mikudagur 8. februar 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 8. februar 2006
15
Herfyri høvdu vit
eina mynd av einum
nýggjum Opel GT,
sum stóð undir eini
presending, klárur
at avdúka á altjóða
bilaframsýningini
í Genéve. Men vit
hava longu nú fingið
myndir av bilinum
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Opel GT er gjørdur við
gjørdur við tí fyrra Opel
GT, sum varð gjørdur frá
1968-73, sum fyrimynd.
Bilurin verður avdúkaður á
bilaframsýningini í Genéve
síðst í hesum mánaðinum.
Nýggi bilurin, ið verður
drivin av bakhjólunum, hev
ur 2.0 litur 4 syl. ECOTEC
turbo bensinmotor við 260
hk og koyrir frá 0-100 km/t
upp á minni enn 6 sekund.
Designið líkist Opel
GT, sum fyrstu ferð var
sýndur fram á Frankfurt
Motor Show í 1965, og
kom á marknaðin í 1968.
Opel GT var framleiddur í
yvir 100.000 eindum, tey
umleið fimm árini hann
var á marknaðinum. Síðan
hevur bilurin verið eitt saml
araobjekt um allan heimin.
Opel GT, ið skal fram
leiðast á eini verksmiðju í
USA, kemur á marknaðin á
vári 2007.
Kelda: GM Danmark
Volvo almannakunn
gera nú fyrstu mynd
irnar av nýggja
S80, sum kemur á
marknaðin í summ
ar við nýggjum
designi og trygd og
koyrieginleikum í
heimsklassa
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Í summar kemur ein heilt
nýggjur Volvo S80 á mark
naðin. Bilurin verður frum
sýndur á altjóða bilafram
sýningini í Genéve síðst í
februar og fyrst í mars.
S80 hevur allar tær
nýggjastu og mest fram
komnu trygdarskipanirnar
hjá Volvo, sum t.d ein fart
pilot sum automatiskt held
ur frástøðu til bilin sum
koyrir frammanfyri, og
eisini eina heimsnýggjheit
sum nevnist PCC ( Personal
Car Communication) við
hópin av intelligentum funk
tiónum, sum t.d registrerar
hjartaslagið og ávarðar um
ein persónur goymir seg í
bilinum.
Volvo S80 kemur við
tveimum nýggjum motor
um, einum 3,2 litur 6 syl.
rekkjumotori við 238 hk, og
einum 4,4 litur V8 motori
við 315 hk. Annars fæst
hann eisini við 2,5 litur 5
syl. turbo bensin við 200 hk,
og 2,4 litur turbodiesel við
185 hk.
S80 er ein luksusbilur
í dýrara klassanum, men
Volvo vænta sær nógv av
bilinum, serliga á ameri
kanska marknaðinum.
Nýggjur Volvo S80 í summar
Nýggi Volvo S80 kemur á marknaðin í summar
við nýggjum designi og trygd og koyrieginleikum
í heimsklassa. Sum nakað nýtt fæst hann við 6
syl. rekkjumotori
Opel GT – bilurin
undir presendingini
Ovara myndin
sýnir Opel Gt frá
60-unum. Undir
presendingini
er nýggi Opel
GT, sum verður
frumsýndur á
bilaframsýningini
í Genéve
Opel GT verður avdúaður á bilaframsýningini í
Genéve fyrst í mars. Bilurin hevur 2.0 litur 4 syl.
ECOTEC turbo bensinmotor við 260 hk og koyrir
frá 0-100 km/t upp á minni enn 6 sekund
Designið er bæði
nýtt og gamalt.
Skermarnir hava
somu linjur sum
Opel Gt frá 60-
unum. Hesin hevur
18” hjól og tvey
útstoyt