Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. februar 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 29 - 9. februar 2006 Fríggjadagin 3. februar fingu 28 námsfrøðingar prógv á Føroya Lærarskúla. Í røðu síni til námsfrøð­ ing­arnar segði Pauli Nielsen rektari m.a. Ein góður spurn­ ingur hjá tykkum at seta, nú tit skulu hava lívið hjá øðrum meira ella minni í tykkara hondum, er, hvør ið høvuðsuppgávan er. Tá ið elsta abbadóttir mín var umleið 5 ára gomul, spurdi onkur hana, sum vit vaksnu hava til vana, hvat ið hon ætlaði sær at vera, tá ið hon bleiv stór. Glað, svaraði hon uttan at blunka, og helt so áfram við tí spæli, sum hon var upptikin av. Um sama mundið kom ein bók við samrøðum við kenda spansk/ baskiska heimspekingin Fern­ando Savater. Bókin ber heitið: “Listin at liva”. Eina­staðni verður hann spurd­ur: Hvat er títt størsta ynski í lívinum? og svarið er stutt og greitt: “Gleði”. Eg haldi tað vera sera stuttligt, at heimspekingurin og abba­ dóttirin tykjast at vera líka klók. 28 námsfrøðingar tikið prógv Námsfrøðingarnir sum tóku prógv vóru: Vivian Bjartalíð, Dagmar Clothier, Johan Dalsgaard, Christina Danberg, Anna Debes, Anja Djurhuus, Emly Djurhuus, Ketty á Fríðriksmørk, Rúna Lamhauge, Joan Heinesen, Birna Henriksen, Katrin Horn, Krista Hvannastein, Gunnvør Jacobsen, Petur Einar Jacobsen, Sóley Jacobsen, Monika J. Joensen, Janus Kannuberg, Sigrid á Kinn, Bertha Lambaa, Eyðbjørg Lervig, Sanna á Løgmannsbø, Sólfríð í Mittúni, Anna Poulsen, Krista Poulsen, Lis Sørensen, Noomi á Vollanum og Malan Wacher Við árskiftið var ætt­arliðsskifti hjá Pf. M.J. Saltsølu í Havn. Stjóri og høv­uðspartaseigari í dag er Magni Jo­hannesen, ið hevur tikið við eftir pápan, Mortan Johannesen, sum hevur stjórna fyritøkuni síðan 1988 Fyritøka 1. januar 2006 keypti Magni Johannesen meirilutan av parta­brøvunum í Pf. M.J. Saltsølu á Vestaru bryggju í Havn. Hann hevur verið settur stjóri í fyritøkuni síð­ an 2001. Fyritøkan hevur frá byrjan selt og umboðað kenda Ibiza-saltið, sum í mong ár var næstan eina­ ráðandi á føroyska markn­að­ inum. Magni er 30 ára gamal. Hann lærdi til sølumann á goymsluni hjá P/F Leif Mohr og hevur eisini hægri handilsskúlaprógv. Áðrenn hann fór í læru, arbeiddi hann eitt ár í saltnáminum hjá Salinera Espanola á Ibiza í Spania, har hann arbeiddi á saltgoymsluni og lærdi seg spanskt. Føroysk Saltsøla varð stovnað í 1957 av Hvanna­ sunds­brøðrunum Hans Paula, Pola, Andreas, Svenning, Kaj og Óla Johannesen og Esmar Fuglø. Seinni keypti Hans Pauli Johannesen øll partabrøvini, og rak fyri­ tøk­una til hann andaðist í oktober 1988. Tá tók son­ur­ in Mortan Johannesen yvir. Eftir búskaparkreppuna fyrst í 90-unum var fyritøkan endurstovnað í 1994 og skifti navn til M.J. Saltsøla. Í dag arbeiða fýra fólk hjá M.J. Saltsølu. Fyritøkan selur millum 16 .000 og 18 .000 tons av Ibiza-salti í Føroyum um árið, tó kunnu tað vera ár, sum tað verða seld heili 22.000 til 23.000 tons. Uttan fyri Føroyar selur fyritøkan umleið 12.000 til 15.000 tons um árið. P/f. M.J. Saltsøla: Magni Johannesen nýggjur høvuðspartaseigari Feðgarnir Mortan og Magni Johannesen á skrivstovuni hjá M.J. Saltsølu. Málningurin er av trolaranum Fiskanes, sum stovnarin av fyritøkuni, Hans Pauli Johannesen, førdi Mynd Jens Kristian Vang NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið