Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. februar 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 29 - 9. februar 2006 UTTAN ÚR HEIMI Hóast meiri enn 60 ár eru liðin, síðani seinni heims­ bar­dagi endaði, kunnu gaml­ir SS-menn framvegis ikki kenna seg tryggar. Tað máttu fýra teirra sanna, tá teir mikudagin møttu í einum rætti í Italia, ákærdir fyri brotsverk und­ ir heimsbardaganum. Tann 82 ára gamli Helmut Wulf, 81 ára gamli Gunther Fin­ ster, 80 ára gamli Franz Stock­inger og 84 ára gamli Albert Peiperschenider eru ákærdir fyri at hava beint fyri fleiri hundrað it­aliu­ monnum í bygdini Mar­ za­botto tann 29. og 30. sep­tember í 1944. Umleið 800 menn, kvinnur og børn vórðu fyribeind, tá týski herurin við hjálp frá SS skuldi hevna eitt álop, sum italska mótstøðurørslan hevði gjørt á týska herin. Rættarmálið umfatar eis­ ini 17 aðrar fyrrverandi SS- yvirmenn, og tann parturin av málinum byrjar ætlandi um nakrar vikur, skrivar DPA. Tað hevur vakt stóran ans í Serbia, at politiski stjórin í bretska uttanríkisráðnum, John Sawyer, hevur gjørt greitt, at einasta loysn á stríðn­um um Kosovo er at geva landspartinum støðu sum sjálvsstøðugt land. ST skal í næstum taka støðu til, hvat skal henda við Kosovo, sum í løtuni er undir ST-stýri, og alt talar fyri einari semju um at geva landspartinum sjálvs­stýri. Men tað vil serbiska stjórnin ikki hoyra talan um. Tá John Sawyer var í Beograd fyrr í vikuni, fekk hann at vita, at Serbia er sinnað at góðtaka eina neyð­semju, men at spurn­ing­urin um serbiska yvir­valdsrættin í Kosovo er als ikki til umrøðu. Sam­bært útvarpinum B92 meta serbar framvegis Kos­ovo sum ein part av Ser­bia, hóast serbiska stjórn­in misti alt ræðið har aftan á borgarakríggið í nítiárunum. Mótstøðan í Beograd hev­ur tó ikki ávirkað John Sawyer. Í gjár segði hann, at Serbia má lata sær lynda, at eitt land, sum byrjar eitt eitt kríggj og tapir tað, noyðist at bøta afturfyri. Hann vísti á, hvat hendi Ungarn eftir fyrra og Týsklandi aftan á seinna heimsbardaga. Tað sama hendir nú Serbia, segði hann. Umleið 90 prosent av fólk­inum í Kosovo eru al­banar, og hini 10 pro­ sent­­ini eru serbar. John Sawyer sigur, at ein treyt fyri sjálvsstýri er, at serbar fáa somu rættindi sum al­banski meirilutin. Serbia vil ikki sleppa Kosovo Granskarar hjá amerik­onsku rúmdarumsitingini NASA hava funnið tvær ov­urstórar sólskipanir, sum menn ikki hava vitað um fyrr. Granskararnir siga, at ovurstór skýggj av dusti eru rundan um sólskipaninar, og at hetta eru gongustjørnur ella dust, sum verður til gongustjørnur eina ferð í tíðini. Tær nýggju stjørnurnar eru eftir øllum at døma millum 30 og 70 ferðir størri enn okkara sól, og tí halda teir, at dustskýggini rundan um stjørnurnar eru umleið tíggju ferðir størri í vavi enn okkara sólskipan. Einki verður sagt umn, hvussu langt burturi tær báð­ ar sólskipaninar eru, men tey, sum hava áhuga fyri slíkum, kunnu fáa meiri at vita í tíðarritinum Astrophysical Journal Letters í morgin, skrivar AP. Enska kirkjan, Church of England, viðgongur nú, at hon átti sín lut í gamla trælahandlinum, og hon hevur tí biðið eftirkomararnar hjá trælunum um umbering, skrivar Reuters úr London. Kirkjan viðgongur, at missiónsstøðir hennara á Barbados og í Vesturindia blivu brúktat í sambandi við trælahandilin, sum al­ment bleiv bannaður í 1807. – Vit áttu okkara lut í hesum, og vit høvdu bein­ leiðis ábyrgd av tí, sum hendi. Kirkjan átti trælir og brennimerkti teir eisini. Tí noyðast vit at átaka okkum okkara part av søguni, og tí biðja vit um umbering, segði