Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-08, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. februar 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 28 - 8. februar 2006 Nr. 28 • mikudagur • 8. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Fram fer vegna 15 feløg at skjóta fyrrverandi HB- formannin, Birgir Enghamar, upp til formansvalið í Fótbólts­sam­band­ in­um. Uppskots­ stillararnir kenna seg vísar í, at Birg­ir Enghamar verður valdur á aðal­fund­ inum síðst í februar Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Nú skuldi tað verða púra vist, at Birgir Enghamar stillar upp til formansvalið í Fótbóltssambandinum. Fram skuldi mikudagin lata inn uppskotið um Birgir Enghamar sum for­ mansvalevnið til FSF-aðal­ fundin, og skuldi høv­uðs­ staðarfelagið gera vegna 15 feløg. Formaður í Fram er Magn­ us Fuglø, og hann váttar, at hansara felag fer at lata FSF uppskotið, og tað skuldi gerast mikudagin. – Ja, vit fara at skjóta Birgir Enghamar upp til formansvalið, og tað gera vit vegna fleiri feløg, segði Magnus Fuglø beint fyri middag mikudagin. Formaðurin í Fram vil ikki siga, hvussu nógv feløg talan er um, og hvørji tey eru, men Sosialurin hevur skilt, at talan er um 15 feløg. Tey, sum ikki hava skrivað undir skrivið til FSF, eru TB, VB, Sumba, Royn, B71, KÍ og B68. Tað verður framvegis ar­ beitt dúgliga handan leik­ tjøldini, og tí kundi okk­urt einstakt felag koma upp í afturat, hevur Sosialurin skilt. Hava vunnið sær undirtøku Tað var í síðstu viku, at tíð­ indini komu fram um, at arbeitt verður handan leik­ tjøldini við at fáa undirtøku fyri Birgir Enghamar sum nýggjan formann í FSF. Tá vildi eingin váttað nakað, men nú er hetta arbeiði komið so langt, at uppskotið kann latast FSF. Aðalfundurin hjá Fót­ bólts­sambandinum verður leygardagin 25. februar, og freistin at lata uppskot inn til nýggjan formann í FSF er úti hóskvøldið. Óli Holm stendur fyri valið, og hann ætlar sær at stilla uppaftur. – Verður tað ein at­kvøðu­ greiðsla um formanssessin, so er eingin ivi um, at undir­tøka er fyri Birgir Enghamar, sigur Magnus Fuglø, formaður í Fram. Meirilutin kann broytast 22 feløg og nevndin í FSF atkvøða í formansvalinum, og um Birgir Enghamar hev­ ur undirtøku frá 15 feløgum, er talan um ein greiðan meiri­ luta. Tað er tó ógreitt, um fel­ øg­ini hava bundið seg til at atkvøða fyri fyrrverandi HB-formanninum, ella um tey bara eru við til at seta uppskotið fram. Áður hevur tað víst seg, at feløg broyta hugsan frá tí, at uppskot verða sett fram til atkvøtt verður. Í øllum førum er stór undirtøka fyri at skjóta Birgir Enghamar upp sum nýggjan formann í Fót­ bóltssambandinum. Birgir setir kós ímóti FSF-toppinum Ruðuleikin eftir HM- dystin ímóti Sveis í fjør hevur nú kostað Turkalandi eina harða revsing. Landið skal spæla sínar næstu seks landsdystir á uttanveltaðum vølli uttan áskoðarar Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað endaði við sonnum ruðu­ leika, tá ið Turkaland og Sveis í fjør spældu play-off dyst um seinastu plássini í HM-endaspælinum í Týsk­ landi. Sveis megnaði at vinna dystin, og seinsta dómarabríksla var alt á