hósdagur 9. februar 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 29 - 9. februar 2006
Tað kemur illa við
hjá temum brekaðu
í Føroyum, at Happa
drátturin nú fer í
søguna. Happadráttar
grunnurin er einasti
grunnur í Føroyum,
har peningurin fer
beinleiðis til brekað,
men seinastu árini
eru inntøkurnar
minkaðar so nógv, at
happadrátturin nú
verður tikin av.
– Brekað eru ikki
serliga rentabul, og tí
er ringt at fáa stuðul
aðrastaðni frá, sigur
Leila Solmunde,
forkvinna í MBF og
limur í Happadráttar
grunninum
AVTØKA
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Hin føroyski happadrátturin
fer skjótt í søguna, eftir at
hava givið føroyingum vónir
um størri peningaupphæddir
í samfull 56 ár.
– Hetta kemur dátt við
hjá okkum, og er ein dygg
ur smeitur, sigur Leila Sol
munde, forkvinna í Megin
felag teirra brekaðu, MBF.
Brekað í Føroyum hava
nevniliga fingið tveir trið
ingar av yvirskotinum frá
happadráttinum saman við
Ítróttarsambandi Føroya, ið
fekk tann seinasta triðing
in.
Leila Solmunde situr
sjálv í nevndini, sum hev
ur býtt peningin út til
tær umsóknirnar, ið hava
verið um stuðul frá happa
dráttarpengunum.
– Hetta kemur at merkjast
hjá limafeløgunum í MBF, tí
hetta hevur verið tann einasti
grunnurin, brekað hava
kunnað søkt úr. Brekað eru
ikki serliga rentabul, og tí er
ringt at fáa stuðul aðrastaðni
frá, sigur Leila Solmunde, ið
ikki heldur tað vera so lætt
at fáa pening aðrastaðni
frá. Hon nevnir sum dømi
ta nýggju vegleiðingina
um atkomuviðurskifti hjá
brekaðum, ið hon sigur
hevur trupul at fíggja við
stuðli frá øðrum stuðlum.
Kappingin harðnað
Leila Solmunde sigur seg
harmast um, at inntøkurnar
frá happadráttunum nú
hvørva, men viðgongur, at
núverandi skipan er vorðin
ótíðarhóskandi, nú tað
ber til at spæla eydnuspøl
við fatelefonum og aðrari
tøkni. Tí sigur hon seg hava
vónað, at happadráttrurin
fór at verða gjørdur meira
nýmótans, eftir at kappingin
um spælipengarnar er harðn
að so nógv.
Sum dømi um, hvat yvir
skotið frá happadráttinum
nevnir hon m.a. føroysku
teldutaluna, ið blind kunnu
brúka, og sum hevur verið ein
kostnaðarmikil verkætlan.
Hóast hon situr í grunn
inum, sum býtir pening út frá
happadráttinum, sigur hon
seg ikki vera eftirspurda.
- Tað er ov lætt bara at taka
happadráttin av, og vit áttu at
verið spurd fyrst, sigur Leila
Solmunde.
Jacob Vestergaard
umsitur happadráttin
í Landsstýrinum, men
hann er ikki sinnaður
at fara undir nýgg
spæl. Hann váttar tó,
at ein áhugabólkur
hevur kannað møgu
leikarnar at byrja
eitt nýtt føroyskt
spæl, sum skal stuðla
góðum endamálum
AVTØKA
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Happadrátturin varð skip
aður við løgtingslóg, og
hevur virkað síðani 1. juli
1950. Síðsti dráttur verður
30. juni í ár, og so er ber ikki
til longur at keypa sær ein
happadráttarseðil.
Jacob Vestergaard er
landsstýrismaðurin, sum
vegna Innlendismálaráðið
varðar av happadráttinum.
Hann sigur, at málið hevur
verið umrøtt eina tíð í Inn
lendismálaráðnum eftir at
landsgrannskoðarin hevur
gjørt vart við, at yvirskotið
er minkað javnt og samt, og
sannlíkindini fyri, at drátt
urin fer at geva yvirskot,
gerast alt størri.
– Tað koma eingir nýggir
spælarar til, og 35 % av seðl
unum verða ikki seldir, í mun
til fyrst í 90’unum, tá 13 % av
seðlunum ikki vórðu seldir,
sigur Jacob Vestergaard, ið
leggur afturat, at skipanin,
har fleri av seljarunum føra
og selja við hond, er vorðin
ótíðarhóskandi og ein leivd
frá fortíðini.
Fær avleiðingar
Spurdur, um Innlendismála
ráðið ætlar at koma við onkr
um nýggjum spæli, sigur
landsstýrismaðurin:
– Tíðin er farin frá, at eitt
aðalráð skal varða av einum
spæli.
Hann sigur tó, at tað ikki er
óhugsandi, at verður lóggivið
um eitt nýtt spæl, sum skal
hava til endamáls at stuðla
almennum og samfelags
gagnligum endamálum.
Jacob Vestergaard sigur
seg nevniliga hava gjørt sær
greitt, at tað fær avleiðingar
at taka av eitt slíkt spæl.
– Happadrátturin er vorðin
ótíðarhóskandi, men her eru
eisini kenslur upp í, tí fólk
hava havt sama seðil í fleiri
ár, og summi hava arvað
seðilin. Ein triðingur fer til
ÍSF og tveir triðingar fara
til tey brekaðu, og tað eri
eg forharmaður um, men
tað gongur ímóti einum
undirskoti, og so er einki
at býta út. Hinvegin, um
okkurt annað spæl kemur,
so er ikki óhugsandi, at
slíkir bólkar sum tey brek
aðu í samfelagnum skulu
fáa yvirskotið, men, ja,
tað er negativt, at tey brek
aðu missa hetta, sigur inn
lendismálaráðharrin.
Nýtt spæl ávegis
Spurdur, um Jacob Vest
ergaard metir, at ov nógv
ir spælimøguleikar eru í
Føroyum, sigur landsstýris
maðurin, at vit hava Lotto,
Útvarpið, Sjónvarpið og
samband við alla verðina,
og tí hevði tað kanska ver
ið skilagott, at havt eitt ser
føroyskt spæl, men hetta
skal vera umhugsað, tí tá tú
ert partur av umheiminum,
so verða upphæddirnar har
eftir, og tað ber jú til at vinna
milliónir í Lotto.
Jacob Vestergaard váttar
tó, at hann hevur havt fund
við ein áhugabólk, sum hev
ur kannað møguleikarnar at
fara undir eitt nýtt spæl.
Umboð fyri hendan áhuga
bólkin siga við Sosialin, at
tey halda tað vera spell, at
hetta dettur niður fyri, og
tey tí meta tað vera neyðugt
at modernisera eitt føroyskt
spæl av hesum slagnum, ið
kann vera við til at stuðla
góðum føroyskum endamál
um.
Dygg ur smeitur hjá
teimum brekaðu
– Tað er ov lætt bara at taka happadráttin av, og vit áttu at
verið spurd fyrst, sigur Leila Solmunde.
Landsstýrið skal ikki skipa fyri eydnuspæli
Í 2002 var yvirskotið í Happadráttargrunninum 114.000
krónur, eftir at ÍSF hevði fingið sín triðing.
Happadráttargrunnurin læt pening fyri uml. hálva millión
í 2003, sum var Ár teirra brekaðu, og tí vóru nógv tiltøk
hetta árið. Harafturímóti var yvirskotið í grunninum
bert 67.000 krónur hetta árið, eftir at ÍSF hevði fingið sín
triðing.
Í 2004 vórðu 50.000 krónur latnar, og í fjør varð einki latið.
Stovnsfæið í grunninum er 480.000 krónur.
Til samanberingar kann nevnast, at sambært
ársroknskapinum hjá Sp/f Ìtróttarvedding fáa føroysk
ítróttarfeløg ein triðing av tí, sum spælt verður fyri. Restin
fór av landinum og kom partvíst aftur í vinningum.
Hesum triðingur varð í 2004 uml. 10,4 millónir. Spælt varð
sostat fyri góðar 30 milliónir í Lotto og øðrum donskum
spølum.
FAKTA
– Tíðin er farin frá, at eitt aðalráð skal varða av einum spæli, sigur Jacob Vestergaard