fríggjadagur 10. februar 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 10. februar 2006
9
tað ringasta
Fríðgerð Heinesen er
borgarstjóri í Leirvík. Hon
fegnast um, at bygdarráðið
nú stendur saman um
fjøruloysnina við tunli, men
hon er ikki sannførd um, at
landsmyndugleikarnir fara
at ganga ynskjunum hjá
einmælta bygdarráðnum á
møti
Mynd: Vilmund Jacobsen
Borgarstjórin í Leir
vík, Fríðgerð Heine
sen, heldur ikki, at
Tavan og virksemið á
havnalagnum annars
nýtast at stúra fyri
so nógvum órógvi,
meðan arbeiðið við
fjøruloysnini verður
framt
Leirvík
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sum vit áður hava nevt í
Sosialinum, stúrur í hvussu
er ein partur av vinnuni í
Leirvík fyri órógvi, um ein
fjøruloysn – við ella uttan
tunnil – verður framd í staðin
fyri ætlaði vegurin omanfyri
bygdina.
Tavan í Leirvík hevur bein
leiðis mótmælt eini verkætl
an um fjøruloysn við ymisk
um grundgevingum.
Felagið stúrir fyri, at møgu
leikarnir fyri útbyggingum
og dagliga arbeiðnum við
virkini á havnalagnum verða
skerdir við eini fjøruloysn.
– Flestu virkir í dag hava
eisini tørv á stórum øki
til eitt nú bilstøðlar, sigur
felagið.
Tavan heldur eisini, at ant
in talan verður um fjøruloysn
við ella uttan tunli, verður
virksemið í minsta lagi rætti
liga nógv órógvað, meðan
verkætlanin verður framd.
Hetta heldur felagið ikki
kann umgangast.
Ikki avbrot
Borgarstjórin í Leirvík,
Fríðgerð Heinesen, heldur
hinvegin, at Tavan og virk
semið á havnalagnum annars
ikki nýtist at stúra fyri so
nógvum órógvi, meðan ar
beiðið verður framt.
– Vit hava tosað við NCC
og J & K Petersen um,
hvussu teir kundu hugsað
sær, at ætlanin verður framd.
Felagið sigur, at ætlanin er
at bera so í bandi, at eitt
pettið verður gjørt í senn,
soleiðis at avbrotið verður
minst møguligt. Soleiðis vil
felagið syrgja fyri, at lagt
verður omanyvir aftur so
hvørt, sum tunnilin omanfyri
virkini verður bygdur.
Fríðgerð heldur ikki, at nak
ar vandi er fyri, at vegurin til
virkini verður avbrotin, so
ikki verður komandi til og
frá.
– Tað verður alla tíðina
komandi til virkini, antin
sunnanfyri ella norðanfyri,
staðfestir hon.
18 mánaðir
Hon vísir á, at við í verk
ætlanini verður eitt nú ein
fylling norðanfyri, har nið
urkoyringin verður til tunn
ilin.
– Eg vænti, at koyrandi
verður niðanfyri ætlaða tunn
ilin og út á havnalagið, tá ið
henda fyllin er komin.
Fríðgerð Heinesen væntar
tí ikki, at talan verður um
nakað serligt avbrot, meðan
verkætlanin verður framd.
NCC og J & K Petersen
hava sagt, at tað fer at taka
feløgunum tilsamans 18
mánaðir at fremja arbeiði
– frá tí, at ”spakin” verður
settur í, til koyrandi er.
Vinnan skal ikki stúra fyri avbroti
Virkini stúra fyri avbroti og skerdum útbyggingarmøguleikum, um fjøruloysnin verður framd
Mynd: Vilmund Jacobsen