Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. februar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 - 9. februar 2006 11 NCC er nú farið undir arbeiðið at umvæla um styrkja 900 fermetrar av brunaverjuni í Vágatunlinum. Partvíst verður arbeiðið gjørt sum garanti-umvæling Vágatunnilin Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Økið, sum talan er um, er hitt sama, sum Brunaumsjónin mest sum alt fyri eitt stað­ festi, ikki lýkur tey krøv, sum verða sett til brunaverjur í tunlum. Tað vil siga, at beton-lagið, sum er lagt her, er tynri enn tað, sum før­ oysku reglurnar áseta. Í tíðindaskrivi hevur P/F Vágatunnilin boðað frá, at arbeiðið fer fram eftir ein­ari ætlan, ið Landsverk hevur lagt. Henda ætlan er grundað á eina kanning og uppskot, ið altjóða ráð­ gevandi fyritøkan COWI hevur gjørt. Byggifyritøkan NCC, ið stóð fyri arbeiðinum at gera Vágatunnilin, ger eisini umvælingararbeiðið, sum byrjaði mánakvøldið 6. februar. Í stuttum ber arbeiðið í sær, at Landsverk merkir upp í tunlinum, har bjálvingin skal styrkjast. Hetta arbeiðið er byrjað. Síðani setur NCC sonevndar njósnarar inn í veggin. Hetta er eitt slag av naglum, ið hava til endamáls at vísa, hvussu tjúkt betonglag skal leggjast uttaná verandi betonglag. Eftir, at Landsverk hevur góðkent hesar, sprænir NCC betong á veggirnar, og tað arbeiðið byrjar uml. 20. februar. Tað er NCC, sum stend­ ur fyri arbeiðinum at spræna beton á teir íalt 900 fermetrarnar, sum eru avmerktir. Hetta er sama fyritøka, sum stóð fyri gerð av tunlinum. Spurdur, hvørt arbeiðið, sum tá varð gjørt, ikki varð gjørt nóg væl, tykist Dávur Reinert Hansen, stjóri í Vága­tunlinum, ikki hava hug at gera nakrar beinleiðis viðmerkingar. Sjálvur segði hann tó, tá trætumálið byrj­ aði, at talan kundi gerast um endurgjaldskrav, og spurdur um hetta sigur hann, at part­ arnir eru komnir ásamt um, hvussu kostnaðurin skal býtast, og arbeiðið partvíst verður roknað sum garanti- arbeiði. Vil tað siga, at arbeiðið ikki var nóg gott frágingið? – Tað vil eg ikki siga. Men alla ta tíð, at arbeiðið ikki er endaliga liðugt, kann talan jú vera um manglar so ella so, sigur hann. Hann leggur tó dent á, at talan ikki er um nakra velduga upphædd, sum við hesum verður løgd omaná Vágatunnilin. Alt í alr er ar­beiðið kostnaðarmett til nak­rar hundraðtúsund krón­ ur. Norðoya­ tunnilin í lagi Stóri knúturin í trætu­mál­ inum millum NCC og Vágatunnilin hevur eftir øllum at døma ver­ið, hvussu krøvini til bruna­ trygdina skulu skiljast. Semja er um, at norsku trygdarkrøvini skulu lúk­ ast. Tey merkja millum annað, at eitt beton-lag á seks sentimetrar skal nýtast sum bjálving kring allan tunnilin. Men seks sentimetrar eru ikki bara seks senti­ metrar. Tað er nevnliga ymiskt, hvussu hetta krav verður ásett, og tað er fyrst og fremst hetta, sum hevur skapt óvissuna við Vágatunlinum. Brunaumsjónin hevur ein tulking, sum sigur, at seks sentimetrar merkir, at lagið ongan tíð skal vera tynri enn seks sentimetrar. Punktum. Ein onnur tulking er, at beton-lagið skal vera í miðal seks sentimetrar. Tá kunnu frávik niður í fimm sentimetrar góð­tak­ ast, samstundis sum tjúkd omanfyri níggju senti­ metrar ikki verður roknað við í miðaltalinum. Eftir øllum at døma hev­ur tað verið hetta sein­ asta, sum varð nýtt, tá Vágatunnilin varð gjørd­ ur, og tað samsvaraði so ikki við fatanina hjá Bruna­umsjónini. Fyri at hetta