hósdagur 9. februar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað stundar móti
bestu vertíð til upsa.
Skipini sigla full
undir lúkurnar til
lands fjórða hvønn
dag. Sum nøgdirnar
veksa, megna virkini
ikki at arbeiða allan
fiskin undan, og
prísirnir standa
álvarsliga til at fella.
Við fiskapakkanum
hevur landsstýrið
so gott sum útihýst
møguleikanum at
frysta tann smáa
upsan til útflutnings,
tí fiskurin skal skipast
av landinum innan
eina viku – og tað
gevur avmarkaðar
møguleikar
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var um hesa tíðina í fjør,
at landsstýrið gav føroyskum
feløgum loyvi til at keypa
smáan upsa til frystingar
umborð á russiskum skipum,
sum lógu við føroyskan
bryggjukant.
Nógvur fiskur var at fáa,
og virkini megnaðu ikki at
arbeiða allan fiskin undan.
Upsaprísurin fór í botn.
Russar kundu geva nógv
meira fyri heilfrystan og
avhøvdaðan upsa, enn
føroysku virkini kundu geva,
og samstundis slapst av við
smáa fiskin, nú so nógvur
fiskur var at fáa kortini.
Prísurin á upsa hækkaði
aftur, og so hvørt sum leið
út á heystið og veturin, fekk
upsin aftur tann prís, sum
hann má metast at eiga at
hava.
Úrslitið hjá skipunum
batnaði, og tað gjørdu inn
tøkurnar hjá manningunum
eisini.
Sama støða
Nú tað stundar ímóti bestu
vertíð, er aftur við at gerast
heilt galið við upsanum, sum
er okkara størsta tilfeingi til
virkingar í løtuni.
Skipini sigla full undir
lúkurnar til lands fjórða
hvønn dag og so hvørt, sum
nøgdirnar av ráfiski veksa,
megna virkini ikki at arbeiða
allan fiskin undan.
Úrslitið er, at prísirnir
standa fyri stórum falli.
Fiskaseljarar siga, at
støðan kann gerast rættiliga
kritisk longu um eina ella
tvær vikur.
Og longu nú er galið,
tí skip, sum eru komin av
feltinum, hava ligið og bíðað
eftir keypara.
Eitt dømi er lemmatrolarin,
Sjagaklettur hjá hvalbingum,
sum mánadagin lá ein heilan
dag og bíðaði eftir keypara
við fiskinum í lastini. Teir
høvdu fult skip, eini 120
tons av upsa. Sum skilst,
var tað Palm Seafood í Vági,
sum at enda keypti lastina til
saltingar.
Vit hava eisini frætt um
eini 4-5 onnur skip, sum
hava havt ilt við at sleppa
av við veiðina.
Tað eru serliga lemma
trolararnir, sum nú eisini
liggja á upsanum, ið hava
trupulleikar við at sleppa av
við fiskin. Hesi skip hava
eitt nú fiskað kongafisk
á Rygginum, men nú
Brestir varð steðgaður á
hesum leiðum, liggja nú
eisini lemmatrolararnir á
upsanum. Hetta trýstir so
aftur marknaðin hjá partrol
arunum, sum burtur av veiða
upsa.
Loysnin at frysta
Eingin ivi er um, at ein
partur av loysnini í hesum
tíðum kundi verið at fryst
smáa upsan til útflutnings á
russiska marknaðin. Hesin
marknaður vil rinda góðan
prís fyri hendan fiskin.
Men við fiskapakkanum
hevur landsstýrið so gott sum
útihýst hesum møguleika, tí
fiskurin – eisini um hann
verður frystur - skal skipast
av landinum innan eina viku,
eftir at hann er keyptur á
marknaðinum.
Hetta gevur fiskakeyparum
og
seljarum
rættiliga
avmarknaðar møguleikar.
Sum skilst, vil landsstýrið
ikki víkja frá hesum, og tað
merkir, at støðan við upsan
um sum frá líðir fer at gerast
rættiliga kritiskt.
