Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. februar 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 - 9. februar 2006 17 Ársaðalfundur Fornminnisfelagið í Nes kommunu heldur ársaðal- fund í gamla prestagarðinum á Nesi leygardagin 18. februar 2006 kl. 15.30 Skrá sambært lógum felagsins. Nevndin Ph.D.-lestrarstarv í leitingarjarðalisfrøði Søkt verður eftir Ph.D.-kandidati til verkætlan innan jarðalisfrøði, við serligum atliti at leiting og útvinning av kolvetni, at byrja skjótast gjørligt. Ph.D.-kandidaturin verður settur á Náttúruvísinda- deildini á Fróðskaparsetri Føroya í 3 ár, og skal verja arbeiði sítt fyri Ph.D.-gradina innan fyri hetta tíðarskeiðið. Í Ph.D.-verkætlanini verður dentur lagdur á føroysku jarðfrøðina, harímillum avbjóðingina frá basaltinum í samband við leiting eftir kolvetnisgoymslum á føroyska økinum. Av granskingarevnum í Ph.D.- verkætlanini kunnu m.a. nevnast: Betur amboð til seismiska prosessering og tulking av hvat er undir basaltinum Anisotrop prosessering Fleirkomponent prossesseringsamboð Tilrættislegging av mátingum við atliti at goymslum undir basaltinum. Ein meiri útgreinað lýsing (á enskum) av Ph.D.- lestrarstarvinum sæst her: h t t p : / / w w w . n v d . f o / f i l e a d m i n / p d f / PhDcandidateAdvertisement.pdf Ein partur av Ph.D.-lestrarstarvinum fevnir um at taka ymisk skeið og luttaka á ráðstevnum og verkstovum. Dentur verður lagdur á at hava gott samband við altjóða viðurkend gransk- ingarumhvørvi, og tí má tann, ið settur verður, rokna við styttri ella longri tíðarskeiðum á læru- ella granskingarstovnum uttanlands. Umsøkjarar til Ph.D.-lestrarstarvið skulu hava prógv sum M.Sc. í jarðalisfrøði ella nærliggjandi fakøki sum t.d. jarðfrøði, kolvetnisverkfrøði, alisfrøði, teldufrøði ella støddfrøði. Tó eru tey, ið eru ávegis at gera M.Sc.-ritgerð, eisini vælkomin at søkja. Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggj- armálaráðið og Magistarafelag Føroya. Umsókn- arfreistin er 13. mars 2006. Umsóknir við prógv- um, ævisøgu (curriculum vitae), viðmælum og møguligum greinum skulu sendast í 4 eintøkum til: Fróðskaparsetur Føroya J. C. Svabos gøta 14, Postrúm 272 FO 110 Tórshavn Meira fæst at vita um verkætlanina við at venda sær til Jim Brown, professara, á teldupostadressuni rjbrown@setur.fo ella tlf. 352557. Ungdómsvenjari Søkt verður eftir einum ungdómsvenjara til Hondbóltsfelagið Tjaldur til komandi kappingarár 2006/2007. Um tit hava nakað at spyrja um, kunnu tit ringja til Eiler Einarson, tlf. 748176 og 448176. Skrivlig umsókn kann sendast til: Hondbóltsfelagið Tjaldur Postboks 79 600 Saltangará