Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. februar 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 29 - 9. februar 2006 Tíðliga í summar verður skipað fyri einum risa tón­ leikatiltaki í mið­ býnum í Havn. Tiltakið verður í tveir dagar, og væntandi fara góðir 60 tónleikabólkar og einstaklingar at spæla Tónleikatiltak Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tiltakið, sum verður viku­ skiftið 2. og 3. juni í mið­ býnum í Havn, tá ið eisini Mentanarnátt er, verður heilt nágreiniliga í Tórsgøtu. Tað er Margarinfabrikkin, ið hevur tikið stig til tiltakið, og júst Margarinfabrikkin kemur at hava ein týðandi leiklut undir sjálvum tiltak­ inum. Seks spælistøð Fyrireikararnir av tónleika­ til­takinum hava fingið loyvi til at steingja Tórsgøtu av hesar báðar dagarnar, og at kalla øll neyðugu loyvini eru fingin til vega. Ikki færri enn seks ymisk spælistøð verða nýtt til til­ takið. Fimm av teimum, Marg­arinfabrikkin, Gríma, Miðla­húsið, Sjómansheimið og Snarskivan eru innandura, og harumframt verður gjørd­­ur ein stórur pallur á parkeringsøkinum uttan fyri Sjómansheimið. Høvuðsendamálið við tiltak­ inum er at seta føroyskan tónleik í miðdepilin, og at varpa ljós á tað fjølbroytta tónleikaumhvørvi, sum vit hava í Føroyum, siga fyrireikararnir. Bert føroyskur tónleikur Allur tónleikurin, ið verður framførdur og spældur á stóra tiltakinum, verður før­ oyskur. Ætlanin er, at út­boðið av tónleiki skal spenna so víða sum gjørligt, soleiðis at nakað verður fyri allar aldursbólkar. Tí verður eitt nú bæði før­oyskur dansur, poppur, punk, gospel, kór, blues og tungur rokkur á skránni hesar dagarnar, soleiðis at nakað verður fyri øll. Júst hvørji nøvn borðreitt verður við, er ikki greitt enn, men hetta verður væntandi kunngjørt í næstum. Risa tónleikatiltak í miðbýnum Tá ið kongaliga vitjanin var seinasta summar, spældi unga manningin úr Paradox á einum palli á parkeringsøkinum uttan fyri Sjómansheimið, júst soleiðis sum ætlanin er í sambandi við stóra tiltakið í summar. Mynd: Jens Kr. Vang Mánadagin sam­tykti byggi- og býar­skip­an­ arnevndin hjá Tórs­ havnar Býráð at geva Damor byggiloyvi til nýggj­an vinnu- og hand­ ilsbygning á Hjalla Nýbygging Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Bygningurin hjá Damor kem­­ur at verða, har sum gam­la grótbrotið á Hjalla er, og hann fer at hava eina samlaða gólvvídd upp á 2.700 fermetrar. Ikki nøkur glæstriborg Per Mortensen, stjóri hjá Damor, sigur, at nú komm­ anan hevur samtykt at veita byggiloyvi, verður farið und­ ir at innheinta tilboð upp á stoypiarbeiði. – Eg vóni, at tað fer at ganga skjótt, soleiðis at vit sleppa í gongd í vár. Tekningarnar liggja klárar, so tað er at bara at fara í gongd. Eg veit ikki, nær tað verður liðugt, men eg vóni, at vit sleppa undan at verða her í hesum kalda goymslubygninginum hjá Poul Mohr ein vetur afturat, hóast her er gott at verða, sigur Per Mortensen. Stjórin í Damor dugir ikki at siga, hvussu nógv nýggi bygningurin fer at kosta, men hann roknar ikki við, at bygningurin verður serliga dýrur, tí talan verður ikki um nakra glæstriborg, men um ein funktionellan bygning, sum hann málber seg. Damor fer at byggja á Hjalla Í summar brendi táverandi bygningurin hjá Damor úti á Argjum, og nú verður skjótt farið undir at byggja ein nýggjan bygning á Hjalla savnsmynd