Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. februar 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 28 - 8. februar 2006 Sosialurin 13 NOVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi(ðsosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar faðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Thorbjørn Lisberg 85 ár Hósdagin 9. feb verður Thorbjörn Lisberg i Trongisvågi 85 år. Thorbjørn er ættadur ur Fåmjin, sonur Marin Mar- lenu og Johan Lisberg i Smidjuni. Tey åttu 16 børn, og var Thorbjørn hin 11. i rødini. Sum flestu ungdómar tá í tíðini fór Thorbjørn sum 14 ára gamal til skips, og mann hann í dag nokk telj- ast millum teir fáu foroy- ingarnar á lívi, sum hava verið til fiskiskap við deyð- siglara. Tá ið logtingið undir seinna heimsbardaga heitti á foroyingar um at fara til Íslands at gera flogvoll fyri bretska hervaldið, var Thorbjørn ein av teimum 250 foroyingunum, sum tóku av hesum moguleika. Eisini sigldi Thorbjorn við skipum, sum sigldu við feskum fiski úr íslandi til bretska marknaðin undir heimsbardaganum. I 1943 giftist Thorbjørn við Andreu, f. Sorensen, úr Grundini í Trongisvági. Stutt eftir at tey giftust, fóru Andrea og Thorbjörn til Islands at vinna, og vóru tey har í fleiri ár. Tá lá væl fyri at vinna pening í Íslandi, Á —… og heimafturkomin keyptu tey sær tvey traðarstykki í Trongisvági. sum tey í 1950 bygdu sær hús á. Tey, sum hava havt samband við Thorbjørn og Andreu, vita, at Ísland og íslendingar hava síðan tíðani hjá grannunum fyri vestan átt serligt pláss í hjarta teirra. Seinast í fimmtiárunum keypti Thorbjørn sær last- bil, sum hann hevði til fyrst í sekstiárunum. Eftir hetta arbeiddi Thorbjørn sum arbeiðsmaður, seinastu árini áðrenn pensiónsaldur hjá Tvoroyrar Kommunu. Tónleikurin hevur altíð havt stóran áhuga hjá Thor- birni, og væl liggur fyri hjá honum at yrkja. Hvor kennir íkki landaplágurnar "Eg sjólívið valdi“ og "Kom abbi set teg stabba á", sum Thorbjørn yrkti fyri nógvum árum síðani, og sum synirnir báðir, Jens og Marner, hava sungið inn á band. Vakr- astur av ollum sangum hansara er óivað "Kvaða til Fámjin“, har hann inniliga og vakurt lýsir náttúruna, bygdina og lívið soleiðis sum hann minnist tað, í eini av vakrastu bygdum í landinum. Og óteljandi eru teir sangir sum Thorbjørn hevur yrkt til veitlsuhald av ymiskum slag. Hann sum ikki veit bet- ur, heldur ikki tað ber til at Thorbjørn er náddur "kempualdur", so virkin sum hann er. Hann hevur í fleiri ár verið formaður í pensionistafelagnum HØFT, sum hann er vorðin víðakendur fyri at hava skipað fyri fleiri ferðum uttanlands saman við. Eisini er hann við, tá ið foroyskur dansur er í oynni, og eru lokalu dansifelagini boðin onkustaðni á dansiferð, so kann ein verða vísur í at Thorbjorn er við, eisini um tað snýr seg um dansiferð uttanlands. Thorbjørn og Andrea, sum andaðist í 2001, 81 ára gomul, fingu trý born, eina gentu sum doyði bert fáar dagar gomul og so synirnar Jens og Marner. Jens er giftur Guðrið og eiga tey bornini Torbjørn, Kristel og Hávard, sum andaðist í ferðsluvanlukku í 1999, 19 ára gamal. Marner er giftur Hjordis og eiga tey daturnar Dianu og Anitu. Vit eru mong, ið ynskja Thorbjørn tillukku við teimum 85 og góðan byr framyvir. Foðingardagin er Thor- bjørn burturstaddur. Andlát og jarðarferðir Svenning Holm Lind- enskov, fyrrverandi vitapassari, Nólsoy, andaðist á Ríkis- sjúkrshúsinum týsdagin 7. februar, 69 ára gamal. Jarðarferin verður lýst seinni. Hjordis Johannesen, fodd Skaale, andaðist á Lágargarði, í gjár, 93 ára gomul. Jarðarferðin verður úr kirkjugarðs kapellinum leygardagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Hjordis, kunnu lata eina peningagávu til Lágar- garð, konta í peninga- stovninum. Dagurin í morgin Teddy Michelsen, Tvøroyri, andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi leygardagin 4. februar, 71 ára gamal. Farið verður úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi mikudagin kl. 18. Jarð- arferðin verður hós- dagin klokkan 13 úr Salem á Tvoroyri. Tey, ið vilja minnast Teddy, kunnu lata eina gávu til Salem, Tvoroyri, konta í peningastovninum. 9. februar. Appolonia, deyð umleið ár 250. Ein kona í Aleksandriu, sum fyri trúar sakir varð pínd og dripin. Halgisogan sigur, at hon fekk allar tenninar trektar út og varð síðani brend á báli. Hon er verndarhalgimenni hjá tannlæknum. Navnið er eftir grikska gudinum Apollon, hin ljómandi. Tokk Hjartaliga takka vit allum, sum sýndu samkenslu, tá góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Esther Davidsen doyði og vóru jarðað. Takk fyri blómur og kransar, takk fyri gávur til Føroya Felag móti krabbameini og takk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Jógvan Elias, Jens Ib, Hannellsa og Jóna I sambandi við at Roktarheimið á Morkini í Streymnesi er liðugt, verður almenn móttoka á heiminum fríggjadagin 10. februar kl. 15.00 - 18.00 Oll eru vælkomin Sunda Kommuna