hósdagur 9. februar 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 9. februar 2006
13
Ella Arge í Hornabø,
Tórshavn, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
mikumorgunin
8.
februar, 90 ára gomul.
Jarðarferðin
verður
úr
Vesturkirkjuni
leygardagin 11. februar
kl. 14.
Svenning Holm Linden
skov, fyrrverðandi vita
passari, Nólsoy, andaðist
á Ríkissjúkrshúsinum
týsdagin 7. februar, 69
ára gamal. Jarðarferin
verður lýst seinni.
Hjørdis Johannesen,
fødd Skaale, andaðist
á Lágargarði, í gjár, 93
ára gomul. Jarðarferðin
verður úr kirkjugarðs
kapellinum leygardagin
kl. 13. Tey, ið vilja
minnast Hjørdis, kunnu
lata eina peningagávu
til Lágargarð, konta í
peningastovninum.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin í morgin
10. februar. Scholastica, dey› umlei› ár 542. Hon var
tvíburasystir Sankta Bænadikt
Fríggjadagin 27.
januar vardi Eli
Høgnesen av Argjum,
búsitandi í Stavanger,
doktararitgerð sína
á universitetinum
í Stavanger, um
hvussu meira olja
kann fáast burturúr
oljujarðgoymslunum
(reservoirunum)
Ritgerð
Eli Høgnesen, ið er sivil
verkfrøðingur innan olju
tøkni, hevur nú eisini tikið
eina doktararitgerð á univer
sitetinum í Stavanger um,
hvussu meira fæst burturúr
oljujarðgoymslunum.
Ritgerðin hevur heitið:
„EOR in fractured, oil-
wet chalk - Spontaneous
imbibition of water by
wettability alteration“. Í
høvuðsheitum var enda
málið við ritgerðini hjá
Eli at vísa á hvussu meira
olja fæst burturúr verandi
oljujarðgoymslum, við at
spræna sjógv inn í tær.
Eli er 38 ára gamal,
sonur Borghild og Palla
Høgnesen á Argjum. Hann
arbeiddi á P/F Elektron frá
1987 til 1993, tá hann flutti
til Noregs og búsettist í Sta
vanger. Har lærdi hann til
oljuverkfrøðing frá 1995-
98. Síðan arbeiddi hann í
eitt hálvt ár í Danmark hjá
DONG (Dansk Olie og
Natur Gas).
Afturkomin til Stavanger
fór hann í gongd við eina
útbúgving sum sivilverk
frøðingur innan brunntøkni
(frá 1999-2001). Eftir tað
arbeiddi hann sum bori
móruverkfrøðingur á einum
boriplattformi, til hann fekk
tilboð um at taka doktararit
gerðina, sum hann vardi 27.
januar á universitetinum í Sta
vanger.
Eli fer nú at taka við nýggj
um avbjóðingum innan olju
vinnuna.
Eli Høgnesen, Stavanger:
Doktari innan oljuvinnuna
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kunngjørt verður, at
Hjørdis Johannesen
fødd Skåle
andaðist á Lágargarði týsdagin 7. februar,
93 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum
leygardagin 11. februar kl. 13.00.
Familjan
Tey, sum ynskja at minnast Hjørdis, kunnu lata eina peningagávu
til Lágargarð, konto í peningastovnunum.
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum tykkum, sum vóru um,
stuðlaðu og vístu samkenslu við sjúkralegu
og jarðarferð hjá okkara elskaðu mammu,
vermammu og ommu
Gustava Bech
Tvøroyri
Fyri tey avvarðandi
Fróði, Eileen, Teitur og Bára
Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til
at verða Guðs barn, teimum, sum trúgva á Jesus (Johs 1,12)
Mikudagin
8.
februar
hevði Martin Rasmussen á
Strondum 35 ára starvsdag
hjá Føroya Tele.
Martin er føddur og upp
vaksin í Klaksvík, sonur Ole
vinu, f. Hendriksen, og Dia
Rasmussen, bæði av ættað
Kirkju.
Martin lærdi til radiomek
anikara hjá Corona Radio í
Klaksvík og arbeiddi har í átta
ár. Í februar 1971 fekk hann
starv á transmissiónsdeildini
hjá Telefonverki Føroya Løg
tings í Havn, har hann hevur
verið øll árini.
Hóast Martin hevur arbeitt
á somu deildini øll 35 árini,
eru broytingarnar so stórar, at
tað kann ikki samanlíknast
við tað, sum er í dag. Sama
ár sum Martin byrjaði á
transmissiónsdeildini, varð
automatiska telefonsam
bandið millum Havnina
og Klaksvík tikið í brúk.
Áðrenn tað vóru bert átta
kanalir, tvs. at bert átta tele
fonsamrøður kundu vera
samstundis.
Martin hevur tey seinastu
árini búð á Strondum. Hann
eigur tríggjar synir, Óla,
Meinar og Hjalmar, sum
allir eisini eru búsitandi á
Strondum. Óli og Meinar
sigla sum dekkarar við línu
báti. Martin eigur ein abba
son, sum eitur Martin.
Martin Rasmussen, Strendur:
35 ára starvsdag hjá Føroya Tele
Í eini tíð sum annars er
merkt af føðing og byrjan
endaði Gustava sína lívs
leið her á jørð. Tað sum
sermerkti Gustavu var, at
hon var kvik, álítandi og
gjørdi sítt arbeiði til lítar. Í
síni frítíð var hon altíð til at
heita á, og ikki vóru nógv
húslig handverk hon ikki
kundi bjóða seg fram til og
tað við valaúrsliti. Skjótfør
sum hon var, setti hon
gongd í mangar ætlanir sum
annars tyktust ov tungar og
setningarnir sum: “Hatta
klári eg” ella “hatta hevur
einki uppá seg“ kenna vit
øll væl.
Hon var glað fyri sína
tilveru við soni og familju
hansara. Ommubørnini
kendu fløvan av einum heit
um hjarta, sum vildi teim
um gott, og húsið inni á
Hvítanesi var ofta ramman
um eina góða uppliving,
har altíð sannast kundi
orðatakið um hjartarúm og
húsarúm.
Eisini álvarsligu sjúku
sína tók hon upp á seg og
bar við tolni. Hon visti at
henda byrðan fór at verða
tung at bera, men hon
vildi ikki leggja hana yvir
á nakran annan.
Tá sjúkan so at enda
broytti vónina um at gerast
frísk aftur til vónina um at
síggjast aftur í einum staði
har pína og sorg ikki eru til,
so tók hon eisini hetta upp
á seg uttan við einum orði
at skúgva nakað burtur frá
sær. Hon visti kenslurnar
hjá teimum sum stóðu henni
næst, og hon vildi ikki gera
tað verri.
Gustava er nú farin til
eitt stað, sum bert kann
røkkast við tveimum saman
faldaðum hondum í bøn, og
vit sum vóru um hana teir
síðstu dagarnar kenna sorg
og tómleika. Har sum orð
ikki røkka, tekur vónin við.
Vónin, ið vit øll hava fingið
til gávus, við teirri høgtíð
sum Gustava ikki slapp at
uppliva hesuferð. Vit fara
við takksemi at minnast tað
tíð okkum unntist her á fold
saman við henni og liva við
tí lyfti, sum frelsarin gav
øllum menniskjum, um
ein dag at møtast uttan tær
bindingar, sum jarðarlívið
gevur.
Friður verið við minni
um Gustavu Bech.
Systir tín Pavla
Gustava Bech
Fødd 25. des. 1944 - deyð 15. des. 2005