hósdagur 9. februar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 9. februar 2006
7
Bónus bíligt –
men Netto bíligari
Matvara
FK
Dalabúðin
Hjá Herman
Tórshavn
Sandoy
Sandoy
Vanlig mjølk 1 litur
9,60 kr.
9,95 kr.
9,95 kr.
Heilt rugbreyð
22,75 kr.
23,25 kr.
23,25 kr.
Kärgården smör - 1 kilo
51,80 kr.
55,80 kr.
54,00 kr.
Sukur - 1 kilo
6,95 kr.
5,25 kr.
5,90 kr.
Mjøl - 2 kilo
8,95 kr.
8,00 kr.
9,95 kr.
Gevalia kaffi - 1 kilo
53,90 kr.
59,00 kr.
53,90 kr.
Typhoo te - 1 kilo
69,95 kr.
110,00 kr.
69,95 kr.
Majsolja - 1 litur
13,95 kr.
14,50 kr.
14,25 kr.
Jozo Salt - 1 kilo
7,95 kr.
8,75 kr.
8,65 kr.
Mali oksakjöt - 1 kilo
49,90 kr.
43,90 kr.
43,90 kr.
Banan - per stk
2,50 kr.
3,00 kr.
3,00 kr.
Súrepli - per stk
2,50 kr.
3,00 kr.
3,00 kr.
Jogurt vid frukt - 1 litur
13,95 kr.
13,75 kr.
13,75 kr.
Epli - 1 kilo
4,99 kr.
5,10 kr.
4,70 kr.
Taffel Chips - 1 kilo
107,80 kr.
84,80 kr.
105,45 kr.
Jolly cola 1,5 litur*
17,95 kr.
19,00 kr.
21,00 kr.
Libero blæur Discovery - stórur pakki 147,95 kr.
154,95 kr.
149,00 kr.
593,34 kr.
622,00 kr.
593,60 kr.
Nakrar villur høvdu
sníkt seg inn í mat-
samanberingina sum var
í Sosialinum mikudagin
7 februar.
Vit hava tí tabellina við
teimum røttu prísinum við
í blaðnum aftur ídag.
Ùrslitið av kanningini
bleiv eitt sindur broytt
av hesum. Dalabúðin er
nú trið dýrasti handil,
og Hjá Herman er ikki
longur næst dyrasti uttan
fimt bíligasti handil.
FK í Miðbynum er nú
4 krónur bíligari enn
Miklagarður. Sosialurin
biður viðkomandi handlar
um umbering
Rætting
Matvara
Bónus
Netto
Tórshavn
Keypmannahavn
Vanlig mjølk 1 litur
9,85 kr.
5,95 kr.
Heilt rugbreyð
23,45 kr.
8,50 kr.
Kärgården smör - 1 kilo
37,68 kr.
43,8 kr.
Sukur - 1 kilo
3,95 kr.
7,95 kr.
Mjøl - 2 kilo
6,90 kr.
5,75 kr.
Gevalia kaffi - 1 kilo
45,60 kr.
59,90 kr.
Typhoo te* - 1 kilo
69,20 kr.
99,75 kr.
Majsolja** - 1 litur
13,90 kr.
7,95 kr.
Jozo Salt - 1 kilo
6,90 kr.
2,75 kr.
Mali oksakjöt - 1 kilo
49,95 kr.
49,90 kr.
Banan - per stk
2,9 kr.
2,00 kr.
Súrepli - per stk
2,9 kr.
2,00 kr.
Jogurt vid frukt - 1 litur
14,05 kr.
9,95 kr.
Epli - 1 kilo
3,98 kr.
2,80 kr.
Taffel Chips - 1 kilo
105 kr.
68,75 kr.
Jolly cola 1,5 litur***
12,90 kr.
15,90 kr.
Libero blæur Discovery - stórur pakki****
147,90 kr.
79,95 kr.
ìalt
557,01
473,55
* Netto hevði ikki Typhoo te so vit tóku House of Tea ístaðin **Netto hevði ikki Majsolju so vit tóku Rapsolju ***Pant ikki
íroknað. Netto selur ikki Jolly Cola so har samanbóru vit Coca Cola ístaðin **** Netto selur ikki Libero uttan eitt merki sum
eitur Baby Care
Í samband við okkara
matkanning var
staðfest, at Bónus í
Tórshavn er bíligasti
handil í Føroyum.
Nógv hevur verið
tosað um, at tað er
bíligari at keypa
uttanlands. Hetta
hava vit kanna.
Matkanning
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Vit hava keypt somu vørur
í Netto í Keypmannahavn
sum í Føroyum. Summar
vørur vóru ikki akkurát líka
men vit hava roynt at funnið
so líkar vørur sum gjørligt.
Munurin er 83 krónur
bíligari í Keypmannahavn
enn í Føroyum.
Serliga er tað rugbreyð,
salt og Taffel Chips sum er
nógv bíligari í Danmark.
Blæurnar eru eisini nógv
bíligari, men har hevði Netto
ikki Libero blæur sum vit
hava nytt í okkara kanning.
– Rugbreyðini hja Netto
koma frá einari Schulstad
fabrikk, breyðini í Føroyum
eru hondgjørd, sigur Niels
Mortensen, stjóri í Bónus.
Taffel Chips er dýrari
í Føroyum vegna "slikk-
avgiftina" millum annað.
– Eftirsum Føroyar ligg
ur har tað liggur, hava vit
6 miljónir eyka í frakt
sum handlarnir í Danmark
sleppa undan, sigur Niels
Mortensen.
