fríggjadagur 10. februar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 30 - 10. februar 2006
Hósdagin fingu
fimm ungir menn í
glastrevjabátinum,
Havfrúnni, ein
hemara, sum vigaði
eini 160-180 pund
Veiða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hetta er fimti hemarin, sum
teir á glastrevjabátinum, Hav
frúnni, hava fingið á tráðu.
Tann hepni maðurin hós
dagin var Magnus Bjarnason,
sum fekk hemaran á, meðan
hann stóð við tráðuni.
Teir vóru á leiðini suður úr
Kirkjubønesi, tá ið fast var,
og ”bardagin” byrjaði.
Tað er ikki bara sum at
siga tað at veiða ein hemara
á tráðu, tí tað tekur langa tíð,
áðrenn hann møðist og fæst
upp til vatnskorpuna.
Mistu ein
Sum skilst á monnunum,
høvdu teir ein annan hemara
á húkinum fyrr um dagin,
men hendan eydnaðist ikki
at fáa fatur á.
Hemaran, sum teir fimm
fingu hósdagin, mettu teir
at viga millum 160 og 180
pund.
Agnið, teir brúka á hem
araveiði við tráðu, er smá
fiskur.
Enn ein hemara
á tráðu
Veiðimenninir eru, f.v.: Martin Restorff, Eirikur Poulsen, Allan Bjarnason, Pætur Johansen og Magnus Bjarnason. Á myndini er
eisini Jógvan Weihe, sum selir fiskireiðskap
Mynd: Vilmund Jacobsen
Sild
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á heimasíðuni hjá Fiski
rannsóknarstovuni greiðir
Jan A. Jacobsen, fiskifrøð
ingur, frá sildini, sum Saksa
berg herfyri fekk í sunnara
kanti av Nólsoyarbanka.
Hetta var helst heystgýt
andi sild – og ikki norðhavs
sild, sum gýtir um várið.
Hann vísir á, at sildin,
sum Saksaberg fekk, var
stór, 36 cm. í miðal, og mið
alvektin lá um 400 g.
– Av tí, at hendan sildin
er komin lítið ávegis í bún
ingini, er heilt vist, at hon
ikki gýtir fyrr enn seint
í summar ella tíðliga í
heyst.
Fiskifrøðingurin vísir
á, at bert einstakar sildir
(3%) vóru komnar longur
ávegis í búningini og kunnu
væntast at gýta í vár.
Eingin vissa
– Vit kunnu ikki siga við
vissu, hvaðani sildin stavar,
men hetta kann vera sild
undan Føroyum ella Het
landi. Talan kann eisini vera
um íslendska sild.
Jan A. Jacobsen vísir á,
at sildin í hesum økjunum
gýtir øll um summarið ella
út á heystið.
– Tær fáu, sum gýta um
várið, kunnu vera norðhavs
sildir, tí tað kemur ofta fyri,
at vár- og heystgýtandi
sild gongur saman, men
tá er bert ein lítil partur av
øðrum slagnum uppi í.
Fiskifrøðingurin veit
annars at siga, at seinastu
árini hevur lítið verið at
sæð av sild inni á føroysku
firðunum. Tí væntar hann
ikki, at talan er um føroyska
sild, sum Saksaberg fekk.
At sildin eisini var so stór,
talar heldur ikki fyri, at
hetta var føroysk sild.
– Vanliga ferðast tann
størsta sildin longst í einum
sildastovni. Tí kann hugs
ast, at hetta er ein partur
av størru sildini av einum
stovni rundan um okkum,
ið er komin hendanvegin
at leita sær eftir føði, sig
ur Jan A. Jacobsen, fiski
frøðingur.
Heystgýtandi sild
á Nólsoyarbanka
– Tað var ikki várgýtandi sild, sum Saksaberg fekk herfyri, heldur Jan A. Jacobsen,
fiskifrøðingur
Mynd: Skipalistin
Fríðgerð Heinesen,
borgarstjóri í Leirvík,
er spent til borgara
fundin, sum verður
í kvøld. Hon heldur,
at tað ringasta, sum
landsmyndugleikarnir
kunnu gera, er at
útseta endaligu
avgerðina um farleið
ina
Leirvík
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú borgarafundur verður
í Leirvík í kvøld um vega
føringina í sambandi við
Norðoyatunnilin, hevur
Sosialurin biðið Teknistov
una í Gøtu um loyvi at prent
að nakrar myndir, sum lýsa
verkætlanina, ið teir hava
teknað.
Henda ætlan við vegi í
hvørjum enda og tunli oman
fyri virkini hevur verið nógv
frammi seinastu mánaðirnar,
og ymiskar metingar hava
verið um, hvat ætlanin fer
at kosta at fremja í verki.
Vit hildu, at fólk eiga at
fáa høvi at síggja ein part av
verkætlanini á prenti, og hava
vit soleiðis útvegað okkum
seinastu tekningarnar, sum
Teknistovan í Gøtu hevur
gjørt.
Metingarnar um, hvat ætl
anin við vegi og tunli kem
ur at kosta, hava verið rætti
liga ymiskar. Talan hevur
verið um tøl, heilt úr 150
miljónum krónum niður í
87 miljónir krónur.
Í talinum upp á 87 miljónir
krónur er tó alt ikki tikið
við, eitt nú endurgjald fyri
neyst, sum mugu takast burt
ur, endurgjald fyri jørð og
kostnaður av eftirliti.
Tað er NCC og J & K Pet
ersen, sum hava sagt seg
kunna fremja sonevndu fjøru
loysnina við tunli fyri eina
munandi minni upphædd
At útseta er