Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. februar 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 29 - 9. februar 2006 Teir ungu sanding­ ar­nir nýtast ikki at sita fyri einki heima við hús ella ganga og mala uttandura. Eitt nýtt og vælumtókt tilboð til tey er nú byrjað í ung­manna­ felags­húsinum á Sandi. – Húsið verður nógv vitjað. Og tí eigur hetta virksemið við opnum húsi at halda fram, sigur Erling Arnarson, sum er leiðari fyri hetta arbeiðið Ungdómur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sandur: Fýra dagar um vik­una hava ungfólkini nú møguleika at koma til opið hús í ung­mannafelagshúsin­ um ”Virkið”. Síðani 1. oktober í fjør hev­ur verið koyrt við hesi skip­anini, har húsið er opið til ym­iskt virksemi fyri teir ymisku aldursbólkarnar. Frammanundan kannaðu tey, hvussu arbeiðið við Marga­rinfabrikk ini í Havn er skipað, og í fjør varð so lagt til brots. Hetta tilboðið á Sandi hev­­ur eis­ini skapt áhuga aðra­­staðni, tí herfyri vóru nak­rar gentur úr Eystur­oynni og spurdu seg fyri, hvussu ar­beið­ið er skip­að her. Skipanin er soleiðis, at mána­dag og miku­ dag er op­ ið seinna­part­in fyri teim 7 til 12 ára gomlu, og týs­dag­ ar og hósdagar er opið fyri teimum 13 ára gomlu og eldru um kvøldarnar. – Tað er stuttligt at síggja, at ungdómurin av Sandi tek­ur so væl undir við tiltakinum. Og somuleiðis, at tey ungu úr hinum bygdunum eisini koma higar, sigur Erling. Tónleikur og spøl Sandingar hava verið so hepn­ir, at fólk fyri nógvum árum síðani sóu týdningin av at útvega bygdini egið ung­ mannafelagshús. Hetta húsið hevur hýst mongum ymiskum virk­ semi, men síðani í heyst hev­ur hetta nýggja tilboð­ið sett sín serstaka dám á ung­ dómslívið hjá sandingum og sandoyingum í síni heild. Her ber til at koma saman fyri at hugna sær við práti og teimum mongu spølunum, sum finnast í húsinum. Her eru bæði borðtennis, ein hóp­ur av brettspølum, fót­ bóltsspæl og dart. Til tess at gera tað enn meiri spennandi varð skipað fyri eini borðtenniskapping í desember mánaði, har ikk i færri enn 49 ung og tilkomin luttóku. Vinnararnir fingu bæði heiðursmerki og gávu­ kort. – Hetta var eitt sera væl­ eydnað tiltak. Og tað er eisini stuttligt at vísa, at sandingar somuleiðis kunnu íðka annan ítrótt enn fótbólt, sigur Erling og vísir á, at áhugin fyri borðtennis er so stórur, at tað mangan er kø frammanfyri borðtennisborðini í ung­ manna­felagshúsinum. Skipað verður eisini so­leiðis fyri, at tey ungu kunnu læra seg føroyskan dans, eins og diskotek er ein fastur táttur í skránni fyri vikuna. Henda ætlanin við einum húsi fyri ungdómin á Sandi er bert ein roynd. Men hetta er kortini ein roynd, sum allir partar vóna fer at halda fram. Hesir part­ ar eru Sands kommuna og leiðarin, og ikk i minst øll tey ungu. Tað er ikk i at taka seg aftur í, at tey ungu hava tikið sera væl ímóti hesum tilboðnum, og møta trúfast upp kvøld eftir kvøld. – Tað er ikk i óvanligt, at tað eru eini 40 ungfólk her inni eitt slíkt kvøld, sigur Erling. Hetta vísir, at hetta tilboðið hevur rakt ein tørv. Tí nú fáa tey ungu møguleika at hittast í tryggum og góðum karmum, samstundis sum teim­um standa fleiri ítriv í boði. – Tí vóna vit eisini, at hetta tilboðið fer at halda fram komandi vetur. Tað hevði stórt spell um hetta datt niðurfyri. – Hetta er so væl umtókt, og tí kann tað ikk i steðga nú, sigur ein íðin Erling. Opið hús savnar fult hús WWWSSLFO 3 & 1 3 0 ; 4NASTUFØLK 3T’RV 6ˆsʅiÃՓÊÛiÀs>Ê{Êv©ÃÌÊÃÌ©ÀÛʜ}ÊÓÊ Ì‰s>À>ۓ>ÀŽ>sˆÊÃÌ©ÀÛÊÃՓÊÌC˜>ÃÌÕvŽÊ…?Ê -ÌÀ>˜`v>À>Έ«Õ“Ê>˜`ȘÃʏßÃÌʏiÞð ÀiˆÃ̈˜Ê>ÌÊ鎍>ÊÃÌ©Àۈ˜ˆÊiÀÊÌ>˜˜Ê ÓÓ°ÊviLÀÕ>ÀÊÓääȰ -‰ÊßȘ}ˆ˜>Ê?ʅiˆ“>ÉsÕʜŽŽ>À>ÊÜÜܰÃϰvœ Í sambandi við, at Súni Schwartz Jacobsen 1. februar tók við sum stjóri í Føroya Banka, verður móttøka á høvuðsskrivstovuni í Húsagøtu í Havn fríggjadagin 10. februar frá kl. 15.00 til 17.00 Móttøka Erling Arnarson stendur fyri virkseminum í ungmannafelagshúsinum. Her er nógv hjá teimum ungu at takast við, og líkt er til at teimum dámar hetta sera væl Mynd: Jens Kr. Vang