Nakrar vørur eru eisini
bíligari í Føroyum enn í
Danmark. Kærgården, sukur
og Gevalia kaffi. Te og cola
er eisini bíligari at keypa í
Føroyum.
Forkláringin uppá at hesi
ting eru bíligari í Føroyum,
er at vit eru uttanfyri EU, og
av tí orsøk kunnu innflyta
summar vørur bíligari.
um...
...er lisin
-so ert
tú við!
Suðuroyingar eru
skelkaðir av erot
iskum tiltakið í
Roynhøllini. Fyri
skipari skilur ikki
atfinningarnar, tí slík
tiltøk hava verið í
mong ár í Føroyum
Undirhald
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin,fo
Suðuroyingar eru skelkaðir.
Síðani leygarkvøldið hava
leysasøgur gingið um eitt
tiltak í Roynhøllini, ið sam
bært plakatunum skuldi
eitast at vera ”Erotiskur
Dansur”. Men Suðuroyingar
halda ikki, at talan var um
erotikk, men um porno. Og
sambært keldum, sum vit
hava verið í samband við,
fór tiltakið út um øll erotisk
mørk, av tí at gentan, sum
framførdi eitt nú brúkti ein
dildo. Og sambært somu
keldum, vóru ungfólk niður
í 15 ár til staðar.
Vit hugnaðu okkum
Men ikki øll eru samd um,
at tiltakið fór yvir gevind.
Vit hava prátað við ein 20
ára gamlan drong, sum var
til staðar. Hann sigur, at
stemningurin var í topp og
at tey nøkur hundrað fólkini,
sum inni vóru, hugnaðu
sær óført. Hann skilur ikki
at fólk argast nú, tí lýst var
við erotiskum dansi, og at
talan var um eina kvinnu,
sum spældi sær við eitthvørt
tól, og sum smurdi seg inn
í olju.
– Vit hugnaðu okkum og
stemningurin var fínur. Tey,
sum lata við seg koma nú,
eru fólk, sum hava hoyrt um
tað aftaná, sigur 20 ára gamli
drongurin, sum hevði frætt
um tiltakið á eini plakat,
sum hekk í Statoilstøðini á
Tvøroyri.
Løgreglan
kannar málið
Sommer Joensen, sýslu
maður á Tvøroyri, sigur, at
løgreglan var ikki boðsend
til tiltakið. Men hann váttar
yvirfyri blaðnum, at nógvar
leysasøgur hava gingið sein
astu dagarnar, og at hann
hevur fingið onkra fráboðan,
men ongin hevur beinleiðis
melda tað.
– Tí hava vit valt at kanna
málið nærri, og um nakað er
um tað, kunnu fyrirreikarar
nir rokna við eina bót fyri
brot á politiviðtøkurnar, sigur
sýslumaðurin. Og hann vísir
á greinarnar 33 og 34, har
stendur, at slíkt tiltak krevur
serligt loyvi, umframt, at
18 ára aldursmark eigur at
vera.
Leiga ikki út aftur
Eftir tí sum formaðurin í
Royn, Jonhard Thomsen,
hevur hoyrt, gekk dansurin
í Roynhøllini púra yvir
gevind, tá havnarfólk komu
suður til Hvalbiar at undir
halda. Formaðurin er ikki
sørt skakaður av tí, sum
hann hevur hoyrt í bygdini
síðani tiltakið, og hann sigur,
at nevndin í felagnum hevur
havt fund um tað.
– Vit leigaðu høllina til
nakrar havnarmenn, og
felagið hevði onki við tiltakið
at gera, sigur hann, og fílist
samstundis á, at hann ikki
var kunnaður um, at talan
var um erotiskan dans.
– Eitt er so púra vist. Vit
leiga ongantíð høllina út til
fremmand havnarfólk aft
ur, tá vit ikki kunnu líta á
teir, sigur hann, men skoytir
upp í, at tað hava ikki verið
trupulleikar av hesum fólk
unum fyrr.
Nei tú, hatta kunnu tykur
eiga har norðuri í Havn,
sigur hann at enda.
Skilur ikki
atfinningarnar
Vit hava prátað við annan
av fyrireikarunum, sum er
kendur innan undirhalds
ídnaðin í Føroyum. Hann
sigur seg undrast á reaktiónina
hjá suðuroyingum, tí hetta
striptease-tiltakið var ikki
øðrvísi enn tey tiltøkini,
sum hava verið fyrr, bæði
í Suðuroy og í Havn, eitt
nú á Ólavssøku. Og hann
avsannar staðiliga, at ung
fólk, sum ikki luku 16 ára
aldursmarkið vóru inni.
– Har hendir kanska ikki
so nógv í suðuroy, og tí hava
fólk endiliga okkurt at tosað
um. Sannleikin er tann, at
tiltakið var ordiliga gott og
at fólk hugnaðu sær, sigur
hann, og vísir á, at hóast
teir ikki høvdu tey kravdu
loyvini, so hava slík tiltøk
verið í Føroyum í mong ár,
og at øll hava sæð millum
fingrarnar við tí.
– Men um vit veruliga
hava traðka suðuroyingar á
tærnar, so biðja vit inniliga
um fyrigeving og lova, at vit
koma ongantíð suður aftur
við erotiskum dansi, men at
suðuroyingar eru vælkomnir
til Havnar á Ólavssøku at
hugna sær.
Porno í Hvalba
Hvalbingar siga, at erotiska tiltakið gekk yvir gevind