hósdagur 9. februar 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 29 - 9. februar 2006
Coventry-venjarin
setti Claus Bech
Jørgensen á vøllin
í hálvleikinum í
steypadystinum
ímóti
Middlesbrough, men
hann og liðfelagarnir
kláraðu ikki at
javna leiðsluna hjá
Middlesbrough
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Mikukvøldiðdystaðist
føroyski landsliðsspælarin
Claus Bech Jørgensen
í m ó t i
P r e m i e r
League-stjørnunum
í
Middlesbrough.
Coventry, sum spælir í
næstbestu ensku deildini,
spældi ímóti Middlesbrough
í steypakappingini, og
dysturin endaði við1-0
sigri til Middlesbrough.
Hetta var ein umdystur
á
heimavøllinum
hjá
Middlesbrough, tí fyrri
dysturin millum feløgini,
iðvar
á
heimavølli
hjá Coventry, endaði
viðjavnleiki.
Claus Bech Jørgensen var
á beinkinum hjá Coventry
frá byrjan, men eftir at
Jimmy Floyd Hasselbaink
hevði lagt Middlesbrough á
odda í fyrra hálvleiki, vildi
venjarin hjá Coventry hava
eitt meira álopssinnaðliðá
vøllin eftir steðgin.
Hetta hevði viðsær, at
Claus Bech Jørgensen
varðsettur inn frá fyrsta
bríksli í seinna hálvleiki.
Einki mál afturat
Men hóast Coventry royndi
at leggja alt meira fyri fram
eftir vøllinum, eydnaðist
teimum ikki at fáa útjavnandi
málið. Einki mál kom afturat
í hesum dystinum, og tí er
Coventry úti av ensku FA
Cup.
Stóra stjørnan há Coventry
seinastu vikurnar, 39 ára
gamli Dennis Wise, var
ikki viðí hesum dystinum,
Venjarin hevði valt at
spara tey gomlu beinini,
eftir ein strævnan dyst um
vikuskiftið.
Møguleiki skuldi veriðfyri,
at Claus Bech Jørgensen
sleppur at spæla viðí næsta
dystinum, tí spælarin, sum
hann avloysti á miðvøllinum,
hevur leikbann í næsta
dystinum.
– Tað er trupult vera
primus-motor í
einum ítróttarfelag í
longri tíð, samstundis
sum tú skalt passa
títt arbeiði, sigur
Brandur Jacobsen,
sum legði frá sær
sum formaður í GÍ
á aðalfundinum
týskvøldið. Nýggja
nevndin hevur
skipaðseg viðJanusi
Ramussen sum
formanni
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Týskvøldið hevði Gøtu
Ítróttarfelag ársaðalfund, og
har boðaði Brandur Jacobsen
frá, at hann leggur frá sær
sum formaður. Stundir eru
ikki til at halda fram sum
formaður í GÍ.
– Tað krevur sera nógva
orku at reka eitt ítróttarfelag,
um tú ætlar tær at verða
viðí fremstu røð, og taðer
trupult vera primus-motor í
einum ítróttarfelag í longri
tíð, samstundis sum tú skalt
passa títt arbeiði, sigur
Brandur Jacobsen.
Hevði brúk fyri steðgi
Brandur
hevur
veriðí
nevndini hjá GÍ í fýra ár,
og seinasta áriðhevur hann
veriðformaður.
–Felagið var komiðilla
fyri fíggjarliga, og taðhevur
kravt nógv av okkum at fáa
tilpassa felagið aftur. Og tá
ið tað samstundis gongur
so illa ítróttarliga, sum
taðgjørdi í fjør, so verður
taðsera tungt, sigur Brandur
Jacobsen.
Fráfarni
formaðurin
heldur tó, at tað hevur
veriðein spennandi tíðat
sitiðí nevndini í GÍ.
–Hesi fýra árini hava
veriðsera spennandi og
hendingarík, men nú eri
eg komin hartil, at eg havi
brúk fyri einum steðgi, sigur
Brandur Jacobsen.
Janus formaður
Nýggj nevnd var vald á
aðalfundinum týskvøldið,
og í henni sita Janus
Rasmussen, Elias Hansen,
Halldóra Ranghamar, Jeffri
Olsen og Andrias Petersen.
Halldóra
Ranghamar
og Andrias Petersen eru
nývald.
Nevndin skipaði seg
mikukvøldið, og nýggjur
formaður í GÍ er Janus
Ramussen. Hann var í
90'unum partur av GÍ-
liðnum, sum vann fýra
FM-heiti á rað, og hann
hevur eisini spælt nakrar
landsdystir fyri Føroyar.
Elias
Hansen
er
næstformaður, Halldóra
Ranghamar peningarøkil,
Jeffri
Olsen
skrivari
og
Andrias
Petersen
nevndarlimur.
Fyrrverandi norskur
landsliðsvenjari
heldur, at fleiri av
skaddu spælarunum
hjá Start mugu koma
skjótt fyri seg, um
felagiðskal kunna
blanda seg í toppin í
Tippuliguni í ár
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Norska felagiðStart er
plágaðav nógvum skaðum
millum sínar spælarar. Fleiri
av stuðulsspælarunum hava
ikki kunnaðsum vanligt
seinastu tíðina, tí teir hava
veriðskaddir, og stundum
hevur skaðalistin veriðsera
langur.
Ein av teimum, sum hevur
drigist viðskaða, er føroyski
landsliðsspælarin
Todi
Jónsson, men hjá honum
gongur rætta vegin.
Fyrrverandi
norski
landsliðsvenjarin
Nils
Johan Semb var á La Manga
herfyri og tosaði viðfeløgini
um talentmenning, og hann
var millum annaðtil venjing
hjá Start.
– Start virkar merkt av, at
fleiri av spælarunum ikki eru
í toppformi enn. Hópurin
sær góður út, men skal
felagiðblanda seg í toppin,
so mugu lyklaspælarar
koma skjótt fyri seg aftur,
sigur Nils Johan Semb
viiðFedrelandsvennen.
Byrja aftur
Týðandi spælarar sum
Marius Johnsen, Fredrik
Strømstad og Atle Roar
Håland hava veriðskaddir,
og teir hava nakaðat heinta
næstu vikurnar.
– Nógvir skaðar minka um
styrkina hjá Start, eingin ivi
um tað, sigur Nils Johan
Semb.
Sunnudagin skal Start í
eldin aftur, tá iðnorðurlendska
kappingin Royal League
byrjar aftur eftir vetrarsteðg.
Start skal í dystinum
sunnudagin spæla ímóti
svenska liðnum Hammarby,
og dysturin verður spældur á
Søderstadion í Stockholm.
Skal Start hava møguleika
at koma víðari í kappingini,
skal felagiðvinna dystin
sunnudagin og ein dyst
ímóti FC Midtjyllandi
seinni.
GÍ fingið nýggjan formann
– Tað krevur sera nógva orku
at reka eitt ítróttarfelag, um
tú ætlar tær at verða viðí
fremstu røð, sigur fráfarni
GÍ-formaðurin, Brandur
Jacobsen
Claus spældi ein hálvleik
Coventry-venjarin sendi Claus Bech Jørgensen á vøllin fyri at
venda steypadystinum ímóti Middlesbrough, men taðendaði
viðeinum teprum tapi
Start hevur ov nógvar skaðar
Todi Jónsson er ein av spælarunum hjá Start, sum hevur veriðdarvaður av skaða seinastu
vikurnar, men taðgongur rætta vegin hjá honum