hósdagur 9. februar 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 29 - 9. februar 2006
Leiðari
til teknisku deild
hjá Tvøroyrar kommunu
Eitt fast starv sum leiðari av teknisku deild er leyst
at søkja beinanvegin.
Høvuðsuppgávurnar verða:
Projektering av kommunalum arbeiðum, planlegg-
ing, eftirlit, býarplansarbeiði, byggimálsviðgerð og
aðrar málsviðgerðir eins og dagligar uppgávur hjá
umsitingini.
Persónligir førleikar og eginleikar:
Vit sóknast eftir útbúnum verkfrøðingi, byggifrøð-
ingi ella persóni við aðrari viðkomandi útbúgving.
Dentur verður lagdur á, at umsøkjararnir duga væl
at leggja arbeiðið til rættis, eru fyrikomandi og
hava munnligan og skrivligan málførleika. Royndir
á nevndu økjum gevur fyrimun.
Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Paula
Einarsson, form. í teknisku nevnd á tlf. 210231 ella
býráðsskrivaran á telefon 371085.
Umsóknir, saman við prógvum, cv og møguligum
tilmælum verða at senda til
Tvøroyrar kommunu
Postsmoga 80
800 Tvøroyri
og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hin 24.
februar 2006.
Søkt verður eftir
5 fólkum til
fiskaarbeiði í Íslandi
• Tíðarskeið: 5 mánaðir - til 1. juli.
• Arbeiðstíð: Umleið 50 tímar um vikuna - fleiri í
mars mánað.
• Mánaðarløn: uml. 20-30.000,- pr. mánað.
• Innivist: Arbeiðsgevarin útvegar ókeypis kamar!
• Flutningur: Arbeiðsgevarin rindar fyri ferð til
Íslands og aftur í juli.
Um tú ella tit (par) eru áhugað í at arbeiða nógv
og forvinna nógv, er hettar ein møguleiki, sum er
áhugaverdur at royna.
Tað er eingin treyt, men tó ein fyrimunur at hava
arbeitt í fiski áður, serliga í samband við kryvjing
og reinsing.
Vinarliga ring 213800 ella send
teldupost til sjj@post.olivant.fo
Bátasølan sp/f
v/ Sámal Jákup Joensen
Tlf. 321666 - 314842 · Fartel. 213800
Suðuroyar Sjúkrahús
800 Tvøroyri
Fysioterapeutur
Eitt fulltíðarstarv sum avloysari fyri fysioterapeut
er leyst til setan í tíðarskeiðinum frá 1. mars til 31.
desember 2006.
Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við at
venda sær til John Rødgaard leiðandi fysioterapeut
tlf. 371133 lokal 115 ella 116.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Fysioterapeutfelag Føroya.
Umsóknir við avriti av prógvum v.m. verða at senda
til:
Umsjónarmannin
Suðuroyar Sjúkrahús
800 Tvøroyri
innan 23. februar 2006.
Suðuroyar Sjúkrahús
800 Tvøroyri
Læknaskrivari
Vegna barnsburðarfarloyvi er eitt hálvtíðarstarv
sum læknaskrivari leyst til setan í tíðarskeiðinum frá
1. mars til 1. september 2006.
Løn sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið
og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við
at venda sær til Herfríð Petersen, læknaskrivara tlf.
371133 lokal 122.
Umsóknir við avriti av prógvum v.m. skulu sendast
til:
Umsjónarmannin
Suðuroyar Sjúkrahús
800 Tvøroyri
Umsóknarfreist 23. februar 2006.
Umboðsráðsval
Sambært § 28 í høvuðssamtyktini verður lýst til val
hósdagin 16. mars 2006.
4 umboð í Tórshavnar valdømi eru uppá val og
1 umboð í Nólsoyar valdømi er uppá val.
Uppskot til umboð skulu skrivliga verða sjúkrakass-
anum í hendi ikki seinni enn 28. februar 2006.
Havnar Sjúkrakassi
Tórshavn, 8. februar 2006
Citröen C5 2200
1 ára gamal, til sølu fyri kr. 250.000,-
Tlf. 217382
Lesið