Føroyum, spyr
Helgi Abrahamsen í
lesarabrævi
Í eini grein, sum stóð í
bløðunum seinasta leygar
dag, segði Høgni Hoydal,
at skattalættin hjá sitandi
samgongu er til størri
gagn fyri háinntøkur í
miðstaðarøkinum, enn
fyri láinntøkur í ávísum
bygdum, har kommunu
skatturin er hækkaður. Tí
kallar hann samgonguna
fyri “tann umvenda Robin
Hood”.
Spælir Robin Hood
Fyri nøkrum vikum síðani
skrivaði Høgni Hoydal í
eini aðrari grein, at meðan
fullveldissamgongan sat
og minkaði blokkstuðulin,
hendu størstu sosialu betr
ingar í Føroyum í mong ár
og stættarmunurin mink
aði.
Eg loyvdi mær tá at
seta honum spurningin,
hvørjar ítøkiligar sosialar
betringar hendu í Føroy
um í tíðarskeiðinum frá
1. januar 2002, tá blokk
stuðulin minkaði, til full
veldislandsstýrið legði
frá sær í desember 2003?
Eisini spurdi eg, hvussu
fíggjarstøðan (og harvið
útlitini fyri framhaldandi
sosialum betringum) broytt
ust í sama tíðarskeiði?
Hvussu stórt var avlopið
hjá landskassanum í 2001
(áðrenn blokkniðurskurðin)
og hvussu stórt var tað í 2003
(aftaná blokkniðurskurðin),
og hvussu stórt hevði avlop
ið verið, um allur blokk
stuðulin hevði verið tikin
burtur? Men enn hevur
Høgni Hoydal ikki svarað
nøkrum av hesum spurn
ingunum.
Alternativa fíggjarlógar
uppskotið avdúkar
veruleikan
Síðani vísti eg í greinini
til alternativa fíggjarlógar
uppskotið, sum Tjóðveld
isflokkurin gjørdi í heyst
og spurdi, hvørjar sosialar
betringar eru at síggja í tí
uppskotinum, og hvussu
stórt er landskassaavlopið
í 2006 sambært sama upp
skoti?
Víðari spurdi eg, hví
Tjóðveldisflokkurin skjýt
ur upp í alternativa fíggj
arlógaruppskotinum, at
blokkstuðulin ikki skal
minka við so mikið sum
einari krónu í 2006, tá
flokkurin annars vil vera
við, at hesin stuðul hevur
ongan týdning fyri sosialu
vælferðina í Føroyum?
Hvussu stórt hevði avlopið
verið í uppskotinum, um
blokkstuðulin hevði verið
tikin burtur av inntøku
síðuni, og hvønn týdning
hevði hetta havt fyri sosialu
vælferðina? Men heldur
ikki hesum spurningunum
hevur Høgni Hoydal svar
að.
Hvar er trygdin ?
At enda spurdi eg: Um vit
ímynda okkum, at Tjóð
veldisflokkurin broytti
sítt alternativa fíggjar
lógaruppskot
soleiðis
at blokkstuðulin bleiv
tikin burtur, hvar kundi
flokkurin so hugsað sær at
spart, soleiðis at sparingin
á ongan hátt gekk útyvir
sosialu vælferðina hjá før
oyingum? Kann Høgni
tryggja Føroya fólki, at tað
ikki hevði gingið útyvir tey
veikastu í samfelagnum,
um sparingar fyri meira
enn 600 mió. krónur skuldu
verið gjørdar í sambandi
við at blokkstuðulin bleiv
burtur?
Svar ynskist
Nú veit eg ikki um Høgni
Hoydal metir seg sjálvan
at vera ein nútíðar Robin
Hood, men enn hevur
hann ikki svarað nøkrum
av hesum spurningunum,
sum eg setti honum í farna
mánað. Eg fari tí enn
einaferð at heita á hann um
at koma við einum svari,
heldur enn at royna at tiga
spurningarnar burtur. Út frá
svarinum kunnu føroyingar
so taka støðu til, um Høgni
Hoydal er tann Robin Hood,
sum hann letst at vera, ella
um hann heldur er tað, sum
hann sjálvur kallar “tann
umvendi Robin Hood”.
helgia@logting.fo
VIÐMERKINGAR
Floksskrivari hjá
Sambandsflokkinum
Helgi
Abrahamsen
Glotti í ófriðartíðum
Verkfrøðingur
Heini
Olsen
Hvar er Robin Hood ?