mikudagur 8. februar 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Ledger roynir
at fjala seg
Sjónleikarin Heath Ledger hevur ongantíð havt
trupulleikar av paparazzi-myndamonnum – fyrr
enn nú. Ledger byrjaði sum filmssjónleikari
sum 13 ára gamla, men í ár hevur hann fingið
sítt stórta gjøgnumbrot við filminum Brokeback
Mountain. Hesin filmur er tilnevndur til fleiri
Oscar-virðilsønir, og tað hevur gjørt Ledger
meira áhugaverdan hjá bløðnum. Nú hevur
Ledger selt sína íbúð við strongina í Sydney, tí
har fær hann ikki frið fyri myndamonnum, sum
liggja upp á lúr.
Will heldur seg
burtur
Will Young orkar ikki fyri Brit Awards, og hann
ætlaði sær ikki til tiltakið í ár. Men so hendi tað,
sum kann henda fyri tann besta. Will Young var
tilnevndur til eina virðisløn sum ársins sjónleik
ari.
– Eg hati virðislønarhandanir. Um eg ikki var
noyddur at fara til tiltakið, so hevði eg ikki farið.
Tað er eitt løgið tiltak. So nógv ego í sama høli.
Eg eri sera fegin um at verða tilnevndur, men
hatta er bara ikki eg, sigur Will Young.
Aniston fekk
av at vita
Angelina Jolie og Brad Pitt vóru fyri eini
keðiligari hending á eini matstovu í Berlin
herfyri. Ein fjeppari hjá Jenifer Aniston, sum
Brad Pitt helt saman við í fleiri ár, kom inn á
matstovuna í eini Vinir-troyggju og hevði beina
kós ímóti Jolie og Pitt. Rópandi spurdi, hvar
hjúnarbands-oyðileggjarin Angelina var. Tann
illa kvinnan varð steðgað av lívverjunum hjá
amerikansku sjónleikarunum, áðrenn hon fekk
gjørt seg inn á tey.
Tað verður kappast í bæði einum og øðrum, og nú um dagarnar var ein
etikapping á skánni í Philadelphia. Wing Bowl kallast kappingin, har tað
snýr seg um at eta flestar hot wings – kryddaðar høsnarungaveingir. Kapp
ingin verður verið hildin 14 tey seinastu árini, og stórur áhugi er fyri at
hyggja og fylgja við kappingini.
Luttakararnir fingu 30 minuttir til at eta í, og so ráddi um at finna rætta
flogið
Joey »Jaws« Chesnut vann kappingina, og tað gjørdi hann, tí hann klár
aði at eta 173 veingir innan 30 minuttir.
Nógv verður gjørt burtur úr undirhaldinum til Wing Bowl, og luttakarar
nir fáa góða hjálp frá lættkløddum kvinnum, sum heppa á teir.
kappast í at eta hot wings
Vinnarin Joey Chesnut
kláraði at eta 173 veingir
Mynd: Scanpix
Luttakararnir í Wing Bowl skuldu eta so nógvar
høsnarungaveingir sum gjørligt innan 30 minuttir.
Mynd: Scanpix
(Mynd: Scanpix)
(Mynd: Scanpix)
(Mynd: Scanpix)