presturin Simon Bes­sant úr Blackburn á kirkju­fundi hjá Church of England mikudagin. SS-yvirmenn í rættinum Kirkjan harmast trælahandil Tvær nýggjar sólskipanir Amerikonsku hern­ að­arútreiðslurnar eru økltar 45 prosent, síðani George W. Bush tók við USA Árni Joensen fartekst@mail.dk Næsta ár skal USA brúka 439,3 milliardir dollarar til hernaðarmál. Tað stendur í fíggjarlógaruppskotinum, sum forsetin hevur lagt fram. Útreiðslurnar eru sjey prosent størri enn í ár, og tað ber í sær, at síðani Bush tók við, eru útreiðslurnar til hernaðarmál øktar 45 prosent, skrivar Reuters. Kortini umfatar talið ikki allar útreiðslurnar til hern­ að­armál, tí útreiðslurnar til herdeildirnar í Irak og Afghanistan verða lutvíst fíggjaðar við eykajáttanum ígjøgnum árið. Tann stóri vøksturin ger, at stjórnin noyðist at spara á øðrum økjum, og tað eru serliga heilsuverkið og almannaverkið, sum skulu spara, men onnur øki sum skúli, samferðsla og land­ búnaður missa eisini nógv. Tey atfinningarsomu siga tað vera serliga óheppið, at sparingarnar taka heilsu­ verkið so meint, tí tað rakar serliga tey fátæku børnini. Tað eru ikki bara demo­ kratarnir, sum eru misnøgdir, tí fleiri av floksfeløgunum hjá forsetanum halda pol­ itikkin vera skeivan. – Hetta er einki minni enn ein gøla, sigur republikanski senatorurin Arlem Specter, og floksfelagið hansara, Olympia Snow, senatorur, sigur við Reuters, at hon er sera vónsvikin av, at for­ setin skerjir so nógv innan heilsumál. Kongressval verður í nov­ ember, og eygleiðarar siga, at fíggjarlógaruppskotið kann koma fleiri av teimum republikonsku valevnunum illa við. Teir vísa eisini á, at tær flestu ábøturnar, sum forsetin fyrr hevur lovað á tí innanríkispolitiska øk­inum, eru lagdar til viks, og at lyftið hansara um skatta­lætta, sum sambært for­setanum sjálvum var tað týdningarmesta, verður ikki tikið upp á tunguna longur. Shiamuslimski halgidagurin ashura veksir sterkar kenslur, og hesaferð kunnu Muhammeds­tekning­ arnar fáa øði í manna­ múgvurnar Halgidagur Árni Joensen fartekst@mail.dk Hósdagurin er halgidagur ella rættari sagt syrgidagur hjá heimsins shiamuslimum og verður hildin til minnis um Hussein, ið var abbasonur Muhammed profet, og sum leið pínslarváttardeyðan. Hend­an dagin savnast shia­ muslimar í milliónatali, og sum siður er pína teir seg sjálvar við at skera seg og at sláa seg. Men í ár er vandi fyri, at tær umstríddu tekningarnar av Muhammed profeti kunnu fara at seta sín dám á dagin. Norski mið­eyst­ur­ serfrøðingurin Kari Voigt sigur við NRK, at sterkar kenslur eru knýttar at degn­ um, og tí er vandi fyri, at dagurin kann enda við ófriði í ár. Tað sama sigur Jørgen Bæk Simonsen, ið er mið­ eysturserfrøðingur á lærda háskúlanum í Keypmanna­ havn. Hann heldur tað vera rættiliga sannlíkt, at tekningarnar fara at ávirka dagin, og hann stúrir serliga fyri, hvat kann henda í Teheran. Myndugleikarnir í fleiri muslimskum londum eru eisini á varðhaldi. Í Pakistan eru serlig trygdartiltøk sett í verk í 22 býum, og í Irak er trygdartiltøkini serliga strong í býunum Bagdad og Katbala. Fyri tveimum árum endaði ahura íófriði har, og tá lógu 170 fólk eftirá. Í fjør kostaði halgidagurin 44 mannalív. Danski uttanríkis­ráð­ harr­in, Per Stig Møller, segði fyrrakvøldið, at hann stúrdi fyri shiamuslimska halgidegnum. – Tað verður tann stóra royndin, segði hann. Hervaldið fer við pengunum til almanna- og heilsumál Blóðugur halgidagur kann enda við ófriði Shiamuslimarnir skera og sláa seg til blóðis til minnis um abbason Muhammeds profet, ið leið deyðan sum pínslarváttur