hósdagur 9. februar 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 • hósdagur • 9. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Birgir Enghamar
váttar nú, at hann
er í uppskoti til
formansvalið í FSF,
men hann ætlar sær
ikki at føra nakað
alment valstríð undan
aðalfundinum hjá
FSF
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
HB-formaðurin seinastu
fimm árini ætlar sær at ger
ast formaður í Fótbóltssam
bandinum.
Tað váttar Birgir Enghamar
sjálvur, eftir at uppskotið um
at velja hann sum formann
er latið FSF.
– Jú, eg kann vátta, at
fleiri feløg hava tikið seg
saman um at skjóta meg upp
til formansvalið, sigur Birgir
Enghamar.
– Tað rokni eg við, at tey
hava gjørt út frá tí, sum eg
havi ført fram til seinastu
tveir formansfundirnar í
FSF, sigur hann.
Birgir Enghamar vil ikki
greiða frá, hvat hann hevur
í kvittanum sum formaður
í FSF.
– Eg ætli mær at siga sum
minst áðrenn aðalfundin. Eg
hava verið í sambandi við øll
feløgini og sagt teimum, at
eg stilli upp. Tey vita, hvat
eg standi fyri, sigur hann.
HB og FSF kann
ikki samanberast
Birgir Enghamar hevur sit
ið í nevndini hjá HB í seks
ár. Seinastu fimm árini
hevur hann verið formaður
í HB, men hann legði frá
sær á aðalfundinum í síðstu
viku. Hetta kom eitt sindur
óvart á teir flestu fundar
luttakararnar, men sam
stundis fór hann í holt við
at savna sær undirtøku til
formansvalið í FSF.
Tú legði frá tær í HB, tí tú
ikki orkaði tað uppgávuna
longur. Ert tú til reiðar at taka
við sum FSF-formaður?
– Tað kann als ikki sam
metast at verða formaður í
einum felag og í FSF. HB
hevur einki lønt skrivstovu
fólk, og tí liggur sera nógv
á formanninum. Hann skal
kunna taka eina hond í alla
staðni. FSF hevur hóast alt
ein umsiting við fleiri fólkum
í starvi, og tí er tað kunnu
hesar báðar uppgávurnar als
ikki samanberast.
Avgerðin fellir
um 9 dagar
Aðalfundurin hjá Fótbólts
sambandinum verður leyg
ardagin 18. februar, og tað
skulu feløgini og nevndin
í FSF velja ímillum tvey
uppskot til formansvalið.
Óli Holm, sum hevur ver
ið formaður seianstu tvey
árini, stillar uppaftur, og
hann skal royna verða aftur
valdur í kapping við Birgir
Enghamar.
Fram hevur vegna 15 feløg
skotið Birgir Enghamar upp
sum formann í FSF, og hetta
uppskot er latið FSF. Freistin
at stilla upp er annars hós
kvøldið.
Feløgini, sum eru limir
í FSF, eiga eina atkvøðu í
part, og nevndin í FSF hevur
somuleiðis eina atkvøðu í
formansvalinum.
Óli Holm stillar
upp aftur sum for
maður í FSF, hóast
mótvalevnið hjá
honum er skotið upp
av einum greiðum
meiriluta av føroysku
fótbóltsfeløgunum
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Óli Holm hevur verið for
maður í Fótbóltssamband
inum seinastu tvey árini, og
hann er til reiðar at taka við
afturvali á aðalfundinum 18.
februar.
– Tað er ein ringur vani at
trekkja seg, bara tí tað lotar
úr hanakjafti. Eg eri til reiðar
at taka dystin upp við Birgir
Enghamar, sigur Óli Holm.
Hvat sigur tú til, at 15
feløg eru við til at skjóta
hann upp ímóti tær?
– Ja, eg kann bara stað
festa, at hesi feløgini hava
tikið seg saman um upp
skotið, meira havi eg ikki at
viðmerkja.
Gott við vali
Óli Holm hevur drúgvar
royndir í arbeiðnum í Fót
bóltssambandinum, og eft
ir nakað av ófriði var um
formanssessin fyri tveimum
árum síðani, endaði tað við,
at Óli Holm varð valdur,
eftir at fleiri onnur valevnið
stillaðu upp og trektu seg.
Nú skal Óli kappast við
Birgir Enghamar um for
manssessin, men hann sær
einki galið í hesum.
– Tað er gott, at feløgini
hava tvey valevni at velja
ímillum, sigur Óli Holm.
Freistin er
longd
Freistin at tekna seg til
kappingina í innandura
rógving í Havn leygar
dagin er longd til á mid
nátt hóskvøldið. Hetta
ger Havnar Róðrarfelag
fyri at fáa fleiri ungfólk
og fleiri kvinnur at tekna
seg til kappingina.
Higartil hava fleiri enn
hundrað rógvarar teknað
seg til kappingina, og
fyrireikararnir halda,
at fleiri ungfólk kunnu
verða við í kappingini.
Kring landið rógva
bæði gentur og dreingir
í rógvumaskinum, men
tey hava ikki hildið seg
fram at til kappingina
leygardagin – men nú fáa
tey ein kjans afturat.
Kappingin verður á
Eysturskúlanum í Havn
leygardagin.
Atli í Frem
Atli Gregersen var við
á liðnum hjá Frem, sum
spældi venjingardyst
ímóti B93 mikukvøldið.
Bæði Jónas Tór Næs, sum
hevur spælt í felagnum í
fleiri ár, og Atli Greger
sen komu á vøllin í hálv
leikinum í dystinum. Jón
as spældi høgri bakkur,
meðan Atli varð settur inn
í miðverjuna. Atli Greg
ersen hevur áður roynt seg
í donskum fótbólti, men
hann hevur verið heima
og spælt í tvey tey seinastu
kappingarárini við GÍ.
Atli fór av landinum aftur
miðskeiðis í kappingini í
fjør, og nú roynir hann
seg í 1. deildarfelagnum
Frem.
Málmaðurin
Gunnar Nielsen var ikki
á vøllinum í dystinum
ímóti B93, sum endaði við
javnleiki 1-1. Heimasíðan
hjá Frem skrivar, at liðið
fekk betur tak á dystinum
í seinna hálvleiki, tá ið tað
eisini eydnaðist at javna
leiðsluna hjá B93.
SvF sendir
beinleiðis
Sjónvarpið fer aftur í ár
at senda beinleiðis frá
steypafinalunum í hond
bólti. Finalurnar verða
spældar í ítróttarhøllini á
Hálsi í Havn leygardagin.
Sjónvarpið sendi kvinnu
finaluna frá kl. 14.45,
og frá kl. 16.45 er mans
finalan á skránni. Hjá
kvinnunum
eru
tað
Stjørnan og Neistin, sum
spæla, og hjá monnunum
er finalan ímillum StÍF
og VÍF.
Birgir ætlar at ganga
stillisliga við hurðunum
Óli tekur kampin upp
– Tað kann als ikki sammetast at verða formaður í einum felag og í FSF. HB hevur einki lønt
skrivstovufólk, og tí liggur sera nógv á formanninum. Hann skal kunna taka eina hond í
allastaðni. FSF hevur hóast alt ein umsiting við fleiri fólkum í starvi, og tí er tað kunnu hesar
báðar uppgávurnar als ikki samanberast, sigur Birgir Enghamar
– Tað er ein ringur vani at trekkja seg, bara tí tað lotar úr
hanakjafti. Eg eri til reiðar at taka dystin upp við Birgir
Enghamar, sigur Óli Holm, formaður í FSF