Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. februar 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 28 - 8. februar 2006 Ei dáni í, at fólk eru ør­kymlað av øll­um tosi­ num um uttan­ríkis­polit­ iskar heimildir og ST- fráboðanir. Her verður roynt at lýsa gongdina í málinum. Tað er í sjálv­ um sær ein søga um kú­vendingar, orðloysi og veður­hanapolitikk. Og tað er ein uppskrivt uppá vanligan føroyskan politiskan vavgreyt, sig­ur Høgni Hoydal í les­ arabrævið November 2004: Málið um uttanríkispolitisku heimildarlógirnar kemur al­ment fram í november 2004, tá undirritaði gjøgnum Norð­uratlantsbólkin fær hend­ur á einum uppskoti um eina uttanríkispolitiska heimildarlóg fyri Grønland. Fyrispurningar verða bein­ anvegin settir bæði danska forsætisráðharranum og løg­manni. Danski forsætis­ ráðharrin svarar, at samráðst verður við føroyingar á em­ bætismannastigi. Løgmað­ ur svarar, at tað verður ikki talan um at góðtaka eina utt­anríkispolitiska heim­ild­ arlóg sum ta grønlendsku og leggur ístaðin eftir undir­ ritaða fyri at síggja trøll á alljósum degi. Desember 2004 Føroyskir serfrøðingar, sum hava lisið tað grønlendska uppskotið skíra tað afturstig í kjaksending hjá Boga Godt­ fred í SvF. Kári á Rógvi metir tað sum “eitt stig til viks og tvey stig aftur”. Januar 2005: Í valstríðnum til fólka­tings­ valið í januar 2005 fara bæði Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin til val upp­á, at vit skulu ikki góð­ taka danska uppskotið um uttanríkispolitiska heim­ild­ arlóg. Hinvegin krevja teir, at vit skulu yvirtaka utt­an­ ríkispolitikkin, um Danmark leggur meira fullveldi til ES. Eitt fólkafloksvalevni lýsir í bløðunum við, at Fólkaflokkurin fer ongantíð at góðtaka “Kongeriget Dan­­mark for så vidt angår Fær­­øerne”, tí tá eru vit full­ spottað. Bæði Anfinn Kallsberg og Jóannes Eidesgaard finnast harðliga at, at Føroyar og Grønland verða koyrd í sama pott í uttanríkispolitikki. Februar 2005: Eftir fólkatingsvalið í febru­ ar 2005 leggur danska stjórn­ in uppskotið til uttan­ríkis­ polit­iska lóg fyri Grøn­­land fyri Fólka­ting­ið. Norð­ur­at­ lantsbólkurin tekur málið upp og mótmælir. Løgmaður tekur undir og finst at donsku stjórnini. Norðuratlantsbólkurin veit­­ir løgmanni stuðul – hóast grønlendsku limir­ nir harvið ganga ímóti sín­ um egnu flokkum í Grøn­ landi – og heitir á danska for­sætisráðharran um at taka grønlendska upp­skot­ ið aftur, tí tað fer at binda føroyska landsstýrið, um tað verður viðgjørt á Fólka­ tingi. Málið verður fyribils tikið av dagsskránni í Fólka­ tinginum. Mars 2005: Løgmaður og danski utt­ an­­ríkisráðharrin skriva knappliga undir eitt so­ nevnt “Fámjinsskjal”, sum beinleiðis vísir til ta utt­­anríkispolitisku heim­ild­ ar­­lógina, ið løgmaður og Fólka­flokkurin eru farnir til val uppá at vera ímóti. Í skjalinum verður millum annað sagt, at føroyingar bert skulu kunnast og sleppa við onkuntíð, tá danska stjórn­in tekur avgerðir um føroysk mál. Eisini verð­ur í Fámjinsskjalinum stað­fest, at um føroyingar skuldu funn­ið uppá at latið upp eina umboðsstovu uttan­lands, sum ikki liggur á somu adressu sum danska sendi­ stovan, so kann tað kanska loyvast – men treytin er, at danska flaggið skal veittra uttanfyri og danski ríkis­ skjøld­urin skal standa á hurð­ini! Grønlendsku limirnir í Norðuratlantsbólkinum undr­ast stórliga og kenna seg hildnar fyri gjøldur: Eftir at teir hava roynt at hjálpa føroyska løgmanninum, skriv­ar hann nú sjálvur undir eitt skjal, sum gongur beint ímóti hesum. Apríl 2005: Løgmaður og danski for­ sætis­ráðharrin boða frá í fjølmiðlunum, at teir hava undir­skrivað eina felags yvirlýsing um yvirtøkulóg og flogvøll. Innihaldið er meinlíkt tí “tilboði”, sum Poul Nyrup Rasmussen bjóð­ aði Føroyingum og legði fram á fólkatingi í 1998. Tá­sitandi samgonga vísti hes­um frá sær. 29. apríl 2005: Ein donsk lóg um uttan­ ríkis­politiskar