Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-08, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. februar 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 - 8. februar 2006 19 Leygardagin 4. febru­ ar vóru tvey umfør í liðkappingini í bridge leikt á Hand­ ils­­skúlanum á Kambs­ dali Kappingin í ár hevur verið sera jøvn og spennandi. Bæði í 1 og 2.deild hava tað verið fleiri lið um boðið. Nú kappingin er hálvrunnin, er framvegis spenningur í. Í 1.deild hevur liðið hjá Boga Simonsen lagt seg nakað framum tey næstu liðini, men enn er einki avgjørt. Á liðnum hjá Boga eru umframt Boga sjálvan eisini Hallberg Arnfríðsson, Jákup Hjaltalin og Arnbjørn Sivertsen. - - - Í 2.deild er spenningurin framvegis stórur, trý lið kappast um at fáa sess í bestu deildini komandi kappingarár. Tað er liðið hjá Marjun Restorff, ið liggur á odda í løtuni, liðið hjá Hallur Ellingsgaard og liðið hjá Jórun Johannesen. Undan kappingini var væntað, at liðið hjá MBM fór at verða við í kappingini um aftur at fáa eitt pláss í bestu deildini, men tað hevur gingið sera illa hjá teimum at fáa spælið at rigga. Á liðinum hjá Marjun eru umframt Marjuna sjálva eisini, Eilif Petersen, Salamon Joensen, Zacharis Joensen Arnleyg Mikkelsen og Petur Annfinn Johansen. - - - 3.Deild Var spenningurin stórur í 1 og 2. deild undan hesum vikuskiftinum, kann tað sama ikki sigast um støðuna í 3.deild. Har hevur liðið hjá Jens Paula G. Nolsøe lagt seg klárt á odda, og tað skal gangast teimum sera illa um liðið ikki skal vinna deildina. - - - Multihold Multihold er ein útrokning, ið verður gjørt, har ein áleið kann síggja hvussu tey eink­ ultu pørini hava klára seg. 1. Deild 1. Bogi Simonsen - Hallberg Arnfríðsson 18,91 2. Dia Jacobsen - Marner Joensen 18,54 3. Jákup Hjaltalin - Arnbjørn Sivertsen 17,42 2. Deild 1. Hans Egil Joensen - Ed­mund Joensen 17,13 2. Marjun Restorff - Arnleyg Mikkelsen 16,96 3. Oddmar Danielsen - Einar Ellingsgaard 16,10 3.Deild 1. Jens Pauli G. Nolsøe - Danny Danielsen 19,70 2. Eva Berg - Anna Olsen 16,33 3. Knútur Nygaard - Áki Dimon 16,20 Steypakappingin Leygardagin 4. februar var lutakast um hvør skuldi spæla móti hvørjum í steypa­ kappingini. Fleiri spennandi dystir kunnu væntast, tann mest spennandi er ivaleyst dysturin millum liðið hjá Boga Simonsen og Símin Lassaberg. Soleiðis skal spælast í 1. umfarinum í steypa­kapp­ ingini: Símin Lassaberg - Bogi Simonsen Heðin Mouritsen - Jóna Gruntveit Allan Dal- Christiansen - Súsanna Dam MBM - Marner Joensen Óli Holm kemur víðari uttan dyst. Allir dystirnir skulu verða leiktir áðrenn 1. mars 2006. Bogi og teir á odda Danski rógvarin Søren Madsen skal standa fyri rógvikappingini, sum verður hildin í Eystursúklanum leygardagin Rógving Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Freistin at melda seg til innanduraróðrarnar í Eyst­ ur­skúlanum leygardagin var út í gjár, og eins nógvir rógvarar og í fjør fara at rógva, skrivar heimasíðan hjá Havnar Róðrarfelag. Felagið kundi ynskt sær, at tað vóru fleiri ungir rógvarar við í kappingini, og hóast nógvar ungar gentur venja í rógvimaskinum