gosi á turkiska leikvøllinum. Sveisisku spælararnir vóru álopnir av bæði turkiskum spælarum, leiðarum og løgreglufólki, og teir kendu seg veruliga hóttar. Onkrir spælararnir fingu smærri løstir av tilburðinum. Nú hevur FIFA giv­ið turkiska fótbólts­sam­band­ inum eitt dygt slag á vangan fyri hendingina. Turkaland skal spæla sín­ ar næstu seks landsdystir á einum uttanveltaðum leik­vølli uttan áskoðarar. Harafturat hava fleiri spæl­ arar og leiðarar eisini fingið revsingar. Emre og aðrir leikbannaðir Turkiski ítróttarráðharrin er sera misnøgdur við revsingina. – Avgerðin er meira politisk enn ítróttarlig, heldur Sahin, sum ætlar sær at stríðast fyri at broyta avgerðina hjá FIFA. – Vit fara at gera alt, vit kunnu fyri at broya avgerðina, og vit vóna, at FIFA fer at rætta sítt mistak, sigur ráðharrin. M i ð va l l a r s p æ l a r i n Emre og verjuspælarin Al­pay hava fingið seks dag­ar leikbann hvør. Hesa somu revsing hevur eisini sveisiski spælarin Benjamin Huggel fingið. Turkiski hjálp­arvenjarin Ozdilek er bannaður frá øllum fótbólti í eitt ár, og turkiski spælarin Serkan Balci og sveisiski fysioterapeuturin Meyer hava fingið leikbann í tveir dagar. Harafturat hava hes­ir persónar eisini fingið bøt­ ur. Fram skjýtur vegna 15 feløg upp, at Birgir Enghamar verður nýggjur formaður í Fótbóltssambandinum. Standa tey 15 feløgini við uppskotið á aðalfundinum, verður fyrrverandi HB-formaðurin nýggjur fótbóltsbossur í Føroyum Turkaland fekk harða revsing Jón Rói bíðar eftir svari Fótbóltsspælarin Jón Rói Jacobsen skal fríggjadagin skannast í knænum, har hann fekk skaða um viku­ skiftið. Tað var á venjingarlegu hjá AaB í Turkalandi, at før­oyski landsliðsspælarin fekk ein løst í knæið. Tal­ an kann verða um ein álvarsaman skaða, men endaliga kanningin verð­ur ikki gjørd fyrr enn fríggja­ dagin, og til ta tíð mugu Jón Rói og øll hini bíða eftir endaligum boðum. Jón Rói hevur áður slitið krossband í knænum, og nú krossa hann og onnur fingrar fyri, at talan ikki verður um slíkan álv­ar­saman skaða aftur hesaferð. Vilja hava Hamrén Svenska Aftonbladet vil vera við, at felagið Hammarby liggur fram við eftir Erik Hamrén sum nýggjan venjara í fel­agnum. Hamrén er í løtuni venjari hjá Jón Róa Jacobsen og Suna Olsen í AaB, og har hevur hann klárað seg væl. – Eg havi fingið nógv­ar fyrispurningar frá svensk­ um feløgum, men eg ikki við­merkja nakað um, hvørji feløgini eru. Tað er nógvur slatur, sigur Erik Hamrén. Sáttmálin hjá Hamrén í AaB gongur út á nýggj­ árinum. Ingi var ikki við Í seinastu løtu varð Ingi Høj­sted valdur frá til hóp­ in hjá Birmingham, sum spældi steypdyst ímóti Reading týskvøldið. Ingi hevði annars fingið boð um, at hann skuldi halda seg kláran til dystin, tí so nógvir av vanligu spæl­ arunum á 1. liði ikki kundu verða við vegna skaðar og leikbann. Birmingham vann dyst­ in í FA Cup 2-1, men Ingi Højsted var hvørki á vøllinum ella á beinkinum til dystin. Tað hevur gingið væl hjá Inga seinastu vikurnar. Hann er sloppin av við ein skaða, sum argaði hann, og hann hevur spælt á eyka­liðnum hjá felagnum. Í næstu viku skal hetta lið spæla ímóti eykaliðnum hjá Manchester United.