heimildir verð­ur løgd fram á løgtingi saman við ein føroyskari lóg. Lógirnar eru orðarætt tær somu, sum lógin fyri Grønland, ið bæði løg­mað­ ur, Fólkaflokkurin og allir serfrøðingar hava víst frá sær. Í bæði danska og før­ oyska lógartekstinum verður millum annað sligið fast: at føroyingar hava ongan mynd­­ugleika í altjóða heim­inum, men kunnu bert sam­ráðast við onnur vegna Dan­mark und­ir heit­­in­um “Konge­riget Dan­­mark for så vidt an­går Fær­øer­ne” at føroyingar hava ongan mynd­ugleika yvirhøvur í hernaðarmálum at føroyingar ikki hava loyvi at gera nakað sum stríðir ímóti áhugamálunum hjá danska ríkinum at danir skulu kunnast áðr­ enn, undir og eftir all­ar samráðingar so høvi verð­ ur at tryggja áhuga­málini hjá danska ríkin­um. Viðmerkingarnar til donsku lógina siga millum annað, at føroyingar hava ongan altjóða rætt, men eru undir danskari grundlógarfatan, og kunnu ikki hava sjálvstøðugar heim­ildir uttan so at danska grundlógin verður broytt. Har­afturat verður sagt, at danska ríkið er eitt eindarríki, har allar heimildir liggja hjá Fólkatinginum og stjórnini. Viðmerkingarnar til før­ oysku lógina mótmæla á ong­an hátt donsku við­merk­ ing­unum, men reksa bert upp ásetingar úr heima­ stýris­lógini og góðtaka uppá­ haldið um, at føroyingar hava ongi rættindi uttan tey, ið danska fólkatingið gevur føroyingum. Mai 2005: Undir orðaskiftinum á tingi vísir andstøðan á, at talan er um eitt stórt afturstig. Víst verður millum annað á, at løgmaður og Fólkaflokkurin nú ganga beint ímóti tí, sum teir áður hava sagt – og at hetta er fyrstu ferð, at Løgtingið samtykkir lóg­ gávu, ið beinleiðis leggur alt vald til Danmarkar. Løgmaður og formaður Fólkafloksins viðganga und­ir orðaskiftinum, at teir hava verið trýstir til at ganga frá sínum sjónarmiðum. Teir siga kortini, at tað fær ongan týdning og fer ikki at verða brúkt av donskum myndugleikum, at Løgtingið samtykkir donsku fatanina av Føroyum sum ein danskur landslutur. Løgmaður førir alment fram, at við nýggju lóg­ ini fer nú at bera til at ger­ ast fullgyldugur limur í Norðurlandaráðnum, EFTA og at undirskriva hand­ils­ sáttmála við Ísland. Á miðjari nátt samtykkir Løgtingið bæði donsku og føroysku lógina. Tjóð­ veldisflokkurin leggur fram misálit á løgmann við teirri grundgeving, at grov villeiðing er farin fram og at týdningarmikil rættindi hjá føroyska fólkinum standa upp­á spæl. Uppskotið fell­ ur. Í svarum sínum á fólka­ tingi sigur Anders Fogh Ras­mussen, at uttan­ríkis­ polit­iska lógin fer ikki at loyva føroyingum at gerast sjálvstøðugur limur í altjóða felagsskapum. Millum annað er ein felagsskapur sum hvala­veiðifelagsskapurin NAMMCO, har Føroyar eru sjálv­støðugur limur: “eitt mis­tak, sum ikki skal endur­taka seg”, sigur Fogh Ras­mus­sen. August 2005: Tað verður staðfest, at lands­ stýrið kann ikki gera frí­ handilssáttmála við Ísland eftir nýggju lógini. Bert tí at sáttmálin við Ísland var liðugur í undanfarnu sam­ gongu, og áðrenn nýggja lóg­ in kom í gildi, er møguligt hjá Løgmanni at undirskriva sáttmálan. Danski forsætisráðharrin ger greitt, at føroyingar kunnu ikki hava sjálvstøðugan lima­skap í EFTA, soleiðis sum løgmaður hevur hildið uppá – men kanska okkurt avmarkað tilknýti, um fleiri yvirtøkur verða framdar. Tjóðveldisflokkurin heitir í opnum brævi á løgmann um at forða fyri, at nýggja lógin verður fráboðað ST, tí tá vil altjóða samfelagið fáa boð fra donsku stjórnini um, at Føroya fólk hevur samtykt at sleppa sínum rættindum og gerast “Kongeriget Dan­ mark for så vidt angår Fær­ øerne”. November 2005: Danska stjórnin boðar ST frá, at uttanríkispolitiska heim­ildarlógin er samtykt í bæði Danmark og í Føroyum, og at hetta er í samsvari við sjálvsavgerðarættin hjá føroyska fólkinum. Løg­ maður boðar hvørki sam­ gongu ella andstøðu frá nøkr­um, og uttanlandsnevnd Løgtingsins veit onki. 1. januar 2006: Løgmaður boðar frá í