Russar vilja í dag geva
einar 4 krónur netto fyri
frystan smáan upsa, men
sølan hagar kann bert lata
seg gera, um fiskurin verður
frystur, og hetta ber altso ikki
til við teimum treytum, sum
landsstýrið hevur í nýggja
fiskapakkanum.
Ein avleiðing av støðuni er,
at virkini helst fara at ”oysa”
fiskin til bíligari vørur, og
tað merkir eisini mistar
inntøkur fyri tilfeingið.
Mikudagin vóru eini
60 tons av upsa til sølu á
uppboðssøluni hjá Fiska
marknaði Føroya, og hesin
fiskur fór fyri ein miðalprís
upp á 3,19 krónur fyri kilo.
Hetta er spell, halda
bæði fiskaseljarar og fiska
keyparar, tí virkini undir
vanligum umstøðum saktans
kundu givið einar 4,25-4,50
fyri kilo og kortini tjent
pening, soleiðis sum markn
aðarstøðan er beint nú.
Landsstýrið heldur iva
leyst, at tá ið so nógvur fisk
ur er at fáa, noyðast skipini
bara at minka um veiðina,
so ikki ov nógv kemur til
virkingar.
Men hetta er ein undarligur
hugburður, halda fleiri, tí tað
minkar eisini um inntøkur
landskassans, at skipini ikki
kunnu fiska, sum tey vilja, í
bestu vertíð.
Einki alternativ
Avleiðingin kann eisini
gerast, at skip fara at sigla
á útlendska marknaðin við
fiskinum, men hetta kostar
so aftur í aðrar mátar,
um nøgdin fer yvir 25%.
Hinvegin er tað ein vánalig
”færrætning” fyri skipini at
sigla av landinum við upsa í
hesum døgum, tí hetta er eitt
lutfalsliga bíligt fiskaslag,
samstundis sum oljan er
dýr – og tey haraftrat missa
fiskidagar.
Fiskaseljarar halda, at
tað líkist ongum, at upsin,
sum virkini í hesum døgum
kunnu virka til líkinda prís,
skal fara niður um 4 krónur
fyri kilo á fiskamarknaðinum
í Føroyum, tá ið hetta annars
ikki skuldi verið neyðugt.
Teir halda tí, at landsstýrið
hesa tíðina av árinum
heilt avgjørt skuldi loyvt
innfrysting av smáum upsa
til russiska marknaðin, sum
er eitt gott alternativ.
Hetta hevði tikið ringasta
trýstið og hevði samstundis
verið við til at hildið prís
unum uppi. Fyri virkini
hevði hetta eisini merkt, at
tann størsti fiskurin kom til
virkingar, og hann er hóast
alt bíligari at framleiða enn
tann smái fiskurin.
Sum skilst, hevur okkurt
reiðarí avtalu við Føroya
Fiskavirking, har felagið
bindir seg til at keypa lastir
nar fyri dagsprís. Hetta ger í
minsta lagi, at skipini sleppa
av við fiskin, men er ikki við
til at skapa tann ”dynamikk”,
sum er ynskiligur í vinnuni.
Hetta kann í staðin verða við
til at bremsa tí gongd, sum
fiskaseljarar ynskja sær,
nevniliga at trýsta prísin
uppeftir.
Goymslumøguleikar
Kring um í Føroyum eru
nógvir møguleikarnir til
innfrysting.
Tað var tann tíð, tá ið
vit høvdu fáar goymslur,
men støðan er ein heilt
onnur í dag, nú vit bæði
hava fleiri goymslur kring
landið, umframt virkið hjá
Kollafjord Pelagic, sum í
hesum døgum liggur við
ongum fiski, nú nógvur upsi
annars kundi verið skyldur,
avhøvdaður og frystur til
útflutnings.
Landsstýrið liggur í buktin
8
Nr. 29 - 9. februar 2006
Við fiskapakkanum hevur
landsstýrið so gott sum útihýst
møguleikanum at heilfrysta
upsa til eitt nú russiska
marknaðin, sum kundi verið
ein góður ”ventilur”, nú vertíð
er, og so nógvur fiskur er at
fáa
Mynd: Vilmund Jacobsen