mikudagur 8. februar 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 8. februar 2006
17
UTTAN ÚR HEIMI
Eitt blað í Iran hevur gjørt
av at bjóða lesarum sínum
at taka lut í einari tekni
kapping, ið er ætlað sum
svar upp á Muhammeds
tekningarnar í Jyllands
postinum.
Jødatýningin undir seinna
heimsbardaga er evnið, og
leiðslan á blaðnum Hams
hahri sigur, at við hesum
ætlar hon at kanna, hvussu
langt pressufrælsið í Vest
urheiminum røkkur, og um
vesturlendsk bløð fara at
prenta tekningarnar.
– Nú fáa vit so at síggja,
um pressufrælsið í Vest
urheiminum er tað sama, tá
tað snýr seg um brotsverk
hjá USA og Ísrael ella jøda
týningina, ella um tað bara
er loyvt at gera seg inn á
átrúnaðarligar halgidómar,
skrivar blaðið.
Teknikappingin
hjá
Hamshahri byrjar í næstu
viku, og tekningarnar
verða samstundis sýndar
í einari framsýningarhøll.
Sambært AP eigur Teheran
kommuna bæði blaðið og
framsýningarhøllina.
Skemta við jødatýningini
Skiparin á einari egyptisk
ari ferju hevur viðgingið, at
skip hansara sigldi fram við
fólki av einari ferju, sum
sakk seinasta hóskvøld,
men at hann valdi at halda
leiðina fram.
Umleið 1.000 fólk
doyðu, tá ferjan ”Al Salam
Boccaccio 98” sakk í Reyða
havinum. Egyptisku mynd
ugleikarnir siga, at skiparin
rópti á ferjuna ”Saint Cathe
rine”, sum var á somu leið,
og bað um hjálp, tí eldur
var í skipinum. Men ”Saint
Catherine” steðgaði ikki
á at hjálpa teimum neyð
støddu.
– Eg gjørdi av at halda leið
ina fram, tí eg helt trygdina
hjá teimum 1.800 ferðafólk
unum umborð á skipinum
vera tað týdningarmesta.
Veðrið var eisini ólagaligt,
sigur skiparin á ”Saint
Catherine”, Salah Jomaa.
Avgerðin hjá skiparanum
er steinur oman á byrðu hjá
egyptiska reiðarínum, sum
hevur nóg mikið at hugsa
um frammanundan. Tað er
komið fram, at reiðaríið
drálaði alt ov leingi við at
biðja myndugleikarnar um
hjálp, tá eldur kom í ”Al
Salam Boccaccio 98”, og
ferðafólk hava greitt frá, at
skiparin rýmdi av skipinum
fyri at bjarga sær sjálvum.
Sigldi undan fólki í neyð
Í mong ár hevur feitur
matur fingið skyldina
fyri bæði eitt og annað so
sum bróstkrabba og hjarta
sjúkur, men nú vísir ein
stór kanning, at tað er ikki
so vandamikið kortini at
eta feitan mat.
48.000 kvinnur hava
tikið lut í kanningini, og
úrslitið er nú kunngjørt í
amerikanska læknatíðar
ritinum Jama. Sagt verður,
at 19.000 kvinnur fingu
mat við lítlum fitiinnihaldi,
meðan hinar 29.000 fingu
vanligan mat. Eftir átta
árum høvdu 3,4 prosent av
teimum, sum ótu soltnan
mat, fingið bróstkrabba,
meðan 3,6 prosent av teim
um, sum ótu vanligan mat,
høvdu fingið somu sjúku.
Kanningin avdúkaði
eisini, at 0,13 prosent av
teimum, sum høvdu etið
soltnan mat, høvdu fingið
krabbamein í tarmunum,
og at 0,12 prosent av hinum
høvdu fingið somu sjúk
una. Tilburðirnir av hjarta
sjúkum vóru ávikavist 0,86
og 0,88 prosent, skrivar
Jama.
Feitur matur ikki so vandamikil
Útróðrarmaðurin Thomas
Ask úr Lindås nærhendis
Bergen var greiður yvir, at
hann hevði ein stóran fisk
á snørinum, tá hann var á
útróðri fyrradagin.
Saman við einum øðrum
manni var hann farin at
royna eftir longu á 40
favna dýpi, har longan
gýtir um hesa tíðina. Teir
høvdu fingið nakrar longur
og ætlaðu sær til hús,
tá Thomas Ask brádliga
kendi. Tað var týðiligt, at
hetta var okkurt stórt, og
tá loddið kom á borðið,
vísti tað seg at vera ein
sjáldsama stór longa. Tá
teir komu til lands, vísti
tað seg, at longan var 155
centimetrar til longdar og
vigaði góð 46 pund.