nýggj­ársrøðuni, at nú er eitt øgiligt frambrot hent, tí danska stjórnin hevur frá­ boðað sjálvsavgerðarrætt før­oyinga. Hann vil vera við, at hetta er eitt bragd hjá landsstýrinum, sum nú hevur avgreitt tað, sum undanfarna landsstýrið strembaði eftir. Tjóðveldisflokkurin mót­ mælir hvassliga og fær hend­ur á skjalinum, ið er sent ST. Har kemur fram, at talan er júst um tað, ið Tjóðveldisflokkurin hevur ávarað ímóti – t.e. at hetta er ein fráboðan um danskt fullveldi í Føroyum. Hetta vátta allir serfrøðingar somu­ leiðis. Tjóðveldisflokkurin heitir á løgtingsformannin um at kalla tingið saman til tess at viðgera eitt uppskot um at boða ST frá, at Føroya fólk hevur ongantíð tikið undir við hesum lógum, ið nú eru fráboðaðar ST. Fyrra helvt av januar 2006: Løgmaður fer nú í verju­ støðu og sigur seg onki hava havt við hesa fráboðan at gera, sum hann gav sær sjálvum æruna fyri í nýggj­ ársrøðuni. Samstundis fer Løg­ mans­skrivstovan nústaðni und­ir at fáa ráð frá ser­frøð­ ingum. Hetta elvir til, at Løgmansskrivstovan knapp­ liga roynir at fáa danska Uttanríkisráðið at senda eina nýggja fráboðan til ST við eini umseting av teirri føroysku lógini (vit kunnu spyrja hví, tá alt var so gott 1. januar?) Um miðjan januar 2006 Fólkaflokkurin er undir hørð­um trýsti frá einum ting­manni og frá parti av baklandinum. Anfinn Kalls­ berg fer á ein fund hjá Konservativa Tingbólkinum á fólkatingi. Har sigur danski uttanríkisráðharrin honum, at teir eru í samráðingum við landsstýrið um at fáa føroysku lógina nevnda næstu ferð ein fráboðan fer til ST. Anfinn Kallsberg ringir til føroysku fjølmiðlarnar og sigur, at nú hevur hann ornað tað, sum løgmaður ikki hevur klárað. Løgmaður er í øðini inn á Anfinn Kallsberg og Fólkaflokkin, tí hann ger gjøldur burturúr løgmanni og roynir at taka æruna av tí, sum landsstýrið framm­ anundan hevur tosað við donsku stjórnina um. Tjóðveldisflokkurin ger greitt, at um ætlanin er at senda føroysku lógina og viðmerkingarnar til ST, so er støðan uppaftur verri og pínligari, tí har stend­ ur onki, ið kann aftur­vísa donsku støðuna. Tvørt­ur­ ímóti er hetta helst fyrsta løgtingslóg nakrantíð, sum sigur í lógargreinunum, at føroyingar hava ongi rættindi og bert kunnu gera tað, ið danska stjórnin vil. Februar 2006: Uppskotið hjá Tjóð­veldis­ flokkinum verður viðgjørt á løgtingi. Uppskotið snýr seg einfalt um, at Løg­ting­ ið staðfestir okkara tjóð­ar­ rættindi og heitir á lands­ stýrið um at boða ST frá, at Føroya fólk hevur ongantíð tikið undir við lógunum og fráboðanunum, ið eru sendar ST. VIÐMERKINGAR Uppskrivtin uppá vavgreyt Løgtingslimur Høgni Hoydal Ung í Føroyum fullteknað 20 januar var freist­ in úti at tekna seg til Ung í Føroyum 2006 í Norður­landa­ húsinum. Fyri­skip­ ar­arnar kunnu siga frá, at stevnan er fullteknað UNGDÓMSSTEVNA Hesaferð sleppa heili 70 ung framat, fyri at há­ tíðar­halda at Ung í Før­ oyum nú hevur verið til í fimm ár. Tey hepnu fáa bræv innan tvær vikur við boðum um, hvørja av teimum sjey verksmiðjum tey sleppa til, tá stevnan fer av bakkastokka 3. - 5. mars. Allir verksmiðjur eru undir leiðslu av yrkis­ listafólkum, og spenna frá sniðgevig til filmsgerð og ymsar palllistagreinar. Teir ungu luttakararnir fáa høvi til at vísa fram egin verk á palli ella í fram­ sýning, taka lut í lívligum verksmiðjum og arbeiða fram móti einum felags úrsliti, sum verður víst fram fyri almeninginum í Norðurlandahúsinum 5. mars 2006. Kunning er at finna á www.ungiforoyum.info og á www.nlh.fo” www.nlh.fo Áhugavert og gleðandi er, at tilmeldingarnar hesu­ ferð eru javnari býtt­ar um alt landið enn nakrantíð fyrr, og meina fyri­skip­ar­ar­ nar, at hetta helst er úr­slit­ ið av at bæði Fuglafjarðar kommuna saman við øðrum kommunum eyst­ an fyri í landinum og komm­unarnar í Vágum, hava skipað fyri smærri Ung í Føroyum-stevnum undanfarna árið. Mentamálaráðið og Før­ oya Banki stuðla Ungum í Føroyum.