hósdagur 9. februar 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ni fyri góðum upsaprísi
9
Nr. 29 - 9. februar 2006
Keldur í vinnuni siga, at
fiskapakkin, sum landsstýrið
legði upp til, og sum løg
tingið seinni samtykti, iva
leyst hevur sínar dygdir
einar 8-9 mánaðir av árinum,
men pakkin er ein bági fyri
vinnuna í vertíðini um
várið.
Ein onnur avleiðing
av, at so nógvur upsi er á
marknaðinum, er eisini,
at prísurin á øðrum fiska
sløgum, eitt nú hýsu, fellir.
Líkt er til, at Fiskimálaráðið
bara letur standa til við teirri
ásannan, at tað er útboð og
eftirspurningur, sum stýra
prísskipanini og gongdini.
Í vinnuni halda tey, at
hetta er ov snævurskygt,
tí nógv meira kundi verið
fingið burtur úr – eisini til
samfelagið, um skipanin var
meira liðilig.
Eitt er so tað, halda fólk í
vinunni, at allur fiskur, sum
fer óvirkaður av landinum,
skal bjóðast út í Føroyum.
Eitt annað er, at tíðin, áðrenn
hesin fiskur skal avskipast,
bert er ein vika, og tað letur
seg ikki gera at savna neyð
ugu nøgdirnar saman upp á
so stutta tíð.
Hetta er tápuligt – og hetta
er eisini ein beistagerð frá
landsstýrisins síðu, halda
fólk í vinnuni.
Støðan í vár
Tey halda, at einasti møgu
leikin at byrgja uppfyri stór
um prísfalli á upsa, nú so
nógvur fiskur er at fáa, er,
at tann smái upsin verður
heilfrystur til útflutnings.
Hetta gevur pening, bæði til
skip og manningar, og hetta
ger, at virkini fáa tann stóra
upsan til virkingar.
Alt í alt hevði hetta verið
ein nógv betri loysn fyri
samfelagið enn hon, sum
bíðar fyri framman: At vit
fáa enn eitt stórt prísfall á tí
rávøru, sum er grundarlagið
undir einum so stórum partin
av føroyskum vinnulívi,
bæði á sjógvi og landi.
Vit kunnu vænta, at trupla
støðan, sum longu hevur tikið
seg upp, kemur at standa við
og versna, so hvørt sum tað
líður út á várið.
Lemmatrolarin, Sjagaklettur hjá hvalbingum, lá
ein heilan dag og bíðaði eftir keypara við fiskinum
í lastini. Teir høvdu fult skip, eini 120 tons av upsa.
– Hetta verður støðan í vár, siga fiskaseljarar
Mynd: Vilmund Jacobsen
Landsstýrið heldur eftir
øllum at døma, at útboð og
eftirspurningur skulu avgera,
hvussu gongdin verður, men
fólk í vinnuni halda hetta
vera og snævurskygt og
tápuligt
Mynd: Jens Kr. Vang.