hósdagur 9. februar 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 29 - 9. februar 2006
– Í andsøgn við ætlanina um ein sjálvberandi bú
skap!
Júst tá nakrar keiputekningar í Jútlandspostinum
elvdu til mikið rok í øllum muslimska heiminum, varð
spurningurin um tilfeingið í sjónum evnið í orðaskifti
í føroysku fjølmiðlunum í fleiri dagar. Orsøkin er
hon, at vit blaka útflutningsvirði fyri 20-tals milliónir
krónur í havið aftur.
Spurningurin um at gagnnýta og góðska fiskin hev
ur ofta verið umrøddur. Ikki minst í hesum blað,
har vit fyri meiri enn 25 árum síðani settu veruliga
gongd á orðaskiftið um at góðska okkara fiskavørur
meira, so vit skaptu fleiri arbeiðspláss og øktu út flutn
ingsvirðið.
Hesuferð elvdi ein lýsing frá Kovanum um, at meira
enn 20 milliónir krónur koma ikki landinum tilgóða, tí
rognini verða koyrd í havið, og síðani ein evnisdagur
um fiskalivur, sum fer sama veg.
Í samband við fiskalivrina hevur verkfrøðingurin
Helgi Nolsøe, sum arbeiðir á hesum øki, upplýst, at
um alt kemur til høldar, og um evnini úr livur verða
framleidd fult út, er kanska talan um meira enn 100
mió.kr. í virði, sum ikki koma til sættis.
Ein orsøk til, at hvørki rogn ella livur kemur til landið,
er hon, at kryvjimaskinurnar, sum nógv fiskiskip hava
fingið sær tey seinastu árini, fer illa við innvølinum.
Kryvjimaskinan hevur verið eitt stórt framstig og
ein stórur lætti fyri fiskimenn. Harafturat sparir hon
munandi um tíðina at hagreiða fiskin umborð og at
fáa hann í ís. Tí fara teir, sum ein vísti á í lesarbrævi
um dagarnar, ikki aftur til at kryvja við hond.
Men onkur onnur loysn má finnast. Fleiri uppskot
eru nevnd. Ein er at bøta kryvjumaskinuna, og eisini
er nevnt, at fiskurin bara verður bløðgaður og ikki
kruvdur umborð. Somuleiðis hevur onkur víst á, at í
rognatíðini kundu skipini havt eini tveir mans afturat
við, tí so nógv fæst fyri rognini, at tað loysir seg at
hava fleiri við.
Men hetta er ein spurningur, sum nógvar meiningar
eru um, og sum vit ikki hava skil fyri. Hinvegin kunnu
øll semjast um, at vit eiga og mugu fáa sum mest
burtur úr okkara tilfeingi – á landi sum á sjógvi.
Tí mugu vit miða eftir, at tað politiskt verður lagt
soleiðis til rættis, at alt skal koma til sættis. Flestu
føroyingar eru samdir um, at vit skulu byggja upp
ein sjálvberandi búskap, sum er fyritreytin fyri øllum
sjálvstýri, men við hesum politiska setningi ber ikki
til, at ókeypis tilfeingi fer aftur í havið. Tað hava vit
kki ráð til!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tilfeingið má ikki koyrast í havið
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
– Fyri at fáa fíggjarlóg
ina í hús skeyt lands
stýrið upp, at m. a. vekt
argjøldini fyri alt, sum
rullar á vegunum, skuldi
hækka. Undir viðgerðini
á tingi hevði A.K. fostrað
tað geniala hugskot, at
tað skuldi verða ókeypis
at ferðast um firðir og
sund í framtíðini, skrivar
Sune Jacobsen
Gjørdi A.K. hetta fyri at
yvirliva politiskt bæði á før
oyskum og donskum tingi,
ella arbeiðir hann í tí stilla
við onkrum, sum vit ikki
vita um?
Meðan vit bíða
Av tí at eg eri óvitandi um,
hvat A.K. møguliga arbeiðir
við, og tunnilin til Norðoyar
verður tikin í nýtsla um stutta
tíð, fari eg at heita inniliga
á tykkum har norðuri um at
virka fyri, at broytingar verða
gjørdar í viðtøkunum fyri
báðar undirsjóvartunlarnar.
Saman kunnu tingfólkini í
Norðoyggjum og Vágum
gera hetta, bert viljin og
hegni er til staðar.
Alt klínt uppí
Upprunaliga var ætlanin
við Vágatunlinum, at land
ið skuldi fíggja ein part
av íløguni, meðan brúkara
gjaldið skuldi fíggja restina.
Síðani er alt møguligt klínt
upp í brúkaragjaldið. Fyri
tað fyrsta var allur meirkost
naðurin av tunnilsgerðini
smurdur upp á nýtslugjaldið.
Tað verður hann eisini hjá
tykkum har norðuri, um røttu
viðkomandi ikki tala at, og
gera nakað munagott. Fyri
tað næsta er landsvegalógin
sett úr gildi fyri tunlarnar
báðar.
Eingin landsvegalóg
galdandi
Korir tú vestur í Vágar, skal
tú gjalda fyri íløguna av 300
m. av vegi og brúnni fram
til tunnilsmunnan Streym
oyarmegin. Koyrir tú hin
vegin eftir sama strekki til
Kvívíkar ella Vestmanna,
skalt tú einki gjalda.. Og ikki
nóg mikið við tí. Tú skalt
gjalda fyri viðlíkahald,asfal
tering og kavarudding líka til
tunnilin einaferð er goldin.
Inni í tunlinum skalt tú
umframt tað, sum áður er
nevnt, gjalda fyri ljósið
undir loftinum, og út aftur
komin Vágamegin skalt tú
gjalda fyri íløguna,viðlíkaha
ld,asfalterin og kavarudding
av 2 km. av vegi til tunnilin
er goldin.
Hvussu ber tað til
Um tað var av gáloysni ella
við beráddum huga, skal eg
ikki gita um, men tað er ein
sannroynd, at tá viðtøkurnar
fyri Vágatunnilin og Norð
oyatunnilin vóru samtyktar
á tingi,stóð, at vegir, brýr og
tunlar verða ”ikki” partar av
landsvegnum (løgtingslóg
nr.51 frá 25.juli 1972 um
landsvegir) Hetta er ótrúligt.
Alt landsvegakervið, tað
veri seg el-steyrar,asfalterin
og kavarudding er umfatað
av landsvegalógini, men
ikki Vágatunnilin og Norð
oyatunnilin.
Hvørja ávirkan hevur
tunnilin havt.
Fyri nøkrum døgum síðani
var ein temadagur í Vág
um, har nøkur útvald vórðu
boðin at viðgera, hvørja
ávirkan tunnilin hevði havt
fyri økið. Seinni um dagin
var almennur fundur í bygd
arskúlanum í Miðvági, har
sama evni var til umrøðu.
Stutt kann sigast, at meðan
fólkavøksturin í Føroyum frá
2002-2005 hevur verið 1%,
er hann yvir 4% í Vágum .
Hvat kundi verið øðrvísi
Tað, sum eg fegnaðist mest
yvir,var,at 20% av teimum,
sum koyra um sundið hava
fast hald. Tað vil siga, at
hetta eru í høvuðsheitum
fólk, sum búgva í Vágum,
og arbeiða aðrastaðni. Vit
vita eisini, at fleiri familjur,
sum hava verið uttanlands í
lestrarørindum, hava búsett
seg í Vágum, sjálvt um tey
arbeiða í Havnini.
Fyri at styrkja um hetta, at
fólk, sum arbeiða aðrastaðni,
búseta seg í ávikavist Vágum
ella Norðoyggjum, hevði tað
verið ómetaliga skilagott at
sett fasta mánaðargjaldið
frá 1000kr. niður í 500kr.,
og hetta hevði neyvan kostað
tunlinum eitt oyra, tí sum er,
koyra í fleiri førum fleiri í
sama bili, og tað er ikki ein
nøktandi varandi loysn.
Áheitan
Tí skal mín áheitan til tykk
um har norðuri verða:
Arbeiði fyri at løgtingslóg
nr. 51 frá 25.juli 1972 um
landsvegir verður sett í gildi
fyri tunlarnar báðar.
At mánaðarliga gjaldið verð
ur sett úr 1000 kr. niður í
500 kr.
At umsitingin av tunlunum,
sum nú húsast á Skansavegi
7 í Tórshavn, antin verður
flutt í Norðoyggjar ella í
Vágar.
Hetta hevði verið eitt risastig
á leiðini, meðan vit bíða eftir
endaligu loysnini hjá Anfinn
Kallsberg.
sune@post.olivant.fo
– Bíðað verður í tolni
eftir svarinum frá
Høgna viðv. Frank
Jensen bandupptøkkuni
– hvat bleiv av teimum,
spyr Johan Dahl,
løgtingsmaður
Undirritaði spurdi fyri vik
um síðan formann Tjóðveld
isfloksins, um hann ikki
kundi greiða okkum minni
vitandi frá, hvat var blivið
av famøsu bandupptøkuni
frá fullveldissamráðingun
um á sinni – men tað er stilt
sum í grøvini frá tjóðveld
isformanninum.
Hevur kanska ikki tíð at
spyrja teir, sum vóru við hon
um til fundin og framdu hesa
tápuligu gerð, hvar bandið/
bondini blivu av, nú nógv er
at gera hjá flokkinum við
ST fráboðanir og endaligum
staðfestinugm av ómissandi
sjálvsavgerðarrætti okkara í
altjóðarættinum.
Høgni tú skyldar okkum
eitt svar.
Ella skulu vit ganga út frá,
sum orðatakið sigur, at tann
sum tigur hann samtykkir,
og at tú so hervið er samdur
við okkum ivasomu í, at tær
ivaleyst liggja fjaldar í onkr
um skýmaskoti til seinni
»søguligt« brúk.
Livst so spyrst.
faromar@post.olivant.fo
Hvar er Anfinn Kallsberg
Hvar eru bandupptøkurnar, Høgni Hoydal?
Løgtingsmaður
Johan
Dahl
Sørvágur
Sune
Jacobsen