Molva molva, sum longa
eitur á latíni, kann blíva
tveir metrar long og kann
viga upp í 80 pund, og tær
elstu verða umleið 25 ára
gamlar.
Stór longa
Ikki færri enn fýra amerikanskir forsetar vóru í kirkjuni, tá einkjan eftir Martin Luther King,
Coretta Scott King, fór til gravar í gjár. Frá vinstru síggjast George W. Bush, Laura Bush, Bill
Clinton, Hillary Clinton, George Bush eldri og Jimmy Carter. Coretta Scott King, sum doyði tann
31. januar, fór til gravar úr New Birth Missionary Baptist Church í Lithonia, sum er beint uttan
fyri Atlanta í statinum Georgia
Mynd: Reuters
Uffe Ellemann-Jensen
heldur, at blaðstjórin
á Jyllandspostinum
eigur at siga seg úr
starvi. Men tað ger
hann ikki
Danmark
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Carsten Juste gjørdi í gjár
greitt, at hann ætlar sær
ikki at gera eftir tilmæl
inum frá fyrrverandi uttan
ríkisráðharranum.
– Hatta fær meg als ikki
at hugsa um mítt starv, sigur
Carsten Juste við Politiken.
Uffe Ellemann-Jensen skriv
aði í einari grein í Jyllands
postinum í gjár, at blaðstjórin
eigur at leggja frá sær. Hann
vísti á, at Carsten Juste hevur
sagt, at hevði hann vitað, at
tekningarnar av Muhammed
profeti, fóru at elva til tílíkt
tok, vóru tær ongantíð komn
ar í blaðið.
– Uffe Ellemann-Jensen
tulkar hetta, sum at eg havi
sagt, at eg iðri meg um, at
tekningarnar komu í blaðið.
Tað geri eg ikki, og tað var
heldur eingin, sum dugdi
at siga, at málið fór at
elva til hetta stríðið, sigur
blaðstjórin.
– Serfrøðingar siga, at til
burðirnir teir seinastu dag
arnar hava einki við tekn
ingarnar at gera. Tað snýr
seg um nakað heilt annað,
og tí hevði tað ikki ávirkað
støðuna, at eg legði frá mær,
sigur Carsten Juste.
Á Papua í Indonesia
hava vísindafólk
funnið djór og plant
ur, sum eingin hevur
sæð fyrr
Náttúra
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Altjóða granskarar hava
funnið tað, teir kalla ”ein
gloymdan heim” á Papua í
Indonesia. Í einum fjarskot
num frumskógarøki hava
teir funnið minst tjúgu djóra-
og plantusløg, sum eingin
hevur sæð fyrr. Har eru eitt
nú froskar, summarfuglar
og plantur. Harafturat funnu
granskararnir eitt fuglaslag,
sum etur húnang, og teir
komu eisini fram á fleiri
djór, sum eru at kalla útdeyð
aðrastaðni í heiminum, men
sum tykjast trívast væl í
frumskóginum á Papua.
– Her eru vit so nær Edens
garði, sum vit kunnu koma,
sigur granskingarleiðarin
Bruce Beehler við BBC og
leggur afturat, at djórini góvu
sær ikki stórvegis far um
granskararnar. Eitt nú kundu
granskararnir uttan stórvegis
hóvasták taka tvey djór við
sær til nærri kanningar, uttan
at tey gjørdu mótstøðu ella
flýddu.
Granskaraliðið telur ellivu
fólk úr USA, Avstralia og
Indonesia. Í desember fóru
tey inn í tann gamla frum
skógin á Papua vestantil á
Ný Guinea.
– Har eru ongar gøtur, og
vit sóu ikki eitt einasta tekin
um, at fólk hava verið har fyrr.
Hetta er eitt vakurt og óspilt
øki, sigur Bruce Beehler,
sum umboðar amerikanska
umhvørvisfelagsskapin Con
servative International.
Hann ivast ikki í, at
nógv annað forvitnisligt er
at finna í frumskóginum.
Granskararnir høvdu tveir
menn av Papua við sær, og
teir vóru eisini bilsnir av tí,
sum teir sóu, og teir vistu
eisini at siga, at eingin hevði
verið inni í frumskóginum
fyrr.
Funnu Edens garð
Fýra forsetar fylgdu
Vil ikki leggja frá sær
Carsten Juste vil ikki leggja frá sær
Mynd: Reuters