Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. februar 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 28 - 8. februar 2006 Tungmálms- rokkararnir í Týr hava skrivað sáttmála við eysturíska útgávufelagið Napalm Records. Sáttmálin umfatar allan heimin og er galdandi fyri fýra útgávur við bólkinum. Fløgusáttmáli Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Føroysku kvæðarokkararnir í Týr hava seinastu árini vunnið sær alt fleiri fjepparar kring allan heim. Fløgusølan av báðum fløgunum hjá bólkinum hevur gingið sera væl í føroyskum mátistokki. Tað hevur leingi verið at hoyrt, at fleiri altjóða útgávufeløg høvdu gott eyga á Týr. Í dag kunnu vit avdúka, at Týr hava skrivað undir ein útgávusáttmála, galdandi fyri fýra útgávur. Sáttmálin er við tung- málmsútgávufelagið Na- palm Records, ið heldur til í Eysturríki. Felagið hevur tung-, fólk- og víkingamálms tónleik sum sergreinir og hava fleiri aðrar norður- lendskar bólkar undir sáttmála. T.d. norsku Wig Wam, ið gjørdust heims- stjørnir við síni luttøku í Altjóða Melodi Grand Prixnum í fjør. Góður sáttmáli Hetta er eitt felag, sum hevur tey røttu sambondini til júst tann áhoyrarabólkin, ið Týr vendir sær til. So hetta tykist at vera eitt upplagt samstarv. Heri Joensen úr Týr sigur eisini, at teir eru sera væl nøgdir við sáttmálan, ið hevur verið hálvt annað ár í umbúna. Heri sigur, at fyrsta tilboðið ikki var fíggjarliga nøktandi, men felagið vísti alla tíðina nógvan áhuga í bólkinum, og við tíðini og tingingum er prísurin somuleiðis farin upp. Heri vil tó ikki siga, hvussu nógvan pening bólkurin fær burturúr hesum. Fyrsta útgávan er ein endurútgáva av Eric The Red, og hon verður send á marknaðin um 24. mars, í USA kemur hon út 25. apríl. Sáttamálin er galdandi um allan heimin, eisini í Føroyum. Heri sigur, at hetta er ein stórur møguleiki hjá bólkinum, og tað tí er spennandi. Men samstundis harmast hann um, at skula fara frá Tutl, ið higartil hevur givið fløgurnar hjá Týr út. Hann sigur somuleiðis, at hann vónar ein dag at koma aftur til Tutl. Napalm Records hava sett Týr í samband við umboðsfelagið Listen Up, ið somuleiðis mest fæst við tungmálm og harðan rokk. Hetta felag hevur skipað fyri konsertferðum um allan heim, eisini á góðum tungmálmsmarknaðum sum Fjareystur og USA. Týr og Listen Up hava skrivað umboðssáttmála fyri allan heimin uttan Føroyar. Heri sigur, at teir ikki hildu, at tað skuldi gerast neyðugt hjá føroyskum fyrireikarum at ringja til Eysturríkið fyri at fáa Týr at spæla fyri seg. Hann sigur, at Listen Up longu hevur lagt eina summar konsertferð til rættis við konsertum kring Evropa. Í juni fer bólkurin so í upptøkuhølið, at taka næstu fløguna upp. Hon kemur væntandi í handlarnar í September. Hetta verður ein nýggj uppliving hjá teimum, at kunna fara í upptøkuhølið uttan at hugsa um fíggjarligukarmarnar hjá fløguni. Tí hesum tekur útgávufelagið sær av. Hart arbeiði Týr hava seinastu árini verið ein tann mest hart arbeiðandi bólkurin í Føroyum, teir hava stríðst nógv fyri at fáa altjóða gjøgnumbrotið. Eitt nú hava teir sent upptøkur, til útgávufeløg kring allan heim. Men Heri heldur hetta vera eitt sindur løgi nú bólkurin endiliga hevur tryggja sær ein sáttmála, so tykist hetta ikki at vera í so stóran mun orsakað av harða arbeiðinum. Tí teir hava roynt at fingið sáttmála við nógv feløg, men knappiliga er tað eitt felag, ið vil hava teir og veruliga ger eitt arbeiðið fyri at fáa fatur á teimum. Sjálvt um Týr avvísti fyrsta sáttmálan og ístaðin royndi at finna feløg, ið fíggjarliga góvu betri tilboð. So arbeiddu tey á Napalm Records víðari við at fáa fatur á teimum. Tá Týr so sendu nýggjastu demo- fløguna út til plátufeløg m.o. Napalm Records gjørdust tey so væl nøgd við tað, ið tey hoyrdu, at tey komu við einum fíggjarliga sera nøktandi tilboði. Tað tykist nú, sum Týr hava rokkið dreyminum, um at gerast yrkistónleikarar, og føroyski kvæðaarvurin verður sendur út í víðu verð. Vit ynskja teimum tillukku og góða eydnu. Kvæðarokkur til allan heimin Grýludansurin 15 ár tíðindaskriv Fyri 15 ferð skipar dansifelagið Kom og Dansa fyri grýludansi føstulávintsleygarkvøld 25 februar. Í ár verður tiltakið í Mentarnarhúsinun í Fuglafiri, og til dansin í ár fara teir vælumtóktu Showmenn at spæla. Fyrireikarnir siga, at teir hava hesi árini roynt at gera tiltakið meiri fjølbroyt enn dansitiltøk flest, og hevur nógv forvitnisligt verið á skránni hesi árini. Eisini hevur verið pyntað við ljósperum og ballónum á hvørjum ári. Sigast kann, at hetta er vorðin ein verulig traditión, og hava nógv fólk verið til dansin hvørt ár. Mest úr Eysturoynni , men nógv eru eisini komin aðrastaðni frá. Nú er eisini góður møgu- leiki hjá eitt nú vágafólki at koma til tiltakið. Vinningar til grýlurnar Mong av teimun sum koma hava nýtt møguleikan at lata seg í grýluklæðir. Tað hevur verið sjón fyri søgn, at nógv av teimum hava brúkt nógva tíð at seyma og annars gera sær ein búna. Fyri at gera tað meira áhugavert og spennandi at gera góð og orginal grýluklæði, hevur tað á hvørjum ári verið latnir góðir vinningar til bestu grýlurnar, og í ár verða eisini góðir vinningar latnir til nr 1-2-3. Nevnast kann, at grý- luklæðini skulu vera heima- gjørd fyri at koma upp í part, tá ið dømast skal. Ikki tí, keypt grýluklæðir eru eisini meir enn vælkomin, men tað verður ikki hildið at verið rætt, at ein, sum fer inn í ein handil og keypir sær ein búna, skal vinna yvir einum, sum hevur sitið og hevur nýtt hendur og hugflog og nógva tíð til arbeiðið. Bussar koyra úr Vágum, Vestmanna, Tórshavn og Sundalagnum, eins og bussar koyra av Strondum og Toftum. Á vegnum verður koyrt gjørnum Gøtu og Leirvík. Allir bussarnir koyra heim aftur eftir dansin. Stóra tiltakið verður í Mentarnarhúsinun í Fuglafiri leygarkvøldi 25 Februar. Kvæðarokkararnir í Týr hava skriva sáttmála við eysturíska útgávufelagið Napalm Records