Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. februar 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nýggi Seat Leon, sum var kosin ársins bilur í Danmark 2006, er nú komin á føroyska marknaðin. Bilurn fær sera góðan karakter fyri bæði design, komfort og koyrieginleikar Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Jens K. Vang At Seat hava fingið sín egna stíl, er nýggi Seat Leon besta dømi um. So hvørt sum nýggj modell frá Seat koma á marknaðin, líkjast teir hvør øðrum. Hóast ymiskir í stødd ganga somu linjur aftur, og framman eru teir næstan eins. Allir eru teir teknaðir av kenda italska bil­designaranum Walter de Silva við konseptbilinum Seat Salsa frá 2002 sum fyri­mynd. Seat er sportsliga bilmerki hjá VW-konsernini, á sama hátt sum Alfa Romeo í Fiat- konsernini. Leon lík­ist ikki sørt einum Alfa Romeo aftan. Hand­tak­ini til síðu­­ hurðarnar aftan sita í síðu­ rútinum, aftan fyri bak­hurð­ ina, eins og á fleiri modell­ um hjá Alfa. Áðrenn Seat Leon rættu­ liga var komin á danska mark­n­aðin í fjør, varð hann kosin til ársins bil 2006. Grundgevingarnar vóru m.a. at Leon er ein design­perla, sum sameinir sportligar koyrieginleikar við ein rúmligan familjubil, samstundis sum hann upp­ fyllir øll krøv til trygd. Í mun til forgangaran er nýggi Leon væl størri og rúmligari. Nýggi Leon er bæði sports­ligur at koyra og góður at sita í - setrini stuðla væl og koyristøðan er nakað heilt fyri seg. Vælvirkandi elektromekaniska servostýr­ ing gevur bilinum eina fasta og neyva stýring. Leon fæst í útgávunum: Referance, Styline og Sport -up. Fimm motorar eru at velja ímillum, tríggir ben­ sin og tveir diesel. Bensin­ motorarnir eru: 1,6 litur við 102 hk, og 2,0 litur FSI við 150 hk og ein 2,0T FSI við 185 hk. Dieselmotorarnir eru: 1,9 litur TDI við 105 hk, og 2,0 litur við 140 hk. Leon hevur ESP sum standard eins og diffe­ren­ tialesperru og bremsu­assi­ stent. BSW-skip­anin heldur bremsuskivurnar reinar og fríar fyri vatn, og TSC-anti­ spinn er ein partur av ABS- bremsuskipanini. Ann­ars hev­ur Leon eisini 6 air­bag og fleiri innbygdar trygdar­ skip­anir. Seat Leon kann síggjast og roynast hjá Bilasøluni í Hoyvík. Písirnir byrja við kr. 198.000 fyri ein 1,6 litur Reference við 102 hk. Nr. 28 • mikudagur • 8. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Seat Leon 1,9 TDI Motorurin 1,9 litur TDI PD diesel 105 hk 0-100 km/t 11,3 sek Oljunýtsla 19,2 km/l (blandað koyring) Dekkstødd 205/55-16 Stødd og vekt Longd 431,5 cm Breidd 176,8 cm Hædd 145,8 cm Eginvekt 1.300 kg Viðførisrúm 341 litrar Prísur kr. 226.000,- Søluumboð P/F Bilasølan Vegurin Langi Tel. 315354 www.bilasolan.fo FAKTA Seat Leon 1,9 TDI: Ársins bilur komin Nýggi Leon er bæði sportsligur at koyra og góður at sita í. Vælvirkandi elektromekaniska servostýring gevur bilinum eina fasta og neyva stýring Seat Leon, ið bleiv ársins bilur í Danmark 2006. Allir teir nýggju Seat líkjast og hava sermerkta designið hjá nýggju Seat-generatiónini Nýggi Seat Leon er teknaður av kenda bildesignaranum Walter de Silva. Leggið til merkis at handtakið til síðuhurðarnar aftan sita í síðurútinum, aftan fyri bakhurðina