kring land­ ið, so hava tær ikki hildið seg til at luttaka í hesi inn­an­ durakapping. Dani stendur Havnar Róðrarfelag hevur fingið ein kendan danskan rógvara at standa fyri kapp­ ingini leygardagin. Tað er Søren Madsen, sum hevur róð við kenda danska »gull­ fýraranum«, og hann var millum annað við til OL í 2000 og HM í 2001. Eftir hetta fekk Sørin skaða í ryggin og hevur mest sum ikki róð kapp síðani. So tað verður ein kendur og virdur rógvari, sum fer at halda eyga við teimum føroysku rógvarunum til óalmennu FM-kappingina í innandurarógving leygar­ dagin. OL-rógvari til Føroya Støðan í 1.deild Allan Dal-Christiansen 9  22  20  24  17 92  2 Bogi Simonsen 21 12  25  24  25 107 1 Símin Lassaberg 8  18 17 25 23 91  3 Eyðun Jakobsen 10 4 13 10 25 62 4 Jóna Grunnveit 6 6 5 20 20 57 5 Óli Holm 13 3 7  2 10 35 6 Støðan í 2.deild MBM 9 4 12 6 12 43  6 Hallur Ellingsgaard 21 10 22 12 25 90 2 Jórun Johannesen 25 20 10 14 17 Marita Krosstein 18 8 20 11 20 77 4 Marjun Restorff 24 18 16 19 20 97 1 Jákup Egholm 18 4 13 10 10 55 5  Støðan í 3.deild Knútur Nygaard 19 12 18 84 2 EyB 3 11 6 12 40 4 Jens P. G. Nolsøe 18 24 25 107 1 Súsanna Dam 12 18 3 67 3  Magnus formaður í Fram Ein lítil útskifting hevur ver­ið í nevndini hjá bólt­fel­ agnum Fram, eftir at aðal­ fundurin hjá felagnum var herfyri. Tað var longu greitt áðrenn fundin, at sitandi nevnd ikki fór at verða tann sama, tí Teitur Ellingsgaard og Bárður Mikkelsen fóru niður í lestrarørindum. Eis­ ini formaðurin Anfinn L. Han­sen fór av landinum. Eft­ir aðalfundin var greitt at Magnus Fuglø kemur í nevndina og tekur við sum formaður í felagnum. Heimasíðan hjá Fram lovar at koma við fleiri boðum, tá ið nýggja nevndin hevur endaliga skipað seg. Ítróttargalla í Runavík Leygarkvøldið 4. mars verð­ur skipað fyri Ítrótt­ ar­galla í Runavík. Tað eru ítróttarfeløgini NSÍ, Støkk, Tjaldur og kapp­ róðrardeildin hjá NSÍ, sum í felag skipa fyri veitsluni. Gallaveitslan verður hildin í ítróttarhøllini í Runavík. Á veitsluna fara tey ein­ støku ítróttarfeløgini at velja sítt ársins ítróttarfólk, og eisini fer Magni Poulsen at skipa fyri undirhaldi und­ir borðhaldinum. Eft­ir borðhaldið spæla Show­ menn til dans. Skipað var á fyrsta sinni fyri slíkum ítróttargalla í Runavík í fjør, og tað eydn­ aðist stak væl. tn Dani roynir seg í GÍ Gøtumenn hava danskan spæl­ara til royndarvenjing í hesum døgum. Talan er um Franck Bodjo, sum hev­ur verið við í tveimum venjingardystum. Um talan verður um meira varðandi samstarv er ikki greitt enn. Drúgv landsliðsferð Fótbóltsslandsliðið, sum um 10 dagar fer á venj­ ing­ar­legu í USA, fer á eina drúgva venjingarlegu hesaferð. Tað tekur nakað av tíð at ferðast aftur og fram, og samanlangt verða føroysku spælararnir burtur í 12 dagar. Ferðin gongur til Fort Lauderdale í USA, og har verður vant og spælt frá týsdegnum 21. februar til mikudagin 1. mars. Føroyska landsliðið ferðast til USA umvegis Keyp­mannahavn. Í Fort Lauderdale býr landsliðið á Hilton hotelli. Leygardagin verður stóra innandurakappingin í rógving hildin í Eysturskúlanum í Havn. Óalmenn FM-heiti eru upp á spæl