ikki skal endurtaka seg við Norð­ oyatunlinum, er greitt av­talað, hvussu arbeiðið verður gjørt her. Her eru sonevndir njósnarar festir í tunnilin, áðrenn betonverjan verður sproyta á. Njósnararnir eru seks sentimetra langir pinnar, og soleiðis skulu hesir vera undir í betoni, áðrenn tjúkdin er í lagi. Altso ein framferðarháttur, har arbeiðsfólki visuelt fær eftirkannað dygdina alt fyri eitt. -mørk – Eisini myndug­ leik­arnir, staðfestir Petur Lava Olsen, stjóri á Brunaumsjón landsins Vágatunnilin Jákup Mørk Tað vakti ans, tá leiðarin á Brunaumsjónini fyri opnum skíggja staðfesti, at varð bruna­trygdin í Vágatunlinum ikki fingin í rættlag, so sóu tey seg noydd at steingja tunn­iling. Tá alt kom til alt, so gjørd­ ist ikki neyðugt við somikið víttfevnandi stigum. Soleiðis sendi Vágatunnilin í gjár út tíðindaskriv, har boðað varð frá, at brunaverjan í tunl­inum nú verður styrkt á nøkrum økju. – Tað er kanska rætt, at eg meldaði nóg so kraftigt út at byrja við. Í øllum førum var okkara sannføring, at ávísir manglar vóru í hesum, og at tunnilin tí ikki leyk krøvini til brunatrygdina, sigur Pet­ ur. Hann greiður frá, at sein­ astu tíðina er eitt umfatandi kanningararbeiðið gjørt, har hundraðtals hol eru borað, soleiðis møguligir manglar kunnu staðfestast. – Landsverk hevur stað­ ið fyri hesum kanningar­ ar­beiðinum, og nú er so av­merkt, hvar betonverjan er ov tunn. Her skal nýtt lag av beton so sproytast omanyvir, og tá vóna vit so, at hetta er í lagi. Lýkur Vágatunnilin so øll brunakrøvini, tá hetta ar­beiðið er gjørt? – Ja, tað skuldi hann gjørt. Og tað skal hann eisini. Lógirnar eru jú til, fyri at øll skulu halda tær. Eisini myndugleikarnir, sigur Petur Lava Olsen at enda. Styrkja vágatunnilin Yvirskot á 15,2 mió krónur Kaupthing Virðis­ bræva­meklara­felag hevði eitt rættiliga gott úrslit í fjør Avlopið á 15,2 mió kr. er tríggjar ferðir størri enn úrslitið fyri 2004. Rent­ ingin av egin­peninginum er áðrenn skatt 64,2 pro­ sent. Samlaði egin­pen­ing­ urin er nú 29,8 mió kr. Betraða úrslitið stavar serliga frá einum øktum umsetningi. Talan var nærum um eina tvífaldan av umsetninginum í fjør, sum eisini var eitt sera hendingaríkt ár fyri fe­lag­ ið. Í tíðindaskrivi verður sagt, at talan er um økt virksemi á øllum økjum. »Handil og ráðgeving við virðisbrøvum hevur verið fyri stórari menning, og innan vinnutænastur hevur Kaupthing luttikið í størri vinnulívsfíggingum og í størri ráðgevingar­ upp­gávum í sambandi við keyp og sølu av fyri­ tøkum í Føroyum og uttan­ lands. Føroyski fíggjarmarkn­ aðurin er fyri stórum broyt­ingum. Greiðar ábend­ingar eru um, at áhug­in fyri virðisbrøvum bara økist, eins og keyp og søla av óskrásettum før­oyskum fyritøkum er í stórum vøkstri. Hetta kemur virkseminum hjá Kaupthing til góðar«, verð­ur millum annað sagt. Víst verður annars á ætlaðu fríhandilsavtaluna millum Føroyar og Ísland og teir møguleikar, sum hendan ber við sær fyri Kaupthing. Tá avtalan kem­ur í gildi, verður virk­semið hjá Kaupthing um­skipað til eisini at fevna um bankavirksemi. Fyrireikingarnar til hetta hava verið í gongd í eina tíð, og í februar mánaði flytir virksemið hjá fe­lag­ num í nýggj høli í Bók­ bindaragøtu í Havn. Øll skulu halda lógina NCC er nú farið undir at styrkja um brunaverjuna í Vágatunlinum. Meðan arbeiðið verður gjørt, verður ferðslan gjøgnum tunnilin stongd ávísar tíðir Lesið